YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Korintbrævið 1

1
Heilsan
1Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og Timoteus bróðirin, heilsa Guðs kirkjuliði, sum er í Korint, saman við øllum hinum heilagu, sum eru í allari Akkeu. 2Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri troyst í neyð og bjarging úr deyðavanda
3Lovaður veri Guð og faðir várs harra Jesu Krists, faðir miskunnar og Guð allar troystar, 4sum troystar okkum í eini og hvørji trongd okkara, so at vit kunnu troysta tey, sum eru í alskyns trongdum við teirri troyst, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Guði. 5Tí at líkasum líðingar Krists koma ríkliga yvir okkum, soleiðis kemur eisini troyst okkara ríkliga við Kristi. 6Og annaðhvørt vit líða trongdir, tá er tað tykkum til troystar og frelsu, ella vit verða troystaðir, tá er tað tykkum til ta troyst, sum vísir kraft sína í tolmóði í teimum somu líðingum, sum vit eisini líða. 7Og vón okkara um tykkum er føst, við tað at vit vita, at eins og tit eru felagar í líðingunum, soleiðis eru tit tað eisini í troystini. 8Tí at vit vilja ikki, brøður, at tit ikki skulu vita um ta trongd, sum okkum var fyri í Ásiu, at vit vórðu ógvuliga hart niðurtyngdir, meira enn vit vóru mentir, so at vit eisini ivaðust um lívið. 9Ja, sjálvir høvdu vit avsagt deyðadómin fyri okkum sjálvum, fyri at vit ikki skuldu líta á okkum sjálvar, men á Guð, sum reisir upp hini deyðu, 10hann, sum bjargaði okkum og bjargar okkum úr slíkum deyða, og sum vit seta ta vón til, at hann eisini enn vil bjarga okkum, 11við tað at tit eisini koma okkum til hjálpar við bønini fyri okkum, fyri at tað av mongum munnum má verða framborin tøkk okkara vegna fyri ta náðigávu, sum okkum er veitt við forbøn av mongum.
Orsøkin til broytingina í ferðaætlan Paulusar
12Tí at hetta er rós okkara, vitnisburðurin í samvitsku okkara, at í heilagleika og reinleika Guðs, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guðs hava vit ferðast um í heiminum, og serstakliga hjá tykkum. 13Tí at vit skriva einki annað til tykkara enn tað, sum tit annaðhvørt lesa ella hava fingið at sanna. Og eg vóni, at tit til fulnar skulu sanna tað, 14líkasum tit eisini fyri ein part hava sannað um okkum, at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara, á degi Jesu, harra várs. 15Og í hesum treysti var tað ætlan mín at koma fyrst til tykkara, fyri at tit skuldu fáa náði tvær reisur, 16og at fara um hjá tykkum til Makedóniu, og so frá Makedóniu koma aftur til tykkara, og av tykkum verða fylgdur á veg til Júdeu. 17Tá ið nú hetta var ætlan mín, man eg tá hava verið ein vingliskøltur? Ella tey ráð, sum eg taki fyri, taki eg tey fyri eftir holdinum, fyri at tað hjá mær skulu vera bæði ja, ja, og nei, nei? 18So satt sum Guð er trúfastur, so er tala okkara til tykkara ikki bæði ja og nei. 19Tí at sonur Guðs, Kristus Jesus, sum tykkara millum er prædikaður av okkum, av mær og Silvanusi og Timoteusi, var ikki bæði ja og nei, men ja er tað vorðið í honum. 20Tí at so mangar sum Guðs fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Guði til æru við okkum. 21Men tann, sum heldur okkum tillíka við tykkum fast við Krist og salvaði okkum, er Guð, 22hann sum eisini hevur innsiglað okkum og givið okkum pant andans í hjørtu okkara. 23Men eg kalli Guð til vitni móti sál míni, at tað var fyri at eira tykkum, at eg ikki enn eri komin til Korint. 24Ikki so, sum at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, men vit eru starvsfelagar at gleði tykkara, tí at í trúnni standa tit.

Currently Selected:

Seinna Korintbrævið 1: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in