YouVersion Logo
Search Icon

Dánjal 4

4
Dreymur Nebukadnezars um træið. Dánjal ræður dreymin
1Nebukadnezar kongur sendir kvøðu til alra tjóða av øllum londum og tungumálum á allari jørðini: Heilir og sælir! 2Mær hevur toknast at kunngera tey tekin og undur, sum hin hægsti Guð hevur latið mær vera fyri. 3Hvør mong eru tekin hans og hvør mikil undur hans! Ríki hans er ævigt ríki, vald hans varir ætt eftir ætt!
4Eg, Nebukadnezar, sat ekkaleysur í húsi mínum og í øllum góðum í kongshøll míni. 5Tá droymdi meg dreym, ið ræddi meg, og hugsanirnar og sjónirnar, ið bórust mær fyri á legu míni, skelkaðu meg. 6Tessvegna beyð eg, at allir vísmenn í Bábel skuldu verða leiddir inn fyri meg til tess at ráða mær dreymin. 7Tá komu spásagnarmenninir, manararnir, Kaldearnir og stjørnuspekingarnir; og eg segði teimum dreymin, men eingin teirra kundi ráða mær hann. 8Loksins kom Dánjal til mín, sum nevnist Beltsazzar eftir navni guds míns, og sum andi hinna heilagu guda er í; og eg segði honum dreymin:
9Belsazzar, tú høvuðsspásagnarmaður, eg veit, at í tær er andi hinna heilagu guda, og at einki loyndarmál er tær ovboðið! Sig mær nú tað, sum eg sá í dreymum, og hvat tað hevur at týða! 10Sjónirnar, ið bórust mær fyri í rekkju míni, vóru hesar: Eg leitst um og sí, á miðjari jørðini stóð træ, sum var avbæra hátt. 11Træið vaks og varð veldigt, ja so hátt, at tað røkk til himins og var sjónligt alt at jarðarinnar enda. 12Leyv tess var fagurt og aldin tess mong, so at tað hevði føðslu fyri øll; undir tí funnu skógardjórini skugga, og í greinum tess búðu fuglar himinsins, og allar skepnur mettaðu seg av tí. 13Framvegis sá eg í sjónini, sum barst mær fyri á legu míni, varðmann, ein heilagan, stíga niður av himni; 14og hann rópaði hátt og segði: «Fellið træið, høggið av tess greinar, skræðið leyvið av tí og sundrið aldin tess, so at djórini flýggja burtur undan tí og fuglarnir burtur úr greinum tess! 15Men latið stovnin við rótum sínum verða eftir í jørðini bundnan við fjøtrum av jarni og kopari í miðjum graslendinum; døggin av himni skal væta hann; og saman við djórunum skal hann eta urtir jarðarinnar. 16Mannahjarta hansara skal verða frá honum tikið og honum verða givið djórahjarta í stað tess, og sjey tíðir skulu yvir honum líða. 17Hetta er avrátt eftir ráðagerð varðmannanna; soleiðis hava hinir heilagu skipað fyri, til tess at hinir livandi skulu viðurkenna, at hin hægsti valdar kongsdømi mannanna og kann geva tað, hvørjum hann vil, ja, hevja hin ússaligasta millum manna til at ráða fyri tí! 18Henda var dreymasjónin, ið eg, Nebukadnezar kongur, sá; og tú, Beltsazzar, skalt týða mær hana; tí at eingin av øllum vísmonnunum í ríki mínum kann at siga mær, hvat hon týðir, men tú kanst tað, tí at í tær býr andi hinna heilagu guda.
19Tá tók Dánjal, sum hevði fingið navnið Beltsazzar, at ønskrast um bil, og hugsanir hansara ræddu hann. Men kongur tók til máls og segði: «Beltsazzar, lat ikki dreymin og týðing hans ræða teg!» Dánjal svaraði: «Harri mín, gævi dreymurin sipaði til fígginda tína og týðing hans til mótstøðumanna tína! 20Træið, sum tú sást, og sum vaks og varð veldigt og so hátt, at tað røkk til himins og var sjónligt alt at jarðarinnar enda, 21hvørs leyv var fagurt, hvørs aldin vóru mong, so at øll fingu føðslu av tí, og skógardjórini hølaðust undir tí, og fuglar himinsins búðu í greinum tess, 22tað ert tú sjálvur, kongur, tú, sum er vorðin so stórur og veldigur, at mikilleiki tín røkkur til himins og vald títt alt at jarðarinnar enda. 23Men tað, at tú, kongur, sást varðmann, ein heilagan, stíga niður av himni og siga: Fellið træið og oyðileggið tað, men latið stovnin við rótum sínum verða eftir í jørðini bundnan við fjøtrum av jarni og kopari í miðjum graslendinum; hann skal vætast av døgg himinsins og taka lut við djórum markarinnar, til sjey tíðir eru yvir honum lidnar – 24tað merkir, kongur, hesa ráðagerð hins hægsta, sum skal raka teg, kongur, harri mín: 25Tú skalt verða útrikin úr mannafelagnum og búgva millum djóra markarinnar; gras skalt tú eta eins og fenaður og vætast av døgg himinsins, og sjey tíðir skulu yvir tær líða, til tú viðurkennir, at hin hægsti ræður fyri kongsdømi manna og kann geva tað, hvørjum hann vil. 26Men tað, at boðið var at lata stovn træsins við rótum sínum verða eftir, tað merkir, at tú skalt fáa ríki títt aftur, so skjótt sum tú viðurkennir, at himinin hevur valdið. 27Lat tí, kongur, ráð mítt hóva tær og bøt misgerðir tínar við rættlætisverkum og brot tíni við várkunn móti armingunum, tá verður tú kanska altsamt happadrúgvur!»
28Alt hetta kom nú yvir Nebukadnezar kong. 29Meðan hann einaferð tólv mánaðir seinni spákaði uppi á takinum á kongshøllini í Bábel, 30tók hann til máls og segði: «Er hetta ikki Bábel hin mikla, sum eg havi reist til kongsseturs við veldiga mátti mínum, tign míni til heiðurs?» 31Valla hevði kongur mælt hesum orðum, fyrr enn rødd kom av himni: «Nebukadnezar kongur, tær verður kunngjørt, at ríkið er tikið av tær! 32Tú skalt verða rikin út úr mannafelagnum og búgva millum djóra markarinnar; gras skalt tú eta eins og fenaður, og sjey tíðir skulu yvir tær líða, til tú viðurkennir, at hin hægsti ræður fyri kongsdømi manna og gevur tað hvørjum, hann vil!» 33Í somu løtu gekk hetta orð út á Nebukadnezari; hann varð rikin út úr mannafelagnum og át gras eins og fenaður; likam hansara vættist av døgg himinsins, og umsíðir varð hár hansara langt sum arnarfjaðrar og negl hansara sum fuglakløur.
34Tá ið henda tíðin var umliðin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygum mínum til himins og fekk vit mítt aftur; tá prísaði eg og lovaði hinum hægsta og tignaði hann, sum livir ævinliga, og hvørs vald er ævigt vald, og hvørs ríki varir ætt eftir ætt. 35Øll, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at meta; hann fer, sum hann vil, við heri himinsins og teimum, sum á jørðini búgva; eingin er til, sum kann forða honum og siga við hann: «Hvat gert tú?» 36Síðan fekk eg alt í einum vitið aftur; og til heiðurs fyri ríki mítt lutaðist mær aftur tign og dýrd; ráðharrar mínir og stórmenn leitaðu til mín; eg varð aftur skipaður yvir ríki mínum, og mær varð givið enn størri vald enn áður. 37Eg, Nebukadnezar, heiðri nú og tigni og æri kong himnanna: tí at allar gerðir hans eru sannleiki og vegir hansara rættir, og hann kann eyðmýkja allar, sum liva í dramblæti.

Currently Selected:

Dánjal 4: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in