Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 11

11
Framhald
1Tí skalt tú elska Harran, Guð tín, og varðveita tað, sum hann vil hava teg at varðveita, skipanir, lógir og boðorð hans allar dagar. 2Tað er ikki við børn tykkara, eg tali, sum ikki hava kent ella sæð hetta; tí skulu tit í dag hava í huga aga Harrans, Guðs tykkara, mikilleika hans og sterku hond og útrætta arm, 3tekin hans og tær gerðir, sum hann í Egyptalandi gjørdi móti Fárao, Egyptalands kongi, og øllum landi hans, 4og hvussu hann fór við heri Egypta, hestum og vagnum teirra, og hvussu hann læt Reyðahavsins vatn fløða aftur yvir teir, tá ið teir eltu tykkum og soleiðis týndi teir með alla, 5og hvat hann gjørdi fyri tykkum í oyðimørkini, til tit komu á henda stað, 6og hvussu hann fór við Dátani og Ábirami sonum Eliabs Rubenssonar, tá ið jørðin læt upp gap sítt og gloypti teimum og húskjum og tjøldum teirra og hvørji sál, ið við teimum var, í miðjum Ísrael øllum. 7Við egnum eygum hava tit jú sæð øll tey miklu verk, ið Harrin hevur útint. 8Varðveitið tí øll tey boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, so at tit fáa megi til at koma inn í tað land, sum tit nú stevna móti til tess at leggja tað undir tykkum, 9og so at tit mega liva leingi í tí landi, sum Harrin svór fedrum tykkara at geva teimum og eftirkomarum teirra – landið, sum flýtur í mjólk og hunangi. 10Tí at hetta landið, sum tú nú fert inn í til tess at taka tað til ognar, er ikki eins og Egyptaland, haðan tit fóru út; tí at har sáddi tú sáð títt og vætti tað við fóti tínum eins og kálgarð. 11Men hetta landið, sum tit nú fara inn í til tess at taka tað til ognar, hevur dalar og fjøll og drekkur vatn av himni, tá ið regnar, 12land, sum Harrin, Guð tín, unnar, og sum eygu Harrans, Guðs tíns, altíð hvíla á frá ársbyrjan til ársloks. 13Og lýða tit nú trúliga boðorðum mínum, sum eg í dag leggi fyri tykkum, so at tit elska Harran, Guð tykkara, og tæna honum av heilum huga og av allari sál tykkara, 14tá skal eg geva landi tykkara regn í tøkum tíma, bæði heystregn og várregn, so at tú fært korn títt og aldinløg tín og olju tína inn undir lonir; 15og tá skal eg lata grasið grønkast á bøi tínum fyri fenað tín, og tú skalt eta og verða mettur. 16Men varið tykkum, at ikki hjarta tykkara letur seg tøla, so at tit fara av leið og tæna øðrum gudum og tilbiðja teir, 17tí at tá man vreiði Harrans tendrast ímóti tykkum, og hann man loka himin aftur, so at ikki regnar, og jørðin ongan ávøkst ber, og tit í bræði verða oyddir úr tí dýrdliga landi, sum Harrin fer at geva tykkum. 18Tit skulu tí leggja tykkum hesi orð míni í hjarta og sál og binda tey sum tekin á hond tykkara og hava tey sum áminningarmerki á enni tykkara. 19Og tit skulu kenna børnum tykkara tey við at bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp; 20tú skalt rita tey á durastavirnar í húsi tínum og á borgarlið tíni, 21so at bæði tit og børn tykkara mega liva í tí landi, sum Harrin svór fedrum tykkara at geva teimum, so leingi sum himin er yvir jørðini. 22Tí at um tit varðveita trúliga øll hesi boðorð, sum eg í dag bjóði tykkum at halda, so at tit elska Harran, Guð tykkara, og altíð ganga leiðir hansara og halda tykkum aftur at honum, 23tá skal Harrin reka burtur allar hesar tjóðir undan tykkum, so at tit leggja undir tykkum tjóðir, sum eru størri og sterkari enn tit. 24Hvør staður, sum tit stíga fótin á, skal verða ogn tykkara; og frá oyðimørkini og alt at Libanon, frá ánni, frá Eufrat, og alt at vesturhavinum skulu landamark tykkara ganga. 25Eingin skal standast fyri tykkum; ótta og ræðslu fyri tykkum skal Harrin, Guð tykkara, lata koma yvir land, sum tit seta fótin á, eins og Harrin hevur lovað tykkum. 26Sí, eg leggi fram fyri tykkum í dag signing og banning. 27Signingina: um tit lýða boðorðum Harrans, Guðs tykkara, sum eg í dag leggi fyri tykkum, 28og banningina: um tit ikki lýða boðorðum Harrans, Guðs tykkara, men víkja av tí vegi, sum eg nú bjóði tykkum at ganga, og elta aðrar gudar, sum tit hava ikki kent. 29Og tá ið Harrin, Guð tín, hevur leitt teg inn í tað landið, sum tú nú fert at ogna tær, tá skalt tú leggja signingina á Garizim fjall og banningina á Ebal fjall. 30Tey eru jú hinumegin Jórdan, vestanvert við sólarlagsvegin, í landi Kánáanita teirra, sum búgva á Árábaslættanum beint áraka Gilgal við spásagnareikina. 31Tí at tit fara nú yvir um Jórdan til tess at koma inn í og taka til ognar tað land, sum Harrin, Guð tykkara, gevur tykkum. Og tá ið tit hava lagt tað undir tykkum og tikið upp bústað tykkara í tí, 32tá haldið trúliga allar skipanir og allar lógir, sum eg nú leggi fyri tykkum.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 11: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in