Bible App logo
Search Icon

Seinna Sámuelsbók 13

13
Amnon neyðtekur Támar. Hevnd Absalons
1Nú er at siga frá, at Absalon, sonur Dávids, átti vakra systur, Támar nevnda at navni; henni fekk nú Amnon, sonur Dávids, hug á. 2Og Amnon tráaði so eftir Támar systur síni, at hann varð sjúkur; tí at hon var moyggj, og Amnon sá sær einki høvi til at fáa vilja sín við henni. 3Men Amnon átti vin, ið æt Jónadab, sonur Sjimea, bróður Dávids; hesin Jónadab var ógvuliga vitugur. 4Og hann segði við hann: «Hví ert tú, kongssonur, so fáligur hvønn morgun? Vilt tú ikki siga mær tað?» Amnon svaraði: «Eg unni Támar, systur Absalons, bróður míns.» 5Tá segði Jónadab við hann: «Legg teg sjúkan, og tá ið faðir tín kemur inn at vitja teg, skalt tú siga við hann: Lat Támar, systur mína, koma og geva mær at eta; ger hon mær matin til, meðan eg líti at, og gevur mær hann sjálv, man eg kunna eta.» 6Síðan legði Amnon seg sjúkan; og tá ið kongur kom at vitja hann, segði hann við kong: «Lat Támar, systur mína, koma at búgva til tvær køkur, meðan eg líti at, og geva mær tær sjálv; tá man eg kunna eta.» 7Dávid sendi tá boð eftir Támar og segði við hana: «Far yvir í hús Amnons, bróður tíns, og matger honum.» 8Og Támar fór yvir í hús Amnons, bróður síns, har hann lá í rekkju síni. Og hon tók deiggj og knoðaði og bakaði køkur, meðan hann leit at. 9Og hon tók pannuna og stoytti burturúr beint framman fyri honum. Men Amnon vildi ikki eta og mælti: «Lat øll fara út!» Og tá øll vóru útfarin, 10segði Amnon við Támar: «Kom við matinum innar í skemmuna, so vil eg eta av hond tínari.» Og Támar tók køkurnar, sum hon hevði bakað, og bar Amnoni, bróður sínum, innar í skemmuna. 11Men tá ið hon rætti honum tær at eta, treiv hann í hana og segði við hana: «Kom tú, systir mín, og legst við mær!» 12Men hon segði við hann: «Nei, bróðir mín, ikki mást tú misbjóða mær; tí at ikki verður soleiðis farið fram í Ísrael. Ger ikki hetta dáraverk! 13Og eg, hvar skal eg fara við ósømd míni? Og tú verður taldur millum dáranna í Ísrael. Men finn tú heldur kong á máli um hetta; tí at ikki man hann sýta tær at fáa meg!» 14Hann vildi tó ikki lýða orðum hennara, men tók hana við valdi, neyðtók hana og legðist við henni.
15Men aftaná birtist ógvuligt hatur í Amnoni, meiri hatur enn tann ást, hann frammanundan hevði lagt við hana; og Amnon segði við hana: «Far upp og slepp tær burtur frá mær!» 16Tá segði hon við hann: «Nei, bróðir mín, at reka meg nú burtur er meiri brotsgerð enn tað, ið tú hevur gjørt móti mær.» Hann vildi ikki lurta eftir henni; 17men rópaði á svein sín, sum gekk honum til handar og mælti: «Rek mær hana út á geilar og loka hurðina eftir henni!» 18Hon var í síðum stakki við longum ermum; tí at soleiðis vóru í forðum kongsdøturnar klæddar, meðan tær vóru moyggjar. Tænari hansara rak hana út á geilar og lokaði hurðina eftir henni. 19Men Támar oysti mold á høvur sítt og skræddi sundur stakkin, hon var í, tók um høvur sítt og fór rópandi burtur. 20Absalon, bróðir hennara, segði tá við hana: «Hevur Amnon, bróðir tín, verið hjá tær? Tegi nú, systir mín! Hann er jú bróðir tín; legg einki í hetta.» Og Támar settist hugbrotin í húsi Absalons, bróður síns. 21Tá ið Dávid frætti alt hetta, var hann ógvuliga vreiður; men hann vildi ikki ryggja Amnon, son sín; tí at hann unti honum væl, av tí at hann var frumgitin sonur hansara. 22Absalon mælti ikki orð við Amnon, hvørki ilt ella gott; tí at hann hataði Amnon vegna tess, at hann hevði neyðtikið Támar, systur hansara.
23Tvey ár seinni bar so á, at Absalon fór á várfjall í Báal-Házor við Efraim, og Absalon beyð øllum kongssonunum við. 24Hann gekk fyri kong og mælti: «Trælur tín fer á várfjall og vil fegin, at kongur við monnum sínum kemur við træli tínum.» 25Men kongur svaraði Absaloni: «Nei, sonur mín, vit koma ikki allir við; tað verður tær ov mikil kostnaður!» Og tó at hann strongdi á hann, vildi hann ikki fara við, men bað hann fara væl. 26Tá segði Absalon: «Um tú ikki vilt fara, so loyv Amnoni, bróður mínum, at fara við okkum.» Men kongur svaraði honum: «Hví skal hann fara við?» 27Og av tí at Absalon strongdi á hann, læt hann Amnon og allar kongssynirnar fara við. 28Absalon gjørdi nú megnarveitslu; og hann beyð sveinum sínum og segði: «Gevið gætur, tá ið vínið er farið at renna á Amnon, og tá ið eg bjóði tykkum at ráðast á Amnon, tá skulu vit vega hann; óttist ikki; tí at tað eri eg, sum havi álagt tykkum hetta; verið nú djarvir og sýnið reystleika!» 29Sveinarnir gjørdu tá við Amnon, so sum Absalon hevði boðið teimum. Men allir kongssynirnir brugðu sær á múldjórabak og flýddu. 30Og áður enn teir vóru komnir vegin fram, fekk Dávid tey tíðindi, at Absalon hevði vigið allar kongssynirnar, so at ikki ein teirra var eftir. 31Tá fór Dávid á føtur, skræddi klæði síni sundur og tveitti seg á jørðina; og allir tænarar hansara, ið hjá honum vóru, skræddu eisini klæði síni sundur. 32Tá tók Jónadab, sonur Sjimea, bróðir Dávids, til orða og mælti: «Hugsa tú ikki, harri mín, at allir hesir ungu synir kongs eru vignir; einans Amnon er deyður; tí at Absalon hevur havt ringt yvirbregði frá tí degi, Amnon neyðtók Támar, systur hansara. 33Tí eigur kongur, harri mín, einki at leggja í hetta og ikki hugsa, at allir kongssynirnir eru deyðir; nei, einans Amnon er deyður.» 34Tá ið varðmaðurin leit seg um, sá hann mikla mannfjøld koma oman líðina á vegnum til Hóronáim; og hann fór inn fyri kong og segði við hann: «Eg síggi menn koma oman fjallið á vegnum til Hóronáim.» 35Tá segði Jónadab við kong: «Sí, har koma kongssynirnir; tað er, sum trælur tín segði.» 36Og tá ið hann hevði sagt hetta, sí, tá komu kongssynirnir; teir skóru í grát; og eisini kongur og menn hansara tóku at stórgráta. 37Men Absalon flýddi og fór til Talmai Ammihudsson, kongin í Gesjur, og kongur syrgdi Amnon, son sín, alla ta tíðina. 38Tá ið nú Absalon var flýddur og komin til Gesjur, varð hann verandi har í trý ár. 39Og Dávidi kongi tók aftur at leingjast eftir Absaloni; tí at hann var uggaður eftir deyða Amnons.

Currently Selected:

Seinna Sámuelsbók 13: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in