Exodus 25
25
Reglur um sjálvbodnar gávur til halgidómsins
1Og Harrin talaði við Móses og segði: 2«Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu veita mær avskurð; av hvørjum manni, sum av fúsum huga vil geva, skulu tit taka við avskurði til mín. 3Og hetta er tað, ið tit skulu taka í avskurð av teimum: Gull, silvur og kopar, 4blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitahár, 5reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn, ákásiutrø, 6olju á ljósastakan, kryddurtir til salvingarolju og angandi roykilsi, 7sjóhamsteinar og gimsteinar at seta akulin og bringuskjøldurin við. 8Og tú skalt tilbúgva mær halgidóm, so at eg má búgva tykkara millum; 9í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær.
Reglur um ørkina
10Tú skalt gera ørk av ákásiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga. 11Tú skalt leggja hana við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú leggja hana við gulli; og kring um hana skalt tú seta brúnaborð av gulli. 12Og tú skalt stoypa henni fýra ringar av gulli og festa teir á fýra føtur hennara, so at teir verða tveir hvørjumegin; 13síðan skalt tú gera stengur av ákásiuviði og leggja tær við gulli 14og seta stengurnar í ringarnar báðumegin ørkina, til tess at bera hana við teimum; 15stengurnar skulu vera í ringum arkarinnar og mega aldrin verða tiknar úr teimum. 16Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. 17Og tú skalt gera sáttarlok av skírum gulli, hálvatriðju alin langt og hálvaaðru alin breitt. 18Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli, av einlistum skalt tú gera teir, ein á hvørjum enda sáttarloksins; 19annan kerúbin skalt tú seta á annan endan og hin kerúbin á hin endan; tú skalt gera báðar kerúbarnar áfastar við sáttarlokið hvønn á sín endan. 20Kerúbarnir skulu breiða veingirnar út uppeftir, so at teir við veingjum sínum hylja út yvir sáttarlokið; og andlit kerúbanna skulu horva hvørt ímóti øðrum inn yvir sáttarlokið. 21Og tú skalt leggja sáttarlokið oman yvir ørkina; og niður í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. 22Har skal eg koma á fund við teg; og út frá sáttarlokinum millum báðar kerúbarnar, sum eru á vitnisburðarørkini, skal eg kunngera tær øll tey boð, ið tú skalt flyta Ísraelsmonnum.
Reglur um sýnisbreyðini
23Framvegis skalt tú gera borð av ákásiuviði, tvær alnir langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt. 24Tú skalt leggja tað við skírum gulli, og kring tað skalt tú gera brúnaborð av gulli. 25Og tú skalt gera kring tað tvørrimar eina løgd breiðar og kring tvørrimarnar brún av gulli. 26Síðan skalt tú gera fýra ringar av gulli, sum tú skalt festa í tey fýra hornini, ið eru við hini fýra bein tess. 27Uppi við tvørrimarnar skulu ringarnir verða festir til at koyra stengurnar ígjøgnum til tess at bera borðið. 28Stengurnar skalt tú gera av ákásiuviði og leggja tær við gulli, og við teimum skal borðið verða borið. 29Síðan skalt tú gera tey ílát, ið borðinum hoyra til, og offurbollar, ker og skálir, ið nýtt verða til at úthella droypioffur, av skírum gulli skalt tú gera hetta. 30Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi frammi fyri mær.
Reglur um ljósastakan
31Og tú skalt gera ljósastaka av skírum gulli; av einlistum skalt tú gera ljósastakan; føtur hans og leggir, blómbikar, knappar og leyvkrúnur skal alt verða gjørt úr einum. 32Út frá ljósastakanum skulu teir seks leggir hans ganga, tríggir út frá aðrari lið hans og tríggir út frá hinari. 33Á hvørjum leggi, sum gongur út frá ljósastakanum, skulu vera tríggjar blómur í mandlublómulíki, við knøppum og leyvkrúnum; 34men á sjálvum stakanum skulu vera fýra blómur í mandlublómulíki við knøppum og leyvkrúnum, 35soleiðis at ein knappur verður undir hvørjum pari av leggjum, ið ganga út frá ljósastakanum. 36Knappar og leggir skulu vera gjørdir í einum við ljósastakan; alt av einlistum og av skírum gulli. 37Og tú skalt gera lampur hansara sjey og seta tær upp, soleiðis at tær lýsa upp rúmið fyri framman honum. 38Ljósasaksar og skarpannur, ið ljósastakanum hoyra til, skulu vera av skírum gulli. 39Av einari talent í skírum gulli skalt tú gera ljósastakan og allar hesar lutir. 40Men síggj so til, at tú gert hann eftir teirri fyrimynd, ið tær varð sýnd á fjallinum!
Currently Selected:
Exodus 25: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society