YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Korintbrævið 2

2
Paulus broytti ferðaætlan sína fyri ikki at valda Korintmonnum sorg
1Men eg gjørdi hetta av fyri mín egna part, at eg ikki aftur vildi koma til tykkara við sorg. 2Tí at um eg veldi tykkum sorg, hvør er tað tá, sum ger meg glaðan, uttan tann, sum eg veldi sorg? 3Og júst av teirri grund skrivaði eg til tykkara, fyri at eg, tá ið eg kom, ikki skuldi fáa sorg av teimum, sum eg átti at fáa gleði av, við tað at eg havi tað treyst á tykkum øllum, at gleði mín er gleði hjá tykkum øllum. 4Tí at av miklari angist og hjartans trega skrivaði eg til tykkara við mongum tárum, ikki fyri tað at tit skuldu fáa sorg, men fyri at tit skuldu fáa at kenna tann kærleika, sum eg havi til tykkara serstakliga.
Paulus biður teir fyrigeva einum syndara, sum hevur fingið nóg mikla revsing
5Men um einhvør hevur volt sorg, tá er tað ikki mær, hann hevur volt sorg, men í nøkrum muni – at eg ikki skal gera ov nógv av – tykkum øllum. 6Nóg mikil er tí manni tann revsing, sum hann hevur fingið av teimum flestu av tykkum, 7so at tit nú aftur ímót heldur eiga at fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann ikki skal søkka í enn størri sorg. 8Tí áminni eg tykkum, at tit koma á samt um at sýna honum kærleika. 9Tí at eisini av teirri grund skrivaði eg, at eg kundi fáa at vita, hvussu fullroynd tit eru, og um tit eru lýðin í øllum lutum. 10Men tí, sum tit fyrigeva nakað, honum fyrigevi eg við. Tí at eisini tað, sum eg havi fyrigivið, – um eg havi havt nakað at fyrigeva, – tað havi eg gjørt fyri tykkara skuld, fyri ásjón Krists, 11til tess at vit ikki skulu verða villleiddir av Sátani; tí at vit eru ikki ókunnigir við svikráð hansara.
Paulus hevur havt gremju um Korintmenn, men takkar nú Guði fyri gerningin
12Tá ið eg kom til Troas at boða gleðiboðskapin um Krist, og dyr vóru mær opnaðar har í Harranum, 13tá hevði eg ikki rógv í anda mínum, av tí at eg hitti ikki Titus, bróður mín, men eg skildist frá teimum og fór avstað til Makedóniu. 14Men Guði veri tøkk, sum altíð førir okkum fram í sigursferð í Kristi, og við okkum letur angan av kunnskapi sínum koma upp allar staðir; 15tí at vit eru Krists góði angi fyri Guði millum teirra, sum verða frelst, og millum teirra, sum glatast, 16teimum ein angi av deyða til deyða, men hinum ein angi av lívi til lívs. Og hvør er dúgligur til hetta? 17Tí at vit eru ikki eins og hinir mongu, sum fara óreiðuliga við Guðs orði, men vit tala sum av reinleika, ja, sum av Guði, fyri ásjón Guðs í Kristi.

Currently Selected:

Seinna Korintbrævið 2: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in