Seinna Korintbrævið 8
8
Paulus biður um kærleiksgávu til tey fátæku
1Men vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guðs, sum er givin í kirkjuliðunum í Makedóniu, 2at tó at tey vórðu nógv roynd í trongd, hevur gleði-ríkdómur teirra og hin djúpi fátækdómur teirra flotið yvir í gávumildi-ríkidømi teirra. 3Tí at eftir førimuni, tað vitni eg, ja, út um førimun góvu tey av egnum ávum, 4so at tey bønaðu og bóðu okkum um ta náði at sleppa upp í part við okkum um hjálpina til hini heilagu; 5og tey góvu ikki bert soleiðis sum vit høvdu vónað, men seg sjálv góvu tey fyrst og fremst til Harrans og síðan til okkara við Guðs vilja, 6so at vit bóðu Titus um, at líkasum hann áður hevði byrjað, soleiðis skuldi hann við fullenda hjá tykkum eisini hesa kærleiksgávu. 7Men eins og tit í øllum lutum eru ríkir, í trúgv og talu og kunnleika, og í øllum áhuga og í kærleika tykkara til okkara, soleiðis skulu tit eisini vera ríkir í hesi kærleiksgávu. 8Eg sigi hetta ikki sum eitt boð, men fyri at royna dygdina í kærleika tykkara við áhuganum hjá øðrum. 9Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir. 10Og eg sigi meining mína í hesum máli; tí at tað er tykkum at gagni, tit, sum longu síðan í fjør vóru teir fyrstu at leggja fyri ikki bert í verki, men eisini í vilja. 11Men fullførið nú eisini verkið, fyri at fullendingin, eins og hugurin til at vilja, má vera eftir førimuni. 12Tí at um viljin er góður, tá er hann væl toknaður eftir tí, sum hann hevur til, ikki eftir tí, sum hann ikki hevur til. 13Ikki so at skilja, at aðrir skulu fáa ein lætta, og tit eina byrði; men at tað skal vera javni. Nú um stund bøtir yvirflóð tykkara um trotið hjá hinum, 14fyri at eisini yvirflóðin hjá hinum kann bøta um trot tykkara, so at tað fer at vera javni; 15soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum mikið savnaði, fekk ikki ovmikið, og tann, sum lítið savnaði, hjá honum treyt ikki.»
Titus og tveir aðrir koma til Korint at skipa fyri innsavningini
16Men tøkk veri Guði, sum vakti henda sama íðinskap fyri tykkum í hjarta Titusar! 17Tí at væl fekk hann studling frá mær, men hann er sjálvur so hugaður, at hann fer avstað til tykkara sjálvkravdur. 18Og saman við honum senda vit tann bróðurin, sum er gitin í øllum kirkjuliðunum fyri arbeiði sítt í gleðiboðskapinum. 19Og ikki bert tað, men hann er eisini av kirkjuliðunum útvaldur til at vera í ferðini við okkum við hesi kærleiksgávu, sum vit hava umsjón við, til at fremja Harrans egnu dýrd og fúsleika okkara, 20við tað at vit vilja vara okkum fyri, at nakar skal lasta atferð okkara viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum vit hava umsjón við. 21Tí at hugur okkara stendur til tað, sum gott er, ikki bert í Harrans eygum, men eisini í manna eygum. 22Og vit senda saman við teimum bróður okkara, sum vit ofta í mongum førum hava roynt sum ein ídnan mann, men nú so nógv ídnari vegna sítt mikla treyst til tykkara. 23Hvat ið nú Titusi viðvíkur, tá er hann felagi mín og starvsbróðir hjá tykkum, ella brøðrum okkara viðvíkur, tá eru teir sendimenn frá kirkjuliðunum, æra Krists. 24Sýnið teimum tá, fyri eygunum á kirkjuliðunum, prógvið um kærleika tykkara og um rós okkara av tykkum!
Currently Selected:
Seinna Korintbrævið 8: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society