YouVersion Logo
Search Icon

Dánjal 7

7
Hini fýra djórini og mannasonurin: heimsríkini og Guðs ríki
1Á fyrsta ríkisári Belsazzars Bábelkongs droymdi Dánjal dreym, og sjónir bórust honum fyri, meðan hann lá í rekkju síni. Síðan skrásetti hann dreymin og segði frá aðaltátti hans. 2Dánjal tók til máls og segði: Mær var fyri dreymasjón á nátt, og sí, himinsins fýra vindar østu upp meginhavið; 3og upp úr tí komu fýra stór djór, hvørt ólíkt øðrum. 4Hitt fyrsta líktist ljóni, men hevði arnarveingir, og meðan eg hugdi at, vórðu veingir tess slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og maður, og manshjarta varð fingið tí. 5Og sí, annað djórið, hitt annað í røðini, tað var líkt bjørn; tað lyfti seg upp á aðra liðina og hevði trý riv í gapinum millum tannanna; við tað varð sagt: «Statt upp og et nógv kjøt!» 6Eftir hetta sá eg aftur djór, ið líktist pantara; tað hevði á rygginum fýra fuglaveingir; hetta djórið hevði fýra høvur, og tí var vald givið. 7Eftir hetta sá eg aftur í náttarsjónum fjórða djórið, og sí, tað var øgiligt og ræðuligt og ovursterkt; tað hevði tenn av jarni, át og morlaði alt sundur, og leivdirnar traðkaði tað undir fótum; tað var ólíkt hinum fyrru djórunum og hevði tíggju horn. 8Eg gav mær gjølla far um hornini og sá annað minni horn spretta upp millum teirra; og trý av hinum fyrru hornunum, vórðu burturslitin fyri tí; hetta hornið hevði eygu sum mannaeygu og munn, ið mælti stórum orðum.
9Eg hugdi og hugdi, og sí, hásæti vórðu sett fram, og ein, sum gamal var, sessaðist; klæði hans vóru hvít sum kavi og hárið á høvdi hans sum rein ull; hásæti hans var eldslogi og hjólini undir tí brennandi eldur. 10Streymur av eldi floymdi út og streymaði haðan; túsund túsunda tæntu honum, og tíggju túsund tíggju túsunda stóðu frammi fyri honum. Síðan varð rætturin skipaður, og bøkur vórðu upplatnar.
11Eg hugdi, og sí, fyri tey stóru orð, ið hornið talaði... eg sá, at djórið varð dripið og likam tess oyðilagt og varpað í eldin til at brenna upp. 12Eisini frá hinum djórunum var valdið tikið, og teimum varð avmarkað stund og tími til at liva í. 13Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. 14Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast.
15Eg, Dánjal, varð illa skelkaður av hesum; og sjónirnar, ið bórust mær fyri, loyptu ræðslu á meg. 16Tá veik eg at einum teirra, sum har stóðu, og bað hann geva mær gjølla frágreining um alt hetta; og hann svaraði mær og týddi mær tað greiniliga: 17«Hesi fýra stóru djórini merkja tað, at fýra kongar skulu rísa á jørðini; 18men síðan skulu hinir heilagu hjá hinum hægsta taka við ríkinum og sita við tí ævinliga, um aldur og allar ævir.» 19Síðan vildi eg hava álítandi frágreining um hitt fjórða djórið, sum var ólíkt øllum hinum og ógvuliga øgiligt, sum hevði tenn av jarni og kløur av kopari, sum át og morlaði alt sundur og traðkaði tað, sum eftir var, undir fótum, 20og somuleiðis um tey tíggju hornini á høvdi tess og um hitt hornið, sum har spratt upp og trý horn fullu fyri, hetta hornið, ið hevði eygu og munn, ið talaði stór orð og var størri á at líta enn hini. 21Eg sá, hvussu hetta horn legði bardagar við hini heilagu og vann sigur av teimum, 22hagar til hann, ið gamal er, kom, og rætturin var givin hinum heilagu hins hægsta, og tímin var komin, tá ið hinir heilagu fingu ríkið til ognar.
23Svar hans ljóðaði soleiðis: «Fjórða djórið merkir, at fjórða kongaríki skal rísa upp á jørðini. Tað skal verða ólíkt øllum hinum ríkjunum; tað skal oyða alla jørðina, traðka og morla hana sundur. 24Og hornini tíggju merkja tað, at av hesum ríki skulu tíggju kongar koma, og aftan á teir skal annar kongur rísa upp, ið skal vera ólíkur hinum fyrru, og fella tríggjar kongar 25og mæla orðum móti hinum hægsta, kúga hini heilagu hins hægsta og hava í hyggju at broyta tíðir og lógir; og tey skulu verða givin honum upp í hendur eina tíð, tvær tíðir og hálva tíð. 26Men tá skal rætturin verða skipaður og vald hans verða tikið frá honum og verða gjørt at ongum og fyribeint med alla. 27Og ríki og vald og mikilleiki alra tjóða undir himinum skal verða givið hinum heilaga fólki hins hægsta; ríki tess skal vera ævigt ríki, og øll veldi skulu tæna tí og vera tí lýðin.»
28Her er henda frágreiðing at enda; hesar hugsanir mínar elvdu mær, Dánjali, mikla órógv, og andlit mítt skifti lit; men tað, sum mær hevði borist á, goymdi eg í hjartanum.

Currently Selected:

Dánjal 7: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in