Exodus 18
18
Jetro vitjar Móses
1Men tá ið Jetro, prestur í Midian, verfaðir Mósesar, hoyrdi um alt, sum Guð hevði gjørt fyri Móses og Ísrael, fólk sítt, hvussu Harrin hevði leitt Ísrael út úr Egyptalandi, 2tá tók Jetro, verfaðir Mósesar, Zipporu, konu Mósesar, sum hann hevði sent heim aftur, 3og báðar synir hansara; annar teirra æt Gersjom, tí at hann hevði sagt: «Eg eri útiseti í fremmandum landi;» 4og hin æt Eliezar, tí at hann hevði sagt: «Guð faðirs míns er hjálp mín, og hann hevur bjargað mær undan svørði Fáraos;» 5og Jetro, verfaðir Mósesar, kom til Mósesar við sonum og konu hansara út í oyðimørkina, har ið hann hevði herbúðir sínar við fjall Guðs, 6og læt bera Mósesi hesi tíðindi: «Jetro, verfaðir tín, er komin til tín við konu tíni og báðum sonum hennara.» 7Móses fór tá út ímóti verfaðir sínum, lútaði honum og kysti hann; og tá ið teir høvdu heilsast, gingu teir inn í tjaldið. 8Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið Harrin hevði gjørt Fárao og Egyptum fyri Ísraels sakir, frá øllum treytum, ið teimum høvdu verið fyri á ferðini, og hvussu Harrin hevði bjargað teimum. 9Tá gleddist Jetro yvir alt tað góða, sum Harrin hevði gjørt Ísrael, við tað at hann hevði bjargað teimum úr hondum Egypta. 10Og Jetro segði: «Lovaður veri Harrin, ið bjargaði tykkum úr hondum Egypta og úr hondum Fáraos! 11Nú veit eg, at Harrin ber av øllum gudum, tí at hann hevur bjargað fólkinum úr hondum Egypta, stuðlaður til tess av dramblæti teirra móti Ísraelsmonnum!» 12Jetro, verfaðir Mósesar, bar nú fram brennioffur og sláturoffur Guði til handa; og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð saman við verfaðir Mósesar fyri ásjón Guðs.
Jetro kennir Mósesi nýggja rættarskipan
13Morgunin eftir settist Móses at skipa fólkinum rætt; og fólkið stóð frammi fyri honum frá morgni til myrkurs. 14Men tá ið verfaðir Mósesar sá alt tað strev, ið Móses hevði við fólkinum, segði hann: «Hvat er hetta fyri strev, sum tú hevur við fólkinum? Hví situr tú einsamallur og dømir, meðan alt fólkið stendur frammi fyri tær frá morgni til myrkurs?» 15Móses svaraði verfaðir sínum: «Jú, fólkið kemur til mín til tess at leita ráð við Guð. 16Og hvørja ferð teir hava kærumál sín ámillum, koma teir á fund við meg; og tá dømi eg teirra millum og kenni teimum fyriskipanir Guðs og lógir hans.» 17Men verfaðir Mósesar segði við hann: «Hetta fer ikki at bera til, sum tú gert; 18á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú og fólkið, sum við tær er; hetta er ov nógv strev fyri teg, tí tú fært ikki gjørt hetta einsamallur. 19Men lurta nú eftir mær, so skal eg leggja tær ráð, og Guð skal vera við tær: Tú skalt sjálvur fólksins vegna ganga fram fyri Guð og bera sakarmál teirra fram fyri hann; 20og tú skalt kenna teimum skipanirnar og lógir og kunngera teimum vegin, sum teir skulu ganga, og tað, sum teir eiga at gera. 21Men tú skalt kjósa tær úr øllum fólkinum dugandi menn, ið óttast Guð, og rættlátar menn, ið hata órættvísan vinning, og teir skalt tú skipa høvdingar yvir teimum, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju. 22Teir skulu javnan mæla fólkinum lógskil, soleiðis at teir við øllum hinum størru málum skulu koma til tín, men í smærri málum skulu teir sjálvir døma; soleiðis skalt tú lata teir dugna tær hond og lætta um strev títt. 23Gert tú hetta, og Guð vil tað soleiðis, tá skalt tú ikki lúgvast, og alt hetta fólk fara heim til sín sjálvs í øllum góðum.»
24Móses lýddi orðum verfaðirs síns og gjørdi alt, sum hann hevði sagt; 25hann kjósaði sær dugandi menn av øllum Ísrael og skipaði teir høvdingar yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju; 26teir mæltu tá alsamt fólkinum lógskil; hini torføru málini løgdu teir fram fyri Móses, og í øllum smærri málum dømdu teir sjálvir. 27Síðan skildist Móses við verfaðir sín, og hann fór heim aftur í land sítt.
Currently Selected:
Exodus 18: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society