Seinna Sámuelsbók 14
14
Dávid náðar Absalon
1Og tá ið Jóab Zerujuson sá, at hugur kongs enn stóð til Absalons, 2sendi hann boð til Tekoa eftir vitugari konu og segði við hana: «Nú skalt tú látast at hava sorg, far í sorgarbúnað og úthell ikki olju í høvur títt, men ver eins og kona, ið leingi hevur syrgt ein deyðan. 3Far síðan fyri kong og sig við hann soleiðis» – og Jóab legði henni orðini í munnin. 4Konan úr Tekoa gekk tá inn fyri kong og lútaði, fell fram á ásjón sína til jarðar og mælti: «Kongur, hjálp mær!» 5Kongur spurdi hana: «Hvat bagir tær?» Hon svaraði: «Eg eri einkja í sorg yvir deyða mann mín. 6Trælkona tín átti tveir synir; teir fóru at klandrast uppi í haganum, og tá ið eingin var at skilja teir sundur, varð annar teirra bróður sínum at bana. 7Og nú er øll ættin løgst á trælkonu tína og sigur: Fá okkum hann, ið drap bróður sín, so vilja vit taka hann av lívi aftur fyri bróðurin, sum hann drap! Men hetta siga tey til tess at týna arvingan og sløkkja tann síðsta neistan, sum eg havi eftir, so maður mín hvørki hevur navn ella eftirkomarar eftir á jørðini.» 8Tá segði kongur við konuna: «Far tú heim aftur; eg skal greiða hetta mál fyri teg.» 9Tá svaraði konan úr Tekoa kongi: «Á mær og á ættarfólki mínum, kongur, harri mín, hvílir sektin, men kongur og hásæti hansara skulu vera sakleys í hesum!» 10Kongur mælti: «Um einhvør sigur okkurt við teg, tá kom við honum til mín; so skal hann ikki aftur misbjóða tær.» 11Tá mælti hon: «Hevði kongur viljað nevnt navn Harrans, Guðs tíns, so blóðhevnarin ikki skal elva verri bágagerð og sonur mín verða týndur av lívi.» Hann svaraði: «So satt sum Harrin livir, skal ikki eitt hár av høvdi sonar tíns falla til jarðar!»
12Tá mælti konan: «Loyv tú trælkonu tíni at bera eitt upp á mál við teg, kongur, harri mín!» Hann svaraði: «Tala!» 13Konan mælti: «Hví hevur kongur tað sama í hyggju móti fólki Guðs? Tí at tá ið kongur sigur hetta, dømir hann seg sjálvan sekan, við tað at hann loyvir ikki burturrikna syni sínum at koma heim aftur. 14Tí at vit skulu vissuliga doyggja og verða sum vatn, ið ikki verður savnað saman aftur, tá ið tað er úthelt á jørðina; men Guð týnir ikki lívið á manni, ið hugsar um, at hin burturrikni ikki skal vera útlagin longur. 15 Tí eri eg nú komin til tess at tala við kong, harra mín, um hetta; tí at fólkið hevur loypt ekka á meg; og so hugsaði trælkona tín við sær: Eg skal bera hetta upp á mál við kong; kundi borið á, kongur greiddi hetta fyri trælkonu síni. 16Tí at fegin man kongur vilja bjarga trælkonu síni frá tí manni, ið ætlar at týna bæði meg og son mín úr arvaluti Guðs. 17Og so hugsaði trælkona tín, at orð harra míns kongs mundu fara at veita mær ugga; tí at kongur, harri mín, er eins og ørindasveinur Guðs til at geva sær far um gott og ilt. Og gævi drottin, Guð tín, verður við tær!»
18Tá svaraði kongur og mælti við konuna: «Dyl einki fyri mær av tí, sum eg vil spyrja teg.» Konan svaraði: «Tala, kongur, harri mín.» 19Og kongur mælti: «Man ikki Jóab hava verið uppi í øllum hesum?» Konan svaraði og mælti: «So satt sum kongur, harri mín, livir, ikki dylst fyri tí, ið kongur, harri mín, sigur; tænari tín Jóab var hann, ið beyð mær hetta; hann legði trælkonu tíni øll hesi orð í munnin. 20Jóab, tænari tín, gjørdi hetta, til tess at málið skuldi fáa aðra útsjónd. Men harri mín er í vitsku javnur við sjálvan ørindasvein Guðs til at skilja alt, ið hendir á fold.»
21Tá mælti Dávid við Jóab: «Eg skal gera hetta; far og fá mær sveinin Absalon heim aftur.» 22Tá fell Jóab til jarðar fram á ásjón sína, lútaði og vælsignaði kong og mælti: «Nú veit tænari tín, at eg havi funnið náði í eygum tínum, kongur, harri mín, tí at kongur hevur veitt tænara tínum bøn hansara.» 23Síðan fór Jóab til Gesjur og hevði Absalon heim aftur við sær til Jerúsalem. 24Men kongur segði: «Fari hann heim til sín sjálvs; fyri ásjón mína komi hann ikki!» Og Absalon fór heim til sín sjálvs og kom ikki fyri ásjón kongs.
25Men í øllum Ísrael var eingin maður lovaður fyri vakurleika eins og Absalon; frá iljum til hvirils vóru eingi lýti á honum. 26Og tá ið hann læt klippa sær – tað mátti hann einaferð um árið; av tí at hárið var honum ov tungt, mátti hann klippa tað – vá hárið av høvdi hansara tvey hundrað siklar eftir kongsvekt. 27Absalon fekk tríggjar synir og eina dóttur, Támar at navni; hon var kona sera fríð í ásjón.
28Tá ið Absalon hevði búð í Jerúsalem í tvey ár og var ikki komin fyri ásjón kongs, 29sendi hann boð eftir Jóabi til at leiða seg fram fyri kong; men hann vildi ikki koma. Uppaftur sendi hann boð eftir honum; men ikki vildi hann koma. 30Tá segði hann við menn sínar: «Síggið handa akurin, ið Jóab eigur áfastan við mín; har hevur hann bygg; farið og setið eld á hann.» Og menn Absalons fóru og settu eld á akurin. 31Tá fór Jóab alt í einum inn til Absalons og segði við hann: «Hví hava menn tínir sett eld á akur mín?» 32Absalon svaraði Jóabi: «Eg bað teg koma til mín, so at eg kundi senda teg inn fyri kong og siga frá mær: Hví kom eg heim aftur úr Gesjur? Tað hevði verið mær betri at verða verandi har. Men nú vil eg koma fyri ásjón kongs; eri eg sekur, tá takið meg av lívi!» 33Jóab gekk tá fyri kong og segði honum hetta. Tá kallaði hann Absalon til sín; og hann gekk inn fyri kong, lútaði honum og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi. Og kongur mynti Absalon.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 14: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society