Dánjal 6
6
Dánjal í ljónsbølinum
2Tað líkaði Dáriusi at leggja ríkið undir eitt hundrað og tjúgu jallar, ið skuldu vera um alt ríkið; 3yvir teimum setti hann tríggjar yvirhøvdingar, og var Dánjal ein teirra; fyri teimum skuldu jallarnir gera roknskap, so at kongur ikki skuldi fáa miss. 4Tá ið nú Dánjal bar av hinum yvirhøvdingunum og jøllunum, av tí at fráskila andi var í honum, so at kongur ætlaði at seta hann yvir øllum ríkinum, 5tá royndu hinir yvirhøvdingarnir og jallarnir at finna einahvørja søk við hann viðvíkjandi ríkisstjórnini, men kundu onga søk finna og einki rangt, av tí at hann var rættiligur, og eingin ódugnaskapur og einki rangt var at finna við honum. 6Tá søgdu hesir menn: «Vit finna onga søk við henda Dánjal, um ikki tað eydnast at finna í gudsdýrkan hansara eitthvørt at ákæra hann við.» 7Síðan tustu hesir yvirhøvdingar og jallar inn fyri kong og søgdu við hann: «Dárius kongur livi ævinliga! 8Allir yvirhøvdingar ríkisins og landshøvdingar, jallar, ráðharrar og landsstjórar hava komið ásamt um, at kongsboð eigur at verða givið og bann staðfest, at hvør, sum í tríati dagar ger bøn til nakran, hvørt tað er til gud ella mann, uttan til tín, kongur, skal verða varpaður í ljónsbølið. 9Nú skalt tú, kongur, staðfesta hetta bann og gera tað skrivliga, so at tað – eftir hini óbroytandi lóg Meda og Persa – ikki kann verða afturtikið. 10Tessvegna setti nú Dárius kongur hetta bann skrivliga í gildi.
11Men tá ið Dánjal frætti, at hetta boð skrivliga var givið út, fór hann beinanvegin inn í hús sítt; har hevði hann á takinum herbergi við opnum gluggum, ið horvdu móti Jerúsalem; og tríggjar ferðir um dagin fell hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guðs, eins og hann hevði verið vanur at gera. 12Nú tustu hinir menninir hagar, og tá ið teir sóu, at Dánjal bað og ákallaði Guð sín, 13gingu teir inn fyri kong og spurdu hann viðvíkjandi kongsbanninum: «Hevur tú ikki givið út tað forboð, at hvør, sum í tríati dagar biður bønir til nakran, hvørt tað er til gud ella mann, uttan til tín, kongur, skal verða varpaður í ljónsbølið?» Kongur svaraði og segði: «Tað orð stendur fast eftir hini óbroytandi lóg Meda og Persa.» 14Tá mæltu teir og søgdu við kong: «Dánjal, ein av hinum herleiddu Júdeum, skoytir hvørki tær, kongur, ella tí banni, sum tú hevur givið; hann biður sínar bønir tríggjar ferðir um dagin!»
15Tá ið kongur hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga illa við, og hann legði allan hug á at frelsa hann, og alt til sólseturs grundaði hann yvir, hvussu hann skuldi koma honum til hjálpar. 16Men tá tustu hinir menn inn fyri kong og søgdu við hann: «Kongur skal vita, at tað er mediskur og persiskur rættur, at einki bann og einki boð, sum kongur gevur, kann verða afturtikið!» 17Tá beyð kongur, at Dánjal skuldi verða leiddur fram og verða varpaður í ljónsbølið. Men við Dánjal segði hann: «Guð tín, sum tú áhaldandi tilbiður, hann vil frelsa teg!» 18Síðan varð tikin steinur og lagdur aftur yvir bølismunnan; og kongur innsiglaði hann við innsiglisringi sínum og stórmanna sína, til tess at einki skuldi broytast í tí, sum Dánjali var fyriskipað.
19Síðan fór kongur heim í høll sína og fastaði alla náttina; hann loyvdi ongari konu at koma til sín og blundaðist ikki. 20Út móti morgni, tá ið lýsti av degi, fór kongur upp og skundaði sær út at ljónsbølinum. 21Og tá ið hann nærkaðist ljónshellinum, rópaði hann á Dánjal við sorgtungari rødd; og kongur tók til máls og segði við Dánjal: «Dánjal, tú tænari hins livandi Guðs, man Guð tín, sum tú áhaldandi dýrkar, hava verið mentur at frelsa teg frá ljónunum?» 22Tá svaraði Dánjal kongi: «Kongur livi ævinliga! 23Guð mín sendi eingil sín, og hann múlabant ljónini, so at tey einki mein hava gjørt mær, við tað at eg eri funnin sakleysur fyri honum og havi heldur ikki gjørt nakað skeivt móti tær, kongur!» 24Tá varð kongur ógvuliga glaður; og hann beyð, at Dánjal skuldi verða drigin upp úr bølinum; men tá ið Dánjal var drigin upp úr bølinum, var einki mein at síggja á honum, tí at hann hevði trúð á Guð sín. 25Men hinar menn, ið høvdu bitið Dánjal í bak, beyð kongur at leiða fram og varpa teimum í ljónsbølið ásamt børnum og konum teirra; og valla vóru teir komnir á botn í bølinum, fyrr enn ljónini løgdust á teir og soraðu hvørt bein í teimum.
26Síðan ritaði Dárius kongur øllum tjóðum av øllum londum og øllum tungumálum um alla jørðina: «Heilir og sælir! 27Nú gevi eg tað boð, at í øllum veldi ríkis míns skulu menn ræðast og óttast gud Dánjals. Tí at hann er hin livandi Guð og verður ævinliga til; ríki hans man aldri farast, á veldi hans verður eingin endi. 28Tað er hann, ið frelsir og bjargar; hann ger tekin og undur í himni og á jørð, hann, ið bjargaði Dánjali undan ljónunum!» 29Og eydnan fylgdi Dánjali alsamt, bæði meðan Dárius og Kýrus hin persiski vóru kongar.
Currently Selected:
Dánjal 6: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society