1
Fimta Mósebók 7:9
BÍBLIA
FB
Tí skalt tú vita, at Harrin, Guð tín, er hin sanni Guð, hin trúfasti Guð, sum í túsunda ættarlið heldur fast við sáttmálan og miskunnsemina móti teimum, ið elska hann og halda boðorð hans.
Compare
Explore Fimta Mósebók 7:9
2
Fimta Mósebók 7:6
tí at tú ert tjóð, sum ert halgað Harranum, Guði tínum; teg hevur Harrin, Guð tín, kosið til at vera fólk sítt fram um allar tjóðir á foldum.
Explore Fimta Mósebók 7:6
3
Fimta Mósebók 7:8
men av tí at Harrin elskaði tykkum og vildi halda tykkum tann eiðin, ið hann hevði svorið fedrum tykkara, tessvegna leiddi hann tykkum við sterkari hond og loysti tykkum út úr trælahúsinum undan valdi Fáraos, Egyptalands kongs.
Explore Fimta Mósebók 7:8
4
Fimta Mósebók 7:7
Tað var ikki tí, at tit vóru størri enn allar aðrar tjóðir, at Harrin legði ást við tykkum og valdi tykkum út, tí at tit vóru heldur at kalla av minstu tjóðum
Explore Fimta Mósebók 7:7
5
Fimta Mósebók 7:14
Fram um allar aðrar tjóðir skalt tú verða vælsignað, og hjá tær skal hvørki finnast kallur ella kona, sum eru barnleys, ella fenaður, sum er geldur
Explore Fimta Mósebók 7:14