Hann skal vera mikil í mátti, tó ikki javnlíki hins; ótrúligt skal hann hava á máli og vera happadrúgvur í tí, sum hann tekur sær fyri; máttugar skal hann týna; ja, upp ímóti hinum heilagu skal hugur hansara snúgvast; svikaráð hansara skulu eydnast honum, og í dramblæti sínum skal hann beina fyri mongum, ið einki ilt vardi, ja, eisini rísa upp ímóti høvdinga høvdinganna; men síðan skal hann týnast, tó ikki av manna ávum.