YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 17

17
Móses slær vatn av kletti
1Síðan helt allur savnaður Ísraelsmanna út úr oyðimørkini Sin og helt áfram við steðgum av og á, eins og Harrin hevði boðið; men tá ið tey settu upp herbúðir í Refidim, hevði fólkið einki vatn at drekka. 2Tá klandraðist fólkið við Móses og segði: «Gev okkum vatn at drekka!» Men Móses svaraði teimum: «Hví klandrast tit við meg? Hví freista tit Harran?» 3Men fólkið tysti eftir vatni, meylaði inn á Móses og segði: «Hví leiddi tú okkum úr Egyptalandi til tess at lata okkum og børn okkara og fenað doyggja í tosta?» 4Tá rópaði Móses til Harrans og segði: «Hvat skal eg gera við hetta fólk? Tað vantar lítið í, at teir grýta meg við gróti!» 5Men Harrin svaraði Mósesi: «Gakk fram fyri fólkið; tak nakrar av hinum elstu í Ísrael við tær og hav í hond tíni stav tann, sum tú slóst á Nílánna við, og far so avstað! 6Sí, eg skal standa framman fyri tær har á klettinum við Hóreb; tá ið tú slært á klettin, skal vatn spretta fram, so at fólkið fær at drekka.» Móses gjørdi nú soleiðis, meðan hinir elstu í Ísrael vóru hjástaddir. 7Og hann nevndi staðin Massa og Meriba, av tí at har høvdu Ísraelsmenn klandrast og freistað Harran við at siga: «Man nú Harrin vera okkara millum ella ikki?»
Bardagi við Ámalekitar
8Síðan komu Ámalekitar at stríðast ímóti Ísrael í Refidim. 9Tá segði Móses við Jósva: «Kjósa tær menn og halt í bardagar við Ámalekitar; so skal eg í morgin standa dygst uppi á heygnum við stavi Guðs í hondini!» 10Jósva gjørdi tá, eins og Móses hevði sagt honum, og fór í bardaga við Ámalekitar, men Móses, Áron og Hur gingu dygst niðan á heyggin. 11Tá bar so á, at hvørja ferð Móses hevði upp hendur sínar, vóru Ísraelsmenn við yvirlutan, men hvørja ferð hann læt hendurnar síga, vóru Ámalekitar við yvirlutan. 12Og tá ið Móses møddist í hondunum, skúgvaðu teir stein inn undir hann; hann settist á hann; og Áron og Hur styðjaðu hendur hansara hvør sínumegin hann. Soleiðis vóru hendur hans upplyftar, alt til sól fór til viða. 13Og Jósva jarðlegði Ámalek og herlið hansara við svørði.
14Tá segði Harrin við Móses: «Rita hetta í bók til áminningar og prenta tað í minnið á Jósva, tí at eg vil oyða av minnið um Ámalek undir himni!» 15Síðan reisti Móses altar og nevndi tað «Harrin er hermerki mítt.» 16Og hann segði: «Frá hásæti Harrans er útrætt hond; ætt eftir ætt berjist Harrin við Ámalek.»

Currently Selected:

Exodus 17: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in