Fimta Mósebók 12
12
Einans á einum staði má Harrin verða dýrkaður
1Hetta eru tær fyriskipanir og tey løgboð, sum tit skulu trúliga halda í tí landi, sum Harrin, Guð fedra tína, man geva tær til ognar allar dagar, sum tit liva á jørðini. 2Tit skulu til grundar oyða allar teir staðir, har tær tjóðir, ið tit leggja undir tykkum, hava dýrkað gudar sínar, bæði á høgum fjøllum, á heyggjum og undir hvørjum grønum træi. 3Tit skulu ríva niður altar teirra og smildra steinsúlur teirra, brenna upp Ásjerustólpar teirra, høgga sundur skurðgudamyndir teirra og avoyða nøvn teirra úr staði teirra. 4Soleiðis skulu tit ikki fara at móti Harranum, Guði tykkara. 5Men tit skulu leita á staðin tann, sum Harrin, Guð tykkara, kjósar sær av øllum ættum tykkara til tess at lata navn sítt búgva har; hagar skulu tit fara; 6og hagar skulu tit koma við brenniofrum og sláturofrum tykkara, við tíggjundum og øllum offuravskurði tykkara, við heitofrum og sjálvkravdum ofrum tykkara og við frumburðum undan stórdýrum og smalum tykkara. 7Har skulu tit halda offurmáltíð frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, og saman við húskjum tykkara fegnast yvir alt, sum tit hava vunnið við virki tykkara, og sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við. 8Tó mega tit ikki gera, eins og vit nú gera her, so hvør maður ger tað, ið honum líkar. 9Tí at enn eru tit ikki komnir á tann heimstað og arvalut, sum Harrin, Guð tín, skal geva tær. 10Men tá ið tit koma yvir um Jórdan og hava tikið upp bústað í tí landi, sum Harrin, Guð tykkara, letur tykkum fáa til ognar, og tá ið hann hevur veitt tykkum frið fyri øllum fíggindum tykkara runt íkring, og tit búgva ekkaleysir, 11tá skulu tit koma við øllum offurgávum, sum eg bjóði tykkum, á tann stað, ið Harrin, Guð tykkara, velur sum bústað fyri navn sítt, bæði við brenniofrum og sláturofrum, við tíggjundum og øllum offuravskurðum tykkara og øllum útvaldum heitofrum, sum tit lova Harranum; 12og har skulu tit gleða tykkum frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, saman við sonum og døtrum tykkara, trælum og trælkvendum, og við Levitunum, sum eru innan borgarliða tykkara, tí at teir hava hvørki lut ella arvagrein saman við tykkum. 13Vara teg fyri at frambera brennioffur tíni á einum og hvørjum staði, sum eyga títt ber við. 14Men á tí staði, sum Harrin velur sær í einihvørji av ættum tínum, har skalt tú ofra brennioffur tíni, og har skalt tú gera alt tað, sum eg bjóði tær. 15Men annars mást tú í øllum borgum tínum slátra og eta kjøt eftir vild tíni av øllum, sum Harrin, Guð tín, vælsignar teg við; bæði óreinir og reinir mega eta av tí, eins og tað var skógargeit ella hjørtur. 16Men blóðið mega tit ikki eta; tað skulu tit lata renna niður á jørðina eins og vatn. 17Innan borgarliða tína mást tú ikki eta tíggjundina av korni tínum og aldinløgi og olju tíni, heldur ikki frumburðirnar undan stórdýrum og smalum tínum, ikki nakað av heitofrum tínum, sum tú hevur heitt, ella tíni sjálvkravdu offur ella nakað av offuravskurðum tínum; 18nei, frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur sær, skalt tú njóta alt hetta saman við syni tínum og dóttur, trælum og trælkvendum tínum og Levitunum, sum eru innan borgarliða tína; og tú skalt fegnast fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, yvir alt, sum tú ognar tær. 19Vara teg frá at forfjóna Levitan allar teir dagar, sum tú livir í landi tínum. 20Tá ið Harrin, Guð tín, víðkar um landamark tíni, eins og hann hevur givið tær lyfti um, og tú tá fært brell eftir kjøti og sigur, at tú vilt hava kjøt at eta, tá mást tú eta kjøt, eins og tær lystir. 21Liggur tann staður, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, langt av leið, tá skalt tú slátra av stórdýrum og smalum tínum, sum Harrin gevur tær, eins og eg havi boðið tær; og tú mást eta tað innan borgarliða tína alt eftir vild tíni; 22men tú skalt eta tað eins og skógargeit og hjørt; bæði óreinir og reinir mega eta av tí. 23Men tú mást fram um alt vara teg frá at eta blóðið; tí at blóðið er sálin; og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum. 24Tú mást ikki eta tað, men tú skalt lata tað renna niður á jørðina eins og vatn. 25Et tað ikki, til tess at tað má vignast tær væl og børnum tínum eftir teg, tá ið tú gert tað, sum rætt er í eygum Harrans. 26Men halgigávur og heitoffur tíni skalt tú hava við tær á tann stað, sum Harrin velur sær. 27Og brennioffur tíni, bæði kjøtið og blóðið, skalt tú ofra á altari Harrans, Guðs tíns; og blóðið av sláturofrum tínum skal verða úthelt á altar Harrans Guðs tíns; men kjøtið mást tú eta. 28Varðveit og lýð tú øllum hesum boðum, sum eg leggi fyri teg, til tess at tað má vignast tær væl og børnum tínum eftir teg um allar ævir, tá ið tú gert tað, sum gott og rætt er í eygum Harrans, Guðs tíns.
Forboð móti gudsdýrkan Kánáanita
29Tá ið Harrin, Guð tín, hevur avoytt tær tjóðir, sum tú fert at leggja undir teg, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í landi teirra, 30tá lat teg ikki tøla til at taka við siðum teirra, eftir at teir eru oyddir undan tær; og fregnast ikki eftir gudum teirra við at spyrja: «Hvussu mundu hesar tjóðir dýrka gudar sínar? Eg vil bera meg at á sama hátt.» 31Men soleiðis mást tú ikki bera teg at við Harranum, Guði tínum; tí at alt, sum er Harranum andstyggiligt, alt, sum hann hatar, tað gera teir gudum sínum til heiðurs; ja, eisini synir sínar og døtur brenna teir upp í eldi gudum sínum til heiðurs. 32Tit skulu vandaliga halda alt tað, sum eg leggi fyri tykkum og einki leggja aftur at og einki taka burtur av tí.
Currently Selected:
Fimta Mósebók 12: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society