Seinna Korintbrævið 9
9
Paulus biður upp aftur Korintmenn um at geva munandi til felagsgávuna
1Um hjálpina til hini heilagu er tað, sum nú er statt, óneyðugt hjá mær at skriva til tykkara; 2tí at eg kenni tykkara góða hug, sum eg rósi mær av tykkara vegna hjá Makedónum, at Akkea hevur verið til reiðar longu síðan í fjør; og íðinskapur tykkara hevur elvt tess fleiri til kappingar. 3Men eg sendi brøðurnar, fyri at rós okkara av tykkum ikki skal koma upp í einki í hesum luti, og fyri at tit, soleiðis sum eg segði, mega vera lidnir; 4so at ikki tað skal vera, at vit, – fyri ikki at siga tit – skulu verða til skammar í hesum treysti, um tað koma Makedónar við mær, og teir finna tykkum ólidnar. 5Eg helt tað tí vera neyðugt at stuðla brøðrunum til at fara undan mær til tykkara og frammanundan skipa fyri gávu tykkara, sum áður er lovað, so at hon kann vera liðug sum ein signing og ikki sum ein pírnisgáva. 6Men hetta sigi eg: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. 7Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara. 8Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk; 9soleiðis sum skrivað stendur: «Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku, góðgerð hans varir allar ævir.» 10Men tann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð til føðslu, hann skal eisini geva tykkum sáð og gera tað margfalt og geva avgrøðini av góðgerð tykkara vøkst, 11so at tit í øllum lutum verða ríkir til alla gávumildi, sum við okkum virkar takksemi til Guðs. 12Tí at starvið við hesi tænastu bøtir ikki bert um trotið hjá hinum heilagu, men ber eisini ríkan ávøkst við takkargerðum til Guðs frá mongum, 13við tað at tey av tí sannroynda hjartalagi, sum henda hjálpin sýnir, koma at lova Guði fyri lýdni tykkara til at viðkenna tykkum gleðiboðskapin um Krist, og fyri trúlyndi tykkara í samfelaginum við tey og við øll, 14við tað at tey eisini í bøn fyri tykkum tráa eftir tykkum vegna Guðs ovurríku náði móti tykkum. 15Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu!
Currently Selected:
Seinna Korintbrævið 9: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society