Seinna Korintbrævið 3
3
Kirkjuliðið í Korint er Paulusar viðmælisbræv
1Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli? Ella tørvar okkum, eins og summum, at hava viðmælisbræv til tykkara ella frá tykkum? 2Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, 3tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við anda hins livandi Guðs, ikki á steintalvur, men á hjartatalvur av kjøti.
Tænastan fyri hinum nýggja sáttmálanum samanborin við tænastuna fyri hinum gamla
4Men slíkt álit hava vit til Guðs fyri Krists skuld; 5ikki so, at vit av okkum sjálvum eru dúgligir til at hugsa nakað upp sum av okkum sjálvum, men dugnaskapur okkara er frá Guði, 6honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men anda; tí at bókstavurin drepur, men andin lívgar. 7Men tá ið tænasta deyðans, sum við bókstøvum var innhøgd í steinar, kom fram í dýrd, so at Ísraelsmenn ikki toldu at líta at andliti Mósesar fyri ljómanum í andliti hansara, sum tó hvarv burtur, 8hvussu mikið meira má tá ikki tænasta andans vera í dýrd? 9Tí at hevði fordømingartænastan dýrd, tá er rættvísitænastan enn mikið meira rík í dýrd. 10Tí at sjálvt hitt dýrdríka er í hesum luti tó ikki dýrdríkt í samanburði við hin ovurstóra dýrdleika. 11Tí at tá ið tað, sum hvørvur burtur, kom fram í dýrd, tá skal mikið meira tað, sum varir við, vera í dýrd. 12Við tað at vit nú hava slíka vón, tá halda vit fram við miklum treysti, 13og gera ikki eins og Móses, sum legði eitt skýli yvir andlit sítt, fyri at Ísraelsmenn ikki skuldu líta at, at tað, sum hvarv burtur, fekk enda. 14Men hugur teirra varð forherðaður; tí at líka til dagin í dag liggur sama skýlið yvir upplestrinum av hinum gamla sáttmálanum og verður ikki tikið burturav; tí at eina í Kristi fer tað burtur. 15Ja, líka til dagin í dag liggur eitt skýli yvir hjørtum teirra, tá ið Móses verður lisin upp. 16Men tá ið teir venda um til Harrans, verður skýlið tikið burtur. 17Men Harrin er andin; men har sum andi Harrans er, har er frælsi. 18Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans.
Currently Selected:
Seinna Korintbrævið 3: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society