Seinna Sámuelsbók 15
15
Uppreist Absalons
1Eftir hetta fekk Absalon sær vagn og ross og fimmti mans, ið runnu framman fyri honum. 2Og á morgni snimma var hann vanur at standa við vegin upp við borgarliðinum; og hvørja ferð maður leitaði á fund kongs til tess at biðja hann fremja mál sítt við dómi, rópaði Absalon á hann og segði: «Hvørji borg ert tú úr?» Og svaraði hann tá: «Trælur tín er av hesi ella hasi ætt í Ísrael,» 3tá segði Absalon við hann: «Málevni títt er gott og rættvíst; men hjá kongi finnur tú ongan, ið vil á teg lýða.» 4Og Absalon legði afturat: «Hevði eg bert verið skipaður dómari í landinum, so hvør maður, ið hevði trætu og sakarmál, kundi komið til mín, tá skuldi eg latið hann fingið rætt sín!» 5Og tá ið einhvør nærkaðist til tess at lúta honum, rætti hann út hondina og reisti hann upp og mynti hann. 6Soleiðis gjørdi Absalon við allar Ísraelsmenn, ið leitaðu á fund kongs við sakarmálum. Á tann hátt stjól Absalon hjørtu Ísraelsmanna.
7Tá ið fýra ár vóru liðin, segði Absalon við kong: «Loyv mær at fara at fremja tað heitið, sum eg gjørdi Harranum í Hebron. 8Tí at meðan trælur tín var í Gesjur í Áram, gjørdi hann hetta heiti: Letur Harrin meg koma aftur til Jerúsalem, skal eg tæna honum í Hebron.» 9Kongur svaraði honum: «Far í friði.» Hann búðist tá til ferðar og fór til Hebron. 10Men Absalon sendi loyniliga menn um í øllum ættum Ísraels við hesum boðum: «Tá ið tit hoyra lúðrablástur, skulu tit siga: Absalon er vorðin kongur í Hebron!» 11Við Absaloni fylgdust tvey hundrað mans úr Jerúsalem, ið bodnir vóru; teir fóru við í góðvarni, og einki teir grunaðu. 12Tá ið Absalon fór at bera fram ofrini, beyð hann Ákitofeli Gilonita, ráðgeva Dávids, at koma til sín úr borg síni Gilo. Og samansvørjingin vaks, og fólkið fjølgaðist í hvørjum uttan um Absalon.
Flótti Dávids
13Nú vórðu hesi tíðindi flutt Dávidi: «Hugur alra Ísraelsmanna stundar á Absalon.» 14Tá segði Dávid við allar menn sínar, ið hjá honum vóru í Jerúsalem: «Komið, latum okkum firrast undan Absaloni! Tað eru einastu ráðini. Verið skjótir, so hann fær okkum ikki aftur og snýr okkum ógævu til handar og oyðir borgina við svørði.» 15Tænarar kongs svaraðu: «Trælir tínir eru fúsir at gera alt tað, sum tú býður, harra kongur!» 16Síðan legði kongur avstað og honum í hølum alt húsfólk hansara, uttan tíggju hjákonur, sum hann læt vera eftir at varða um húsið. 17Og tá ið kongur við øllum fólkinum var komin nakað út, steðgaðu teir við ytsta hús; 18men allir menn hansara gingu fram við honum eins og allir Kretar og Pletar og allir menn Ittai Gátita – seks hundrað úr Gát – gingu fram fyri ásjón kongs. 19Tá segði kongur við Ittai Gátita: «Hví kemur tú við okkum? Far tær heim aftur og ver við konginum; tí at tú ert fremmandur og heldur at kalla í útlegd. 20Í gjár komst tú, og í dag skuldi eg latið teg komið við okkum at reika um á miðleysu ferð míni! Nei, far tú heim aftur og hav lagsbrøður tínar við tær. Harrin sýni tær miskunn og trúfesti!» 21Men Ittai svaraði kongi og mælti: «So satt sum Harrin livir, og kongur, harri mín, livir: Har sum kongur, harri mín, er, har skal eisini trælur tín vera, hvørt tað so verður lív ella deyði!» 22Tá segði Dávid við Ittai: «Íðan, gakk tá framvið.» Og Ittai Gátiti gekk framvið og allir menn hansara og allar konur og øll børn, ið við teimum vóru. 23Og alt landið stórgræt, tá herfólkið alt gekk framvið. Men kongur stóð í Kedrondali, meðan alt herfólkið gekk fram við honum á Oljufjalsvegnum, sum ber út í oyðimørkina.
24Og har komu Zádok og Ebjatar berandi sáttmálaørk Guðs; og teir settu ørk Guðs frá sær, til alt fólkið úr borgini var gingið framvið. 25Tá mælti kongur við Zádok: «Flyt ørk Guðs heim aftur í borgina; finni eg náði fyri eygum Harrans, so letur hann meg koma heim aftur at skoða seg og bústað sín; 26men sigur hann: Eg havi ongan tokka til tín! tá eri eg her; geri hann tá við meg tað, ið honum líkar.» 27Og kongur mælti við Zádok prest: «Farið tit, tú og Ebjatar, í friði heim aftur í borgina saman við báðum sonum tykkara, Áhimáazi, syni tínum, og Jónatani, syni Ebjatars! 28Men eg ætli at bíða við vaðini á Jórdanslættanum, til einhvør kemur til mín við tíðindum frá tykkum.» 29Síðan fluttu Zádok og Ebjatar ørk Guðs aftur til Jerúsalem og dvaldust har. 30Men Dávid gekk grátandi niðan Oljufjallið og huldi høvur; hann gekk skóleysur, og alt fólkið, ið við honum var, huldi høvur og fór grátandi niðaneftir. 31Tá ið Dávid frætti, at Ákitofel var millum teirra, ið høvdu svorið seg saman við Absalon, segði hann: «Harrin lati ráð Ákitofels roynast fákunnug!» 32Men tá ið Dávid kom dygst niðan á fjallið, har ið menn vóru vanir at tilbiðja Guð, møtti honum Husjai Arkiti, vinur Dávids, í skræddum búnaði og við mold á høvdi. 33Dávid segði við hann: «Kemur tú við mær, verður tú mær ein kleppur; 34men far tú heim aftur í borgina og sig við Absalon: Tær vil eg tæna; faðir tínum havi eg tænt, men frá hesi stund vil eg tæna tær, tá kanst tú ónýta ráð Ákitofels fyri meg. 35Har hevur tú prestarnar Zádok og Ebjatar hjá tær; alt, sum tú frættir úr kongshøllini, skalt tú siga prestunum Zádoki og Ebjatari. 36Teir hava báðir synir sínar hjá sær, Áhimáaz, son Zádoks, og Jónatan, son Ebjatars; sendið mær við teimum øll tey tíðindi, sum tit frætta.» 37Síðan kom Husjai, vinur Dávids, aftur til bíggjar, beint sum Absalon reið inn í Jerúsalem.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society