Fyrra Korintbrævið 16
16
Kærleiksgáva til kirkjuliðið í Jerúsalem
1Men viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, tá gerið eisini tit soleiðis, sum eg havi skipað kirkjuliðunum í Galatiu fyri. 2Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør av tykkum heima hjá sær sjálvum leggja eitt sindur burturav og hava tað niðurfyri, sum tað kann bera til hjá honum eftir førimuni, so at tað ikki tá fyrsta verður farið undir samanskotið, tá ið eg komi. 3Men tá ið eg komi, skal eg senda teir, sum tit halda dugandi til tess, við brævum at fara við kærleiksgávu tykkara til Jerúsalem. 4Men er tað vert, at eg eisini fari, tá skulu teir vera í ferðini við mær.
Ferðaætlan Paulusar
5Eg komi til tykkara, tá ið eg havi ferðast um Makedóniu; tí at eg leggi ferð mína um Makedóniu. 6Men tað kann vera, at eg steðgi eina tíð hjá tykkum, ella eisini verði allan veturin, fyri at tit kunnu fylgja mær á leið, hvar eg so tá fari. 7Tí at eg vil ikki síggja tykkum nú á veginum; men eg vóni at kunna verða eina tíð hjá tykkum, um Harrin vil loyva tað. 8Men eg verði verandi í Efesus líka til hvítusunnu; 9Tí at einar dyr eru mær opnaðar har, víðar og virkisfullar, og mótstøðumenninir eru mangir.
Timoteus og Ápollos koma
10Tá ið Timoteus kemur, tá síggið til, at hann óttaleyst kann vera hjá tykkum; tí at tað er Harrans gerningur, hann ger, eins og eg. 11Tí má eingin vanvirða hann; men fylgið honum á leið í friði, fyri at hann kann koma til mín; tí at eg vænti hann við brøðrunum. 12Men hvat ið bróðurinum Ápollosi viðvíkur, tá havi eg biðið hann so mikið um at fara til tykkara saman við brøðrunum; men hann hevði heilt ongan hug at fara nú, men hann skal koma, tá ið hann fær stundir.
Áminningar
13Vakið, standið fastir í trúnni, verið manniligir, verið sterkir! 14Alt hjá tykkum veri gjørt í kærleika!
Húski Stefanasar og sendimenn Korintmanna
15Men eg áminni tykkum, brøður, – tit vita um hús Stefanasar, at tað er frumgróður Akkeu, og at tey hava givið seg í tænastu hjá hinum heilagu, – 16at eisini tit eru slíkum monnum undirgivnir, og einum og hvørjum, sum arbeiðir við og ger sær ómak. 17Eg gleði meg um, at Stefanas og Fortunatus og Akaikus eru her hjá mær, tí at teir hava bøtt um saknin av tykkum. 18Tí at teir hava kveikt anda mín og tykkara. Havið tí slíkar í metum!
Heilsanir
19Kirkjuliðini í Ásiu lata heilsa tykkum. Akvilas og Priska saman við kirkjuliðinum í húsi teirra lata heilsa tykkum so mikið í Harranum. 20Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi!
Heilsan skrivað av Paulusi sjálvum
21Heilsan við míni egnu, Paulusar, hond. 22Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Maran ata! 23Harrans Jesu náði veri við tykkum! 24Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi!
Currently Selected:
Fyrra Korintbrævið 16: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society