Seinna Korintbrævið 4
4
Paulus boðar evangeliið við góðari samvitsku
1Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt. 2Men vit hava avsagt okkum hinar skammiligu loynigøturnar og fara ikki fram við svikum ella falska Guðs orð, men við at kunngera sannleikan bjóða vit okkum fram fyri samvitsku hvørs mans fyri ásjón Guðs. 3Men um so er, at gleðiboðskapur okkara er huldur við einum skýli, tá er tað millum teirra, sum glatast, at hann er huldur við skýli, 4hjá teimum, sum gudurin yvir hesum heimi hevur blindað hin vantrúna hugin á, fyri at ljósið frá gleðiboðskapinum um dýrd Krists, hann sum er Guðs mynd, ikki skuldi skína. 5Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld. 6Tí at Guð, sum segði: «Úr myrkrinum skal ljós skína fram!» hann læt tað skína í hjørtum okkara, fyri at lata kunnleikan um Guðs dýrd í ásjón Krists lýsa fram.
Dýrgripur í leirkeri, fyri at kraftin skal vera Guðs
7Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum, 8trongdir sum vit eru í øllum førum, men tó ikki innibyrgdir; ivafullir, men tó ikki ráðleysir; 9atsøktir, men tó ikki uppgivnir; feldir, men tó ikki týndir; 10altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í likami okkara. 11Ja, altíð verða vit, meðan vit liva, givnir upp til deyða fyri Jesu skuld, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í deyðuliga holdi okkara. 12Soleiðis er tá deyðin virksamur í okkum, men lívið í tykkum.
Troyst í vónini um æviga dýrd
13Men av tí at vit hava hin sama trúar andan, samsvarandi tí, sum skrivað stendur: «Eg trúði, tí talaði eg,» so trúgva vit eisini, og tí tala vit eisini, 14við tað at vit vita, at hann, sum vakti upp Harran Jesus, skal eisini uppvekja okkum saman við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum. 15Tí at alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin, sum er økt við at náa til tess fleiri, má gera takkargerðina ríkliga til Guðs æru. 16Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi. 17Tí at trongd okkara, sum er stokkut og lætt, virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga tyngd av dýrd, 18við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.
Currently Selected:
Seinna Korintbrævið 4: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society