Einaferð tá ið Móses var tilkomin, bar so á, at hann fór út til ættarbrøður sínar at síggja, hvussu teir máttu træla. Tá sá hann egyptiskan mann drepa hebráiskan mann, ein av ættarbrøðrum sínum. Hann hugdi seg tá um í allar ættir; og tá ið hann sá, at eingin var har í námindu, drap hann Egyptan og gróv hann niður í sandin.