Exodus 3
3
Kallan Mósesar
1Móses røktaði nú seyð hjá Jetro, verfaðir sínum, presti Midians; einaferð rak hann fenaðin yvir um oyðimørkina og kom at gudsfjallinum Hóreb. 2Tá birtist honum eingil Harrans í eldsloga, sum steig upp úr miðjum tornarunni; og tá ið hann hugdi gjøllari, sá hann, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, men brann tó ikki upp. 3Tá hugsaði Móses við sær: «Eg vil fara nærri at síggja hesa miklu sjón, hvussu tað ber til, at tornarunnurin ikki brennur upp.» 4Men tá ið Harrin sá, at hann fór hagar til tess at hyggja, rópaði Guð á hann út úr tornarunninum og segði: «Móses! Móses!» Hann svaraði: «Her eri eg!» 5Og hann mælti: «Kom ikki nærri! Men lat teg úr skónum, tí at tann staður, sum tú stendur á, er heilag jørð!» 6Síðan segði hann: «Eg eri Guð faðirs tíns, Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups.» Tá huldi Móses andlit sítt, tí at hann ræddist at síggja Guð.
7Men Harrin segði: «Eg havi sæð eymd fólks míns í Egyptalandi og hoyrt, hvussu tey rópa av neyð undan teimum, ið trælka tey; eg veit um pínslu teirra. 8Men nú eri eg stigin oman til tess at frelsa tey undan valdi Egypta og føra tey út úr hesum landi og inn í gott og víðlent land, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, á tann stað, har Kánáanitar, Hetitar, Ámoritar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar búgva. 9Av tí at neyðarróp Ísraelsmanna nú er komið til mín, og eg havi sæð allar tær trongdir, ið Egyptar lata ganga á teir, 10tí skalt tú nú lata meg senda teg til Fárao til tess at føra fólk mítt, Ísrael, út úr Egyptalandi!» 11Men Móses svaraði Guði: «Hvør eri eg, at eg kann fara til Fárao og føra Ísraelsmenn út úr Egyptalandi?» 12Men hann segði: «Jú, eg vil vera við tær. Og hetta skalt tú hava sum tekin um, at eg havi sent teg: Tá ið tú hevur ført fólkið út úr Egyptalandi, skulu tit dýrka Guð á hesum fjalli.» 13Og Móses segði við Guð: «Men tá ið eg nú komi til Ísraelsmanna og sigi teimum, at Guð fedra teirra hevur sent meg til teirra, og teir tá fara at spyrja um navn hansara, hvat skal eg tá svara teimum?» 14Tá segði Guð við Móses: «Eg eri tann, sum eg eri.» Og hann mælti: «Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: «Eg eri» hevur sent meg til tykkara.»
15Uppaftur segði Guð við Móses: «Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: Harrin, Guð fedra tykkara, Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups hevur sent meg til tykkara; hetta er navn mítt um ævir, og hetta er eiti mítt ættarlið eftir ættarlið. 16Far nú og savna saman Ísraels elstu og sig við teir: Harrin, Guð fedra tykkara, birtist fyri mær, Guð Ábrahams, Ísaks og Jákups, og segði: Eg havi givið tykkum gætur og tí, sum tykkum hevur verið fyri í Egyptalandi; 17tí havi eg sett mær fyri at føra tykkum burtur úr eymd Egyptalands inn í land Kánáanita, Hetita, Ámorita, Perezita, Hivita og Jebusita, í land, sum flýtur í mjólk og hunangi. 18Teir munnu lurta eftir tær, og tá skalt tú og Ísraels elstu ganga fyri Egyptalands kong og siga við hann: Harrin, Guð Hebrea, hevur møtt okkum; loyv okkum tí at fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina at ofra Harranum, Guði okkara, sláturoffur. 19Væl veit eg, at Egyptalands kongur ikki man loyva tykkum at fara avstað uttan við hørðum; 20tí vil eg rætta út hond mína og sláa Egyptaland við øllum teimum undurum, sum eg vil gera teirra millum; og tá skal hann lata tykkum fara! 21Og tá skal eg laga tað so, at Egyptum tykir tokka í tykkum, so at tit, tá ið tit fara avstað, ikki fara tómhentir; 22hvør kona skal biðja grannkonu sína og sambýliskonu sína um silvurgripir og gullgripir og klæði, sum tit skulu lata synir og døtur tykkara bera, og soleiðis skulu tit ræna Egyptar.»
Currently Selected:
Exodus 3: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society