Dánjal 3
3
Vinir Dánjals í gløðandi ovni
1Nebukadnezar kongur læt gera standmynd av gulli, seksti alnir há og seks alnir breið, og setti hana upp í Dúradali í Bábelheraði. 2Og Nebukadnezar kongur læt boð fara um, at jallar, landshøvdingar og landsstjórar, ráðharrar, fæhirðar, lógkønir, dómarar og allir embætismenn skattlandanna skuldu koma til staðar, tá ið standmyndin, sum Nebukadnezar kongur hevði latið reisa, varð vígd. 3Tá savnaðust jallarnir, landshøvdingarnir, landsstjórarnir, ráðharrarnir, fæhirðarnir, hinir lógkønu, dómararnir og allir embætismenn skattlandanna til at víga standmyndina, ið Nebukadnezar hevði latið reisa, og tóku støðu frammi fyri henni. 4Og kallari rópaði hátt: «Tað verður kunngjørt tykkum, tit av øllum tjóðum, ættum og tungumálum: 5Tá ið tit hoyra ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, tá skulu tit falla niður og tilbiðja gullstandmyndina, sum Nebukadnezar kongur hevur latið reisa. 6Og hvør, ið ikki vil falla niður og tilbiðja, skal alt í einum verða blakaður inn í hin gløðandi ovnin.» 7Tá ið nú alt fólkið hoyrdi hornini, ljóðpípurnar, gígurnar, hørpurnar, saltararnar og alskyns ljóðføri ljóða, fullu tey alt í einum niður – av øllum tjóðum, ættum og tungumálum – og tilbóðu gullstandmyndina, sum Nebukadnezar kongur hevði latið reisa.
8Men um hetta sama mundið komu nakrir kaldeiskir menn og fluttu ákæru móti Júdeunum; 9teir tóku til máls og søgdu við Nebukadnezar kong: «Kongur livi ævinliga! 10Tú, kongur, gavst tað boð, at hvør og ein, tá ið hann hoyrdi ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, skuldi falla niður og tilbiðja gullstandmyndina, 11og at hvør og ein, ið ikki vildi falla niður og tilbiðja, skuldi verða varpaður í hin gløðandi ovnin. 12Men nú eru her nakrir júdeiskir menn, ið tú hevur sett at ráða fyri Bábelheraði, Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego; hesir menn leggja einki í boð títt, kongur; teir dýrka ikki gud tín og tilbiðja ikki gullstandmyndina, sum tú hevur latið reisa.»
13Uppøstur og í øðini beyð nú Nebukadnezar, at Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego skuldu koma til sín; og tá ið hesir menn vóru leiddir inn fyri kong, 14spurdi Nebukadnezar teir: «Er tað av uppløgdum ráðum, at tit, Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego ikki dýrka gud mín og ikki tilbiðja gullstandmyndina, sum eg havi latið reisa? 15Íðan, eru tit til reiðar, so skjótt sum tit hoyra ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, til at falla niður og tilbiðja standmyndina, sum eg havi latið gera, tá skal hetta verða gloymt; men vilja tit ikki tilbiðja hana, tá skulu tit alt í einum verða varpaðir inn í hin gløðandi ovnin; og hvør er tann gud, ið tá kann bjarga tykkum úr míni hond?» 16Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego svaraðu Nebukadnezari kongi: «Okkum liggur einki á at svara tær upp á hetta; 17skuldi hetta borið á, tá er Guð vár, sum vit dýrka, førur fyri at frelsa okkum út úr hesum gløðandi ovni og úr tíni hond, kongur! 18Men ger hann tað ikki, so skalt tú, kongur, vita, at vit vilja kortini ikki dýrka gud tín ella tilbiðja gullstandmyndina, sum tú hevur latið reisa!»
19Tá fyltist Nebukadnezar av tílíkari vreiði móti Sjádraki, Mesjaki og Ábed-Nego, at andlit hansara skifti lit; og hann tók til máls og skipaði fyri at kynda ovnin sjey ferðir heitari enn vanligt, 20og hann beyð nøkrum av sínum reystastu hermonnum at binda Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego og at varpa teimum inn í hin gløðandi ovnin. 21Síðan vórðu hesir menn bundnir í møtlum, undirklæðum, húgvum og øðrum pløggum sínum og varpaðir inn í hin gløðandi ovnin. 22Men av tí at boð kongsins vóru hørð, so at ovnurin var kyndur ovurheitur, brendi eldslogin teir menn í hel, sum varpaðu Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego upp í ovnin. 23Men tá ið nú hesir tríggir menn, Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego, fjøtraðir vóru falnir niður í hin gløðandi ovnin, 24tá varð Nebukadnezar kongur albilsin, leyp upp alt í einum og tók til máls og spurdi ráðharrar sínar: «Vóru tað ikki tríggir menn, ið vit varpaðu fjøtraðum niður í eldin?» Teir svaraðu kongi: «Jú, vissuliga, kongur!» 25Tá mælti hann aftur: «Ja, men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, uttan at teir eru grandaðir, og ásjón hins fjórða er eins og ásjón gudasonar!»
26Síðan fór Nebukadnezar yvir at hurð hins gløðandi ovns og rópaði: «Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego, tit tænarar hins hægsta Guðs, komið út higar!» Og Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego gingu tá út úr eldinum. 27Tá savnaðust jallar, landshøvdingar, landsstjórar og ráðharrar kongs og sóu hesar menn, hvussu eldurin ikki hevði bitið á likamum teirra, so at ikki hár var sviðið á høvdum teirra, og einki plagg á teimum skalað, ja, at ikki so mikið sum sviðin roykur gekk at teimum.
28Tá mælti Nebukadnezar: «Lovaður veri Guð Sjádraks, Mesjaks og Ábed-Negos, hann sum sendi eingil sín og frelsti tænarar sínar, sum í troysti til hansara vóru boði kongs ólýdnir og løgdu likam síni við heldur enn at dýrka og tilbiðja nakran annan gud enn sín Guð! 29Nú bjóði eg, at hvør og ein – av hvørji tjóð og ætt og av hvørjum tungumáli hann so er – sum talar ilt um Guð Sjádraks, Mesjaks og Ábed-Negos, hann skal verða sundurhøgdur, og hús hans verða gjørt til køst; tí at als eingin gud er til, ið eins og hesin kann at frelsa.» 30Eftir hetta læt kongur Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego ljóta mikla tign í Bábelheraði.
Currently Selected:
Dánjal 3: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society