Seinna Sámuelsbók 6
6
Dávid flytur ørkina niðan á Zion
1Og Dávid savnaði aftur øll úrvalslið Ísraels, tríati túsund mans. 2Síðan legði Dávid avstað við øllum liði sínum og helt ferðini til Báal í Júda til tess at flyta haðan ørk Guðs, ið ber navn Harra herliðanna, hansara, ið situr á kerúbum. 3Og teir settu ørk Guðs upp á nýggjan vagn og koyrdu hana út úr húsi Ábinadabs á Heygnum; og synir Ábinadabs Uzza og Ájo stýrdu vagninum, 4soleiðis at Uzza gekk undir liðini á ørkini, men Ájo gekk undan henni. 5Og Dávid og alt hús Ísraels leikaðu av heilum huga fyri ásjón Harrans við songi og søltrum, hørpum, bumbum, bjøllum og glymskálum. 6Men tá ið teir komu fram at treskivølli Nákons, treiv Uzza í ørk Guðs, tí at akneytini snávaðu. 7Tá brann bræði Harrans móti Uzza, og Guð drap hann har, av tí at hann hevði trivið í ørkina; og hann fell har deyður niður við ørk Guðs. 8Tá varð Dávid ógvuliga harmur um, at Harrin hevði veitt Uzza skarð; tí hevur tann staður itið Uzza-skarð fram at hesum degi. 9Á tí degi kom mikil ótti á Dávid fyri Harranum, og hann mælti: «Hvussu skal tá ørk Harrans koma til mín?» 10Tí vildi Dávid ikki flyta ørk Harrans til sín í Dávidsborgina, men setti hana í húsið hjá Óbed-Edómi úr Gát. 11Síðan var ørk Harrans í húsinum hjá Óbed-Edómi úr Gát í tríggjar mánaðir, og Harrin vælsignaði Óbed-Edóm og alt hús hansara.
12Tá ið Dávid kongur frætti, at Harrin hevði signað hús Óbed-Edóms og alt, sum hann átti, vegna Guðs ørk, fór hann avstað og flutti við miklum fagnaði ørk Guðs úr húsi Óbed-Edóms niðan í Dávidsborgina. 13Og hvørja ferð teir, ið bóru ørk Harrans, høvdu gingið seks fet, ofraði hann ein oksa og ein gøðingarkálv. 14Og Dávid dansaði av øllum alvi fyri ásjón Harrans; og hann var í línklæði. 15Soleiðis flutti Dávid og alt hús Ísraels ørk Harrans niðan við miklum fagnaðarrópi og lúðraljómi. 16Men tá ið ørk Harrans kom niðan móti Dávidsborgini, var Mikal, dóttur Sáuls, hyggjandi út um gluggan; og tá ið hon bar eyga við Dávid kong, ið hoppaði og dansaði fyri ásjón Harrans, háðaði hon hann í hjarta sínum. 17Men tá ið teir vóru komnir við ørk Harrans og høvdu sett hana á stað sín í tjaldi tí, sum Dávid hevði gjørt henni, tá ofraði Dávid fyri ásjón Harrans brennioffur og takkaroffur. 18Og tá ið Dávid hevði ofrað brenniofrini og takkarofrini, vælsignaði hann alt fólkið í navni Harra herliðanna. 19Og hann líknaði øllum fólkinum, allari mannfjøld Ísraels, bæði køllum og konum, hvørjum einstøkum eina breyðkøku, eitt kjøtstykki og eina vínberjakøku. Síðan fór alt fólkið heim, hvør til sín.
20Men tá ið Dávid snúðist heim aftur til tess at vælsigna hús sítt, fór Mikal, dóttir Sáuls, út ímóti honum og mælti: «Tignarligur mundi kongur Ísraels tykjast í dag, tá ið hann nektaði seg fyri trælkonum tegna sína, eins og vittuggi eru von at gera!» 21Dávid svaraði Mikal: «Fyri ásjón Harrans dansaði eg, hann, sum kjósaði meg fram um faðir tín og fram um alt hús hansara og beyð mær at vera høvdingi yvir fólki Harrans, yvir Ísrael; fyri ásjón Harrans vil eg leika, 22tó at eg verði lítilsverdari og minki meira í metum í tínum eygum; men hjá trælkonum teimum, ið tú nevndi, man eg verða tignarligur.» 23Og Mikal Sáulsdóttir var barnleys alt fram at doyggjandi degi sínum.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 6: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society