1
Fimta Mósebók 5:16
BÍBLIA
FB
Æra faðir tín og móður tína, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær, til tess at tú mást liva leingi, og at tað má vignast tær væl í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær.
Compare
Explore Fimta Mósebók 5:16
2
Fimta Mósebók 5:33
Fylgið altíð teirri leið, sum Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum at ganga, til tess at tit mega halda lívi og hava eydnuna við tykkum og liva leingi í tí landi, sum tit skulu taka til ognar.»
Explore Fimta Mósebók 5:33
3
Fimta Mósebók 5:9-10
tú mást ikki tilbiðja tað og ikki dýrka tað, tí at eg, Harrin, Guð tín, eri vandlátur Guð, sum lati misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið teirra, ið meg hata; men eyðsýni miskunn í túsunda lið móti teimum, ið meg elska og varðveita boðorð míni.
Explore Fimta Mósebók 5:9-10
4
Fimta Mósebók 5:8
Tú mást ongar skurðmyndir gera tær og eingi líki av nøkrum tí, sum er uppi á himni ella her niðri á jørð ella í havinum undir jørðini
Explore Fimta Mósebók 5:8
5
Fimta Mósebók 5:7
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.
Explore Fimta Mósebók 5:7
6
Fimta Mósebók 5:11
Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin letur ikki tann sleppa órevsaðan, sum nevnir navn hansara í tóman heim.
Explore Fimta Mósebók 5:11
7
Fimta Mósebók 5:29
Gævi teir altíð mega hava tílíkan hug, so at teir óttast meg og varðveita boðorð míni allar dagar, til tess at tað má vignast teimum og børnum teirra væl um allar ævir.
Explore Fimta Mósebók 5:29
8
Fimta Mósebók 5:12
Minst til at halda hvíludagin heilagan, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær.
Explore Fimta Mósebók 5:12
9
Fimta Mósebók 5:21
Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, og ikki girnast hús næsta tíns ella jørð hansara ella húskall ella arbeiðiskonu, oksa ella asna hans ella nakað, sum næsti tín eigur.»
Explore Fimta Mósebók 5:21
10
Fimta Mósebók 5:18
Tú mást ikki dríva hor.
Explore Fimta Mósebók 5:18
11
Fimta Mósebók 5:20
Tú mást ikki bera falskan vitnisburð móti næsta tínum.
Explore Fimta Mósebók 5:20
12
Fimta Mósebók 5:17
Tú mást ikki sláa í hel.
Explore Fimta Mósebók 5:17
13
Fimta Mósebók 5:19
Tú mást ikki stjala.
Explore Fimta Mósebók 5:19
14
Fimta Mósebók 5:15
Minst til, at tú sjálvur vart trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, leiddi teg út haðan við sterkari hond og útrættum armi; tessvegna beyð Harrin tær at halda hvíludagin.
Explore Fimta Mósebók 5:15
15
Fimta Mósebók 5:13-14
Í seks dagar skalt tú starva og vinna alt verk títt, men sjeyndi dagurin skal vera hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna, hvørki tú sjálvur, sonur tín ella dóttir tín, trælur tín ella trælkona tín ella oksi tín og asni ella nakað dýr hjá tær ella útisetarnir innan borgarliða tína, til tess at trælur og trælkona tín mega hvíla eins og sjálvur tú.
Explore Fimta Mósebók 5:13-14
16
Fimta Mósebók 5:6
«Eg eri Harrin, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum.
Explore Fimta Mósebók 5:6