Seinna Sámuelsbók 8
8
Sigrar Dávids
1Eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir, og Dávid tók teymar høvuðsstaðarins úr hondum Filista. 2Somuleiðis vann hann sigur á Móabitum og máldi teir við reipi á tann hátt, at hann læt teir leggja seg á vøllin og máldi tvær reipslongdir til at týna lívið og eina til at vera á lívi. Soleiðis vórðu Móabitar tegnar Dávids og máttu gjalda honum skatt. 3Dávid vann eisini sigur á Hádadezer Rehobssyni, kongi yvir Zóba, ið ætlaði at endurreisa ríki sítt við ánna. 4Dávid tók av honum seytjan hundrað reiðmenn og tjúgu túsund manna gonguherlið og kvetti av hælsinurnar á øllum vagnhestum hansara; einans hundrað eirdi hann. 5Og tá ið Áramitar komu úr Dámaskus at hjálpa Hádadezeri, kongi av Zóba, vá Dávid teir og feldi tjúgu og tvey túsund Áramitar. 6Og Dávid setti jallar yvir Dámaskus-Áramitum, so at teir skuldu verða honum skattskyldigir tegnar. Soleiðis gav Harrin Dávidi sigur á øllum leiðum hansara. 7Dávid tók eisini teir gullskildir, ið tænarar Hádadezers høvdu borið, og flutti teir til Jerúsalem. 8Og umframt tað tók Dávid ovurmikið kopar úr Teba og Berotaj, borgum Hádadezers.
9Men tá ið Tói kongur av Hámat frætti, at Dávid hevði vigið alt herlið Hádadezers, 10sendi hann Hádóram, son sín, á fund Dávids kongs til tess at bera honum kvøðu og ynskja honum eydnu fyri, at hann hevði barst móti Hádadezeri og vigið hann – tí at eisini Tói hevði verið í bardaga móti Hádadezeri – og hann hevði við sær alskyns gripir bæði av silvuri, gulli og kopari. 11Teir halgaði Dávid eisini Harranum saman við tí silvuri og gulli, sum hann hevði halgað av herfonginum frá øllum teim tjóðum, sum hann hevði kúgað: 12Edóm, Móab, Ammon, Filistar og Ámalek og av herfongi Hádadezers Rehobssonar kongs í Zóba.
13Og Dávid økti um navnfremi sítt, nú ið hann hevði vunnið sigur á Árami og á heimferðini hevði vigið átjan túsund Edómitar í Saltdali. 14Dávid setti jallar í Edóm, um alt Edóm setti hann jallar, og soleiðis vórðu allir Edómitar tegnar Dávids. Men Harrin gav Dávidi sigur á øllum ferðum hansara. 15Dávid ráddi nú yvir øllum Ísrael og gjørdi allari tjóð síni rætt og skjal.
Ovastu embætismenn Dávids
16Jóab Zerujuson var á odda fyri herinum, og Jósjafat, sonur Áhiluds, var frásagnarmeistari. 17Zádok, sonur Áhitubs, og Áhimelek, sonur Ebjatars, vóru prestar og Seraja ritari. 18Benaja, sonur Jójada, var á odda fyri Kretum og Pletum; og synir Dávids vóru prestar.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 8: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society