Bible App logo
Search Icon

Fimta Mósebók 10

10
Framhald
1Um tað mundið segði Harrin við meg: «Høgg tær úr steini tvær talvur, eins og hinar fyrru vóru, og kom niðan á fjallið til mín; somuleiðis skalt tú gera tær ørk av viði. 2Eg ætli at rista á talvurnar tey orð, sum vóru á hinum fyrru talvunum, sum tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina.» 3Eg gjørdi tá ørk av ákásiuviði og høgdi úr steini tvær talvur eins og hinar fyrru og gekk niðan á fjallið við báðum talvunum í hendi. 4Tá ritaði hann á talvurnar tað sama sum hina fyrru ferðina, tey tíggju orðini, sum Harrin talaði til tykkara á fjallinum út úr miðjum eldinum tann dagin, sum tit vóru samankomnir har; síðan fekk Harrin mær tær. 5Tá snúði eg mær og fór oman aftur av fjallinum og legði talvurnar í ta ørk, sum eg hevði gjørt; og har vórðu tær liggjandi, eins og Harrin hevði boðið mær. 6Síðan fóru Ísraelsmenn úr Beerot-Bene-Jáakan til Mósera; har doyði Áron og varð jarðaður; og Eleazar, sonur hansara, varð prestur í stað hansara. 7Haðan fóru teir til Gudgoda og frá Gudgoda til Jotbata, har ikki tróta løkir. 8Um tað mundið skildi Harrin Levi ætt frá til at bera sáttmálaørk Harrans og til at standa frammi fyri Harranum og tæna honum og vælsigna í navni hansara, eins og teir gera enn í dag. 9Tí fekk Levi ongan lut ella arv saman við brøðrum sínum; Harrin er sjálvur arvalutur hans, so sum Harrin, Guð tín, hevði lovað honum. 10Men eg varð verandi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur eins og hina fyrru ferðina; og Harrin bønhoyrdi meg eisini hesa ferðina; Harrin vildi ikki forkoma tykkum. 11Tá segði Harrin við meg: «Búgv teg nú til ferðar og gakk á odda fyri fólkinum, so at teir koma inn í og ogna sær tað landið, sum eg svór fedrum teirra at geva teimum.»
Áminning um at halda lógina
12Og nú, Ísrael, hvat krevur Harrin, Guð tín, av tær annað, enn at tú óttast Harran, Guð tín, so at tú altíð gongur leiðir hansara og elskar hann og tænir Harranum, Guði tínum, av heilum huga og av allari sál tíni 13og varðveitir boðorð Harrans og tær fyriskipanir, sum eg í dag leggi fyri teg, til tess at tær skal vignast væl! 14Sí, himin og himnanna himnar, foldin og alt, sum á henni er, tilhoyrir jú Harranum, Guði tínum; 15og kortini vóru tað einans fedrar tykkara, sum hann hevði góðan tokka í, so at hann elskaði teir og útvaldi tykkum, eftirkomarar teirra, eftir teir fram um allar tjóðir, eins og nú er sýniligt. 16Umskerið tí yvirhúð hjarta tykkara og gerið ikki longur svíra tykkara harðan! 17Tí at Harrin, Guð tykkara, hann er Guð gudanna og drottin drotnanna, hin mikli, sterki og øgiligi Guð, sum ikki ger mannamun og ikki tekur við mutri; 18hann veitir hinum faðirleysa og einkjuni rætt, er góður við útisetan og gevur honum føði og klæði. 19Og somuleiðis skulu tit vera góðir við útisetan, tí at eisini tit vóru útisetar í Egyptalandi. 20Harran, Guð tín, skalt tú óttast, hann skalt tú dýrka og halda teg aftur at honum; og við navn hansara skalt tú svørja. 21Hann er lovsongur tín, og hann er Guð tín, sum hevur útint fyri teg hesi stórverk og miklu undur, sum tú hevur sæð við egnum eygum. 22Sjeyti í tali fóru fedrar tínir til Egyptalands, og nú hevur Harrin, Guð tín, gjørt teg fjølmentan eins og stjørnur himinsins.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 10: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in