Exodus 2
2
Móses føddur
1Nú fór maður av Levi ætt og tók sær til konu gentu, sum eisini var av Levi ætt. 2Og konan varð við barn og føddi son; og tá ið hon sá, at barnið var frálíka vakurt, krógvaði hon tað í tríggjar mánaðir. 3Men tá ið hon ikki fekk krógvað hann longur, bant hon honum kistu úr sevi, bræddi hana við jarðlími og biki, legði dreingin í kistuna og setti hana út í sevið við Níláarbakkan. 4Systir hansara tók støðu eitt sindur har frá til tess at vita, hvussu honum mundi fara at gangast. 5Men tá ið dóttir Fáraos fór oman í Nílánna at tváa sær, og ternur hennara gingu eftir áarbakkanum, bar hon eyga við kistuna mitt úti í sevinum og sendi eina ternu sína eftir henni. 6Og tá ið hon opnaði hana, sá hon, at har lá sveinbarn og græt; henni tókti synd í tí, og helt hon fyri: «Hetta man vera eitt av børnum Hebrea!» 7Tá segði systir hansara við dóttur Fáraos: «Skal eg fara tær eftir einihvørjari hebráiskari bróstakonu, sum kann hava sveinin á brósti fyri teg?» 8Dóttir Fáraos svaraði henni: «Ja, far tú.» Men gentan fór eftir móður barnsins. 9Dóttir Fáraos segði við hana: «Tak hetta barnið við tær og hav tað á brósti fyri meg; eg skal geva tær løn afturfyri.» Konan tók tá barnið og hevði tað á brósti. 10Men tá ið drongurin var vaksin, kom hon aftur við honum til dóttur Fáraos; og hon tók hann í sonar stað og nevndi hann Móses; «tí», segði hon, «eg havi drigið hann upp úr vatninum.»
Móses flýggjar til Midians
11Einaferð tá ið Móses var tilkomin, bar so á, at hann fór út til ættarbrøður sínar at síggja, hvussu teir máttu træla. Tá sá hann egyptiskan mann drepa hebráiskan mann, ein av ættarbrøðrum sínum. 12Hann hugdi seg tá um í allar ættir; og tá ið hann sá, at eingin var har í námindu, drap hann Egyptan og gróv hann niður í sandin. 13Dagin eftir fór hann út aftur hagar. Og tá ið hann sá tveir Hebrear klandrast, segði hann við tann, sum órætt hevði: «Hví slært tú landa tín?» 14Men hann svaraði honum: «Hvør hevur skipað teg høvdinga og dómara yvir okkum? Ætlar tú kanska at drepa meg, eins og tú drapst Egyptan?» Tá varð Móses ræddur og hugsaði við sær: «So hevur tað spurst!» 15Tá ið Fárao hoyrdi um henda tilburð, royndi hann at drepa Móses; men Móses flýddi undan Fárao og tók upp bústað í Midianlandi og settist har við brunnin. 16Presturin í Midianlandi átti sjey døtur; tær komu at oysa vatn og fyltu trogini til tess at brynna fenaði faðirs síns. 17Men hagar komu aðrir hirðar og vildu koyra tær burtur; tá reis Móses upp og hjálpti teimum og brynti fenaði teirra. 18Tá ið tær komu heim aftur til Reuels, faðirs síns, spurdi hann: «Hví eru tit so skjótar aftur í dag?» 19Tær svaraðu: «Egyptiskur maður hjálpti okkum ímóti hirðunum og oysti okkum vatn og brynti fenaðinum.» 20Tá segði hann við døtur sínar: «Ja, men hvar er hann? Hví lótu tit mannin verða eftir har úti? Bjóðið honum heim, so at hann kann fáa mat!» 21Mósesi dámdi nú væl at vera hjá hesum manni; og hann gifti Mósesi Zipporu, dóttur sína. 22Hon føddi son, og hann nevndi hann Gersjom; «tí,» segði hann, «eg eri útiseti í fremmandum landi.»
Guð eymkar Ísraelsmenn
23Nú gekk long tíð, og kongur Egyptalands doyði; men Ísraelsmenn stundu undir trælaoki og rópaðu, og neyðarróp teirra undan trældóminum bórust upp til Guðs. 24Tá hoyrdi Guð eymkan teirra og mintist á sáttmálan við Ábraham, Ísak og Jákup. 25Og Guð leit til Ísraelsmanna og kendist við teir.
Currently Selected:
Exodus 2: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society