Dánjal 8
8
Veðrurin og geitarhavurin: hitt persiska og hitt grikska heimsríkið
1Á triðja ríkisári Belsazzars kongs birtist mær, Dánjali, sjón, aftan á hina, sum eg hevði sæð frammanundan. 2Og eg sá í sjónini, og mær tóktist, at eg var í borgini Súsan í Elamheraði, og eg sá meg í sjónini standa við ánna Úlai. 3Og tá ið eg hugdi upp, sá eg veðr standa við ánna; hann hevði tvey stór horn, annað størri enn hitt; men tað, sum var størri, spratt upp seinni. 4Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðuri og suðuri; eingi djór kundu standast fyri honum, og eingin kundi bjarga nøkrum undan valdi hans; hann gjørdi eftir vild síni og framdi miklar lutir.
5Meðan eg gav hetta í geyma, sí, tá kom úr vestri geitarhavur; hann fór um alla jørðina, men uttan at bera við hana; havurin hevði stórt horn á enninum. 6Hann kom fram at hinum tvíhyrnda veðrinum, ið eg hevði sæð standa við ánna, og leyp á hann í miklari øði. 7Og eg sá, hvussu hann fór tætt at veðrinum, østi seg upp ímóti honum og rendi til hansara og breyt bæði hornini av honum, so at veðrurin einki kundi gera ímóti honum; hann legði hann til jarðar og traðkaði oman á honum, og har var eingin til at hjálpa veðrinum undan honum.
8Og geitarhavurin framdi ovurmiklar lutir, men tá ið máttur hans var sum mestur, brotnaði hornið mikla, og í stað tess vuksu upp fýra onnur horn, ið horvdu út ímóti hinum fýra høvuðsættunum. 9Men upp úr einum teirra spratt annað minni horn og vaks stórliga bæði suðureftir og eystureftir og móti tí dýrmæta landi; 10tað vaks alt upp í her himinsins og rindaði nakrar av herinum, nakrar av stjørnunum til jarðar og traðkaði á tær. 11Tað bretti sær upp ímóti høvdinga hersins; dagliga offur hansara varð avtikið, og hans heilagi bústaður varð skræddur av grund. 12Í stað hins dagliga offurs varð misgerð løgd á altarið; sannleikin varð rindaður til jarðar; og alt, sum hornið gjørdi, vignaðist væl fyri tí.
13Tá hoyrdi eg ein heilagan tala og ein annan heilagan, ið spurdi tann, sum talaði: «Hvussu langt tíðarskeið sipar hon til, henda sjónin um hitt avtikna dagliga ofrið og um hina oyðandi misgerð og um halgidómin og herin, ið verða traðkað undir fótum?» 14Hann svaraði: «Tvey túsund og trý hundrað kvøld og morgnar; tá man halgidómurin hava fingið rætt sín aftur!»
15Meðan eg, Dánjal, eygleiddi sjónina og royndi at skilja hana, sí, tá stóð frammi fyri mær ein, ið var á at líta eins og maður. 16Og eg hoyrdi mitt yvir Úlai mansrødd, ið kallaði og segði: «Gábriel, ger hesum manni grein á sjónini!» 17Síðan kom hann hagar, sum eg stóð; og tá ið hann var komin til mín, varð eg ræddur og fell fram á ásjón mína; men hann segði við meg: «Legg í geyma, tú manssonur, tí at sjónin viðvíkur síðstu tíð!» 18Meðan hann talaði við meg, lá eg fram eftir rommum í óviti á jørðini; men hann nart við meg og reisti meg aftur á føtur 19og segði: «Sí, eg vil kunngera tær tað, sum verða skal á vreiðinnar síðstu tíð, tí at sjónin viðvíkur hini avráddu endalykt. 20Hin tvíhyrndi veðrurin, ið tú sást, merkir kongarnir av Mediu og Persiu, 21hin lodni geitarhavurin merkir Grikkalands kongur, og hornið mikla á enni hans er fyrsti kongurin. 22At tað varð slitið av, og at fýra onnur spruttu fram í stað tess, tað merkir, at av tjóð hans munnu fýra ríki koma fram, tó ikki javnlík honum í mátti. 23Men tá ið veldi teirra tekur enda, tá ið hini trúnaðarleysu hava fylt mátið, tá skal kongur rísa upp nasadjarvur og vándur í ráðum. 24Hann skal vera mikil í mátti, tó ikki javnlíki hins; ótrúligt skal hann hava á máli og vera happadrúgvur í tí, sum hann tekur sær fyri; máttugar skal hann týna; 25ja, upp ímóti hinum heilagu skal hugur hansara snúgvast; svikaráð hansara skulu eydnast honum, og í dramblæti sínum skal hann beina fyri mongum, ið einki ilt vardi, ja, eisini rísa upp ímóti høvdinga høvdinganna; men síðan skal hann týnast, tó ikki av manna ávum. 26Sjónin um kvøldini og morgnarnar, ið talað var um, er sonn, men goym tú sjónina, tí at hon viðvíkur fjarlagnum tíðum.»
27Men eg, Dánjal, legðist sjúkur um bil; síðan komst eg aftur á føtur og fór aftur at starva í tænastu kongs; men eg var albilsin um tað, sum eg hevði sæð, og eingin skilti tað.
Currently Selected:
Dánjal 8: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society