Bible App logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 7

7
Ísraelsmenn venda við
2Frá tí degi, ørkin var komin til Kirjat-Jearim, leið long tíð – samfeld tjúgu ár liðu – tá tók alt Ísraels hús aftur at stunda á Harran. 3Og Sámuel segði við alt Ísraels hús: «Um tit av øllum hjarta vilja venda tykkum til Harrans, tá rekið burtur hinar fremmandu gudar tykkara og Ástarturnar og snúgvið hugi tykkara til Harrans og tænið honum eina – tá man hann bjarga tykkum úr hondum Filista.» 4Tá beindu Ísraelsmenn fyri Báalum og Ástartum og tæntu Guði eina. 5Tá segði Sámuel: «Stevnið øllum Ísrael saman í Mizpa, so skal eg biðja til Harrans fyri tykkum.» 6Og teir komu saman í Mizpa og drógu vatn og útheltu tað fyri ásjón Harrans og fastaðu tann dagin og søgdu: «Vit hava syndað móti Harranum.» Og Sámuel dømdi Ísraelsmenn í Mizpa.
Ísraelsmenn vinna sigur á Filistum
7Men tá ið Filistar hoyrdu, at Ísraelsmenn høvdu savnast saman í Mizpa, fóru høvdingar Filista móti Ísrael. Og tá ið Ísraelsmenn frættu tað, vórðu teir ræddir fyri Filistum. 8Og teir søgdu við Sámuel: «Lætt ikki av at biðja fyri okkum til Harrans, Guðs várs, at hann má bjarga okkum úr hondum Filista.» 9Tá tók Sámuel smálomb og ofraði Harranum tað alt sum brennioffur; og Sámuel rópaði til Harrans fyri Ísrael, og Harrin bønhoyrdi hann; 10tí at meðan Sámuel ofraði brenniofrið, og Filistar nærkaðust til bardaga móti Ísrael, læt Harrin glymja øgiligan toruslátt yvir Filistum, so at teir spjaddust og fingu ósigur av Ísrael. 11Og Ísraelsmenn fóru út úr Mizpa og eltu Filistar og bardu teir allan vegin alt at Bet-Kar. 12Tá tók Sámuel stein og reisti hann millum Mizpa og Jesjana og kallaði hann Ebenezer og segði: «Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.» 13Soleiðis vórðu Filistar kúgaðir og herjaðu ikki aftur á Ísraels land; men hond Harrans lá tung á Filistum alla ævi Sámuels. 14Og bygdir tær, ið Filistar høvdu tikið frá Ísrael, komu aftur undir Ísrael, frá Ekron alt at Gát; eisini landið uttan um har tók Ísrael aftur av Filistum; og friður var millum Ísraels og Ámorita.
Sámuel sum dómari
15Og Sámuel var dómari í Ísrael alla ævi sína. 16Hann ferðaðist á hvørjum ári um Betel, Gilgal og Mizpa og dømdi Ísrael á øllum hesum støðum. 17Síðan fór hann aftur til Ráma, tí at har búði hann, og har dømdi hann Ísrael. Og hann reisti Harranum altar har.

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 7: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fyrra Sámuelsbók 7