Exodus 19
19
Opinberingin á Sinai
1Í triðja mánaði eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, á hesum degi komu teir í Sinai oyðimørk. 2Teir hildu úr Refidim og komu í Sinai oyðimørk og settu herbúðir sínar í oyðimørkini; og Ísrael setti herbúðirnar áraka fjallið; 3men Móses fór niðan til Guðs; tá rópaði Harrin til hansara av fjallinum og segði: «So skalt tú siga við Jákups ætt og kunngera Ísraelsmonnum: 4Tit hava sjálvir sæð, hvat eg havi gjørt Egyptum, og hvussu eg havi borið tykkum á arnarveingjum og leitt tykkum higar til mín. 5Um tit nú vilja lýða rødd míni og halda sáttmála mín, so skulu tit vera ogn mín fram um allar tjóðir, tí at mín er øll jørðin. 6Og tit skulu vera mær prestaríki og heilag tjóð! Hetta eru tey orð, ið tú skalt mæla við Ísraelsmenn.» 7Tá ið Móses kom oman aftur, stevndi hann til sín hinum elstu fólksins og kunngjørdi teimum alt, ið Harrin hevði boðið honum. 8Og alt fólkið svaraði og segði: «Vit vilja gera alt, ið Harrin hevur sagt!» Tá flutti Móses Harranum aftur orð fólksins.
9Og Harrin segði við Móses: «Sí, eg vil koma til tín í dimmum skýggi, so at fólkið má hoyra meg tala við teg og trúgva eisini á teg um ævir.» Síðan flutti Móses Harranum orð fólksins aftur. 10Tá segði Harrin við Móses: «Far til fólkið og lat teir halga seg í dag og í morgin og tváa klæði síni 11og vera búnar á triðja degi, tí at á triðja degi skal Harrin stíga oman á Sinai fjall fyri alra manna eygum. 12Men tú skalt seta upp mark alt í kring fyri fólkinum og siga: «Varið tykkum fyri at fara niðan á fjallið, ja, fyri at nerta við undirlendi tess; hvør, ið nertur við fjallið, skal vissuliga týna lívið. 13Eingin hond má nerta við hann, men hann skal verða grýttur við gróti ella skotin til bana; hvørt tað er djór ella maður, skal tað týna lívið. Tá ið so veðrahornið gellir, skulu teir fara niðan á fjallið.» 14Síðan fór Móses oman av fjallinum til fólkið, og hann læt fólkið halga seg og tváa klæði síni. 15Og hann segði við fólkið: «Verið búnir triðja dagin og komið tess ámillum ikki nær nakrari konu!» 16Triðja dagin í lýsingini legðist eitt tjúkt skýggj á fjallið við toruslátti og snarljósum; og hin harðasti lúðrablástur gelti, so at alt fólkið í búðunum nøtraði. 17Tá leiddi Móses fólkið út úr búðunum til at møta Guði; og tey tóku støðu undir fjallinum. 18Og alt Sinai fjall var hult í royki, av tí at Harrin steig niður á tað í eldi; roykurin stóð upp úr tí eins og roykurin úr bræðsluovni; og alt fjallið skalv. 19Lúðraljómurin harðnaði nú í hvørjum; Móses talaði, og Guð svaraði honum við harðari rødd. 20Tá ið Harrin var stigin niður á Sinai fjall, niður á fjallatindin, rópaði hann Móses niðan á fjallatindin. Tá fór Móses niðan. 21Og Harrin segði við Móses: «Far oman og legg fólkinum dýran við ikki at skotra seg fram, so at tey síggja Harran, og soleiðis fjøldin av teimum ferst. 22Eisini prestarnir, sum annars nærkast Harranum, skulu halga seg, til tess at Harrin ikki brýtur skarð í manngarð teirra.» 23Men Móses segði við Harran: «Fólkið má jú ikki koma niðan á Sinai fjall, tí at tú hevur sjálvur lagt okkum dýran við og sagt: Setið mark kring um fjallið og halgið tað!» 24Tá segði Harrin við hann: «Far nú oman og hav Áron niðan aftur við tær; men prestarnir og fólkið mega ikki troðka seg niðan móti Harranum, so at hann ikki brýtur skarð í manngarð teirra!» 25Móses gekk tá oman til fólkið og segði teimum hetta.
Currently Selected:
Exodus 19: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society