Seinna Sámuelsbók 7
7
Fyrijáttan Nátans til Dávids
1Ein dagin, sum kongur sat í húsi sínum, eftir tað at Harrin hevði veitt honum frið fyri øllum fíggindum hansara har um leið, 2segði hann við Nátan profet: «Sí, eg búgvi í húsi av sedrisviði, meðan ørk Guðs stendur undir tjalddúkum!» 3Nátan svaraði kongi: «Ger bert alt, sum tú hevur í hyggju, tí at Harrin er við tær.» 4Men somu nátt kom orð Harrans til Nátans soljóðandi: 5«Far tú og sig við Dávid, tænara mín: So sigur Harrin: Ætlar tú at byggja mær hús at búgva í? 6Eg havi ikki búð í húsi frá tí degi, eg leiddi Ísraelsmenn út úr Egyptalandi, og alt fram at hesum degi; men eg ferðaðist við í tjaldi og tjaldbúð. 7Havi eg á nøkrum sinni alla ta tíð, eg ferðaðist við øllum Ísraelsmonnum, sagt við nakran av teimum dómarum, sum eg setti til at gæta Ísrael: Hví reisa tit mær ikki hús av sedrisviði? 8Tí skalt tú siga við tænara mín, Dávid: So sigur Harri herliðanna: Eg tók teg úr haganum frá smalunum, til tess at tú skuldi vera høvdingi yvir fólki mínum Ísrael; 9og eg havi verið við tær á øllum leiðum tínum og týnt fyri tær allar fíggindar tínar; eg man gera navn títt eins og navn hinna mætastu á fold 10og veita tjóð mínari Ísrael heimbýli og gróðurseta teir, so teir mega búgva har óttaleysir, og níðingar ongantíð aftur meinbjóða teimum eins og í forðum, 11tá ið eg setti dómarar yvir tjóð mína Ísrael, og eg man geva teimum frið fyri øllum fíggindum teirra. Og nú boðar Harrin tær: Hús man Harrin reisa tær. 12Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man eg reisa ætt tína eftir teg, ið kemur av tær, og grundfesta kongsdømi hansara; 13av henni skal ein byggja navni mínum hús, og eg skal grundfesta hásæti kongsdømis hans um allar ævir. 14Eg skal verða honum faðir, og hann skal verða mær sonur, og tá ið hann fer skeivur, man eg aga hann við manna koyrli og við mansbarna høggum; 15men miskunn mína vil eg ikki taka frá honum, eins og eg tók hana frá Sáuli, undanmanni tínum. 16Ætt tín og kongsdømi títt skal ævinliga standa við fyri ásjón míni, og hásæti títt skal ikki vikast um ævir.» 17Øll hesi orð og hesa opinbering flutti Nátan Dávidi.
18Tá fór Dávid kongur inn og dvaldist fyri ásjón Harrans og mælti: «Hvør eri eg, Harri drottin, og hvør er ætt mín, at tú hevur latið meg koma higar? 19Kortini var hetta tær ikki nóg mikið, Harri drottin; tú gavst eisini húsi tænara tíns heiti um langa framtíð, so leingi sum menn eru til á fold, Harri drottin! 20Og hvat skal Dávid siga við teg meira? Tú kennir jú tænara tín, Harri drottin. 21Fyri sakir tænara tíns og av egnum vilja hevur tú gjørt hetta at boða tænara tínum allar hesar miklu lutir. 22Tí ert tú máttugur, Harri drottin, av tí at eingin er sum tú, og eingin er Guð uttan tú samsvarandi øllum, ið vit hava hoyrt við egnum oyrum. 23Hvar á fold er tjóð, ið kann metast javnt við fólk títt Ísrael, ið Guð kom at loysa út til at vera ognartjóð sín til tess at vinna sær giti og sýna teimum miklar gerðir og øgiligar við at reka aðrar tjóðir og gudar teirra undan fólki sínum, ið hann loysti út úr Egyptalandi? 24Tú hevur grundfest tær fólk títt Ísrael til at vera fólk títt um ævir; og tú, Harrin, ert vorðin Guð tess. 25So lat nú, Harri, Guð, heiti tað, ið tú gavst tænara tínum og húsi hansara, ikki vikast um ævir og útinn tað, ið tú hevur heitt! 26Tá man navn títt verða stórt um allar ævir, so tað ljóðar: Harri herliðanna er Guð yvir Ísrael! Og hús Dávids tænara tíns man standa støðugt fyri ásjón tíni. 27Av tí at tú, Harri herliðanna, Guð Ísraels, hevur birt hetta tænara tínum og sagt: Eg man reisa tær hús; tessvegna hevur tænari tín fingið dirvi til at bera hesa bøn fram fyri teg. 28Og nú, Harri drottin, tú, sum ert Guð, og hvørs orð eru sonn, og sum hevur heitt tænara tínum alla hesa gævu, 29lat tær nú líka at vælsigna hús tænara tíns, so tað má standa støðugt allar ævir fyri ásjón tíni. Tí at tú, Harri drottin, hevur talað, og av tíni signing man hús tænara tíns verða signað um allar ævir.»
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 7: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society