YouVersion Logo
Search Icon

Dánjal 2

2
Dánjal ræður dreym Nebukadnezars um hini fýra heimsríkini
1Á øðrum ríkisári sínum droymdi Nebukadnezar dreymar, ið loyptu ekka á hann, so at hann ikki fekk sovið. 2Tá læt kongur kalla til sín spásagnarmenn og manarar, gandakallar og Kaldear, til tess at teir skuldu siga, hvat hann hevði droymt; og teir komu og gingu inn fyri kong. 3Kongur segði við teir: «Meg hevur droymt ein dreym, og sál mín hevur ikki ró, fyrr enn eg fái hann at vita.» 4Kaldearnir søgdu tá við kong á áramaiskum: «Kongur livi ævinliga! Sig tænarum tínum dreymin, og vit skulu ráða hann!» 5Men kongur svaraði Kaldeunum: «Orð míni standa føst! Um tit ikki bæði siga mær dreymin og týðing hansara, tá skulu tit verða sundurhøgdir og hús tykkara verða gjørd til køstar! 6Men siga tit mær dreymin og ráða hann, tá skulu tit av mær ljóta alskyns gávur og mikla sømd. Sigið mær tí dreymin og týðing hans!» 7Teir svaraðu uppaftur: «Kongur sigi tænarum sínum dreymin, og vit skulu ráða hann!» 8Men kongur svaraði og segði: «Av sonnum veit eg nú, at tit bert vilja drála, tí at tit síggja, at orð míni standa føst, 9so at dómur tykkara verður ein og sami, um tit ikki siga mær dreymin, og at tit tessvegna eru samdir um at ljúgva fyri mær og skaða meg, hagar til tíðirnar eru umskiftar. Sigið mær tí dreymin, so at eg kann vita, at tit eisini eru førir fyri at týða hann!» 10Kaldearnir svaraðu kongi: «Eingin er til á fold, sum kann siga kongi hetta, sum hann vil vita; heldur ikki hevur nakar kongur, hvussu mikil og máttugur hann so hevur verið, kravt tílíkt av nøkrum spásagnarmanni, manara ella Kaldea. 11Hetta, sum kongur krevur, er ógjørligt, og eingin kann kunngera kongi tað uttan gudarnir, og teir hava ikki bústað hjá deyðiligum monnum!» 12Alt hetta loypti nú øði í kong og mikla vreiði, so at hann beyð at drepa allar vísmenn í Bábel.
13Tá ið nú hetta boð var givið um at drepa vísmenninar, varð eisini leitað eftir Dánjali og feløgum hans til at taka teir av lívi. 14Men Dánjal veik við skynsemi og vitugum orðum at Arjoki, lívvarðarhøvdinga kongs, ið út var farin at drepa vísmenninar í Bábel; 15og hann tók til máls og segði við Arjok, valdsmann kongs: «Hví letur kongur ganga út so harða skipan?» Tá ið Arjok hevði sagt honum, hvussu við visti, 16gekk Dánjal inn fyri kong og bað hann geva sær frest, at hann kundi ráða kongi dreymin.
17Síðan fór Dánjal heim til sín sjálvs og greiddi feløgum sínum Hánanja, Misjael og Ázarja frá tilburðinum; 18og hann legði teimum eina við at biðja Guð himinsins um miskunn til tess at opinbera hetta loyndarmál, so at ikki Dánjal og felagar hans skuldu týna lívið saman við hinum vísmonnunum í Bábel. 19Tá varð loyndarmálið opinberað Dánjali í náttarsjón; og Dánjal lovaði Guði himinsins 20og tók til máls og segði: «Lovað veri navn Guðs frá ævum og um allar ævir; tí at hans er vísdómurin og mátturin! 21Hann broytir tíðir og stundir, hann koyrir kongar frá, og hann skipar kongar, gevur vísmonnunum vitsku og hinum hygnu hyggindi; 22hann opinberar tey djúpu og duldu loyndarmál; hann tekkir tað, sum í myrkri er, og ljósið býr hjá honum. 23Eg takki tær, Guð fedra mína, og tigni teg, fyri at tú hevur givið mær vitsku og mátt og nú latið meg vita tað, sum vit bóðu teg um; tí at tað, sum kongur vildi vita, hevur tú opinberað okkum!»
24Tessvegna fór nú Dánjal til Arjoks, ið kongur hevði boðið at drepa vísmenninar í Bábel, og segði við hann: «Drep ikki vísmenninar í Bábel, men leið meg inn fyri kong, so skal eg ráða honum dreymin!» 25Tá leiddi Arjok Dánjal í skundi inn fyri kong og segði við hann: «Eg havi millum hinar herleiddu úr Júdeu funnið mann, ið vil ráða kongi dreymin!» 26Kongur tók tá til máls og spurdi Dánjal, ið hevði fingið navnið Beltsazzar: «Kanst tú at siga mær dreymin, sum meg droymdi, og týðing hans?» 27Dánjal svaraði kongi: «Tað loyndarmál, ið kongur vil hava at vita, eru eingir vísmenn, manarar, spásagnarmenn ella stjørnuspekingar førir fyri at kunngera kongi; 28men Guð er á himnum, ið opinberar duldar lutir; hann hevur kunngjørt Nebukadnezari kongi tað, sum henda skal á síðstu døgum: 29Tú lást, kongur, í rekkju tíni og hugsaði um, hvussu framtíðin mundi fara at verða; og hann, sum opinberar duldar lutir, hevur opinberað tær, hvat ið koma skal. 30Og mær er hetta loyndarmál opinberað, ikki tí at eg í vísdómi beri av øllum monnum, ið liva, men til tess at dreymurin skal verða kongi týddur og tú fáa at vita hugsanir hjarta tíns.
31Tú leitst fram fyri teg, kongur, og sí, har var veldig standmynd; henda standmynd var høg og framúr glæsilig; hon stóð framman fyri tær og var øgilig á at líta. 32Høvdið á hesi standmynd var av skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri, kviðurin og lendarnir av kopari, 33beinini av jarni og føturnir hálvt av jarni og hálvt av leiri. 34Men meðan tú leitst fram fyri teg, losnaði steinur – tó ikki av manna ávum – hann rakti standmyndina á føturnar, ið vóru av jarni og leiri, og smildraði teir. 35Tá muldist alt í einum jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið og varð eins og sáður á treskivølli um summarið; vindurin foykti tað burtur, so at einki sást eftir av tí; men steinurin, ið smildrað hevði standmyndina, varð at stórum fjalli og fylti upp yvir alla jørðina.
36Hesin var dreymurin, og nú skulu vit siga kongi týðing hans: 37Tú, kongur konganna, sum av Guði himinsins hevur fingið ríki, vald, mátt og heiður 38og ert settur til at ráða fyri mannanna børnum, hvar tey enn búgva, fyri djórum markarinnar og fuglum himinsins, so at tú valdar teimum – tú ert høvdið, sum var av gulli. 39Men eftir teg skal koma annað ríki, sum minni hevur at týða enn títt, og eftir tað aftur eitt triðja ríki, sum er av kopari, og skal valda allari jørðini. 40Síðan skal koma fjórða ríki, sterkt sum jarn – tí at jarnið sorlar og morlar alt – eins og jarn sorlar, soleiðis skal tað sorla og sora sundur øll hini ríkini. 41Og tá ið tú sást føturnar og tærnar hálvt av pottaraleiri og hálvt av jarni, merkir tað, at tað skal vera sundrað ríki; tó skal tað hava í sær nakað av styrki jarnsins, tí at tú sást jú, at jarn var blandað við leir. 42Og tað, at tærnar vóru hálvt av jarni og hálvt av leiri, merkir, at ríkið skal vera at einum leiti sterkt og at øðrum leiti veikt. 43Men tað, at tú sást jarnið vera blandað við leirið, merkir, at tey skulu ganga í hjúnalag saman og kortini ikki verða sameind, eins og jarn ikki kann blandast við leir. 44Men á døgum hesa konga man Guð himinsins seta á stovn ríki, sum skal standa um allar ævir, og valdið skal ikki verða givið nakrari aðrari tjóð; tað skal sorla og beina fyri øllum hinum ríkjunum, men sjálvt skal tað standa við um allar ævir. 45Tí at tú sást jú, at steinur losnaði úr fjallinum – tó ikki av manna ávum – tann steinurin smildraði jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið. Mikil Guð hevur nú kunngjørt kongi tað, sum bera skal á eftir hetta. Dreymurin er sannur og týðingin eftirfarandi.»
46Tá fell Nebukadnezar kongur fram á ásjón sína og lútaði Dánjali og beyð at ofra honum grónoffur og roykilsi. 47Og kongur mælti við Dánjal og segði: «Av sonnum er Guð tykkara Guð yvir øllum gudum og harri yvir øllum kongum og opinberar loyndar lutir, við tað at tú hevur kunnað opinberað hetta loyndarmál!» 48Síðan sýndi kongur Dánjali mikla tign, gav honum nógvar og stórar gávur og setti hann til at ráða fyri øllum Bábelheraði og til høvdinga yvir øllum vísmonnum í Bábel. 49Men Dánjal bað kong seta Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego til at stjórna Bábelheraði; sjálvur varð hann verandi við hirð kongs.

Currently Selected:

Dánjal 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy