Bible App logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 6

6
Ørkin heim aftur send
1Og ørk Harrans var hjá Filistum sjey mánaðir. 2Og Filistar stevndu saman prestum og fjølkunnugum og søgdu: «Hvat eiga vit at gera við ørk Harrans? Sigið okkum, hvussu vit eiga at flyta hana heim aftur á stað sín.» 3Og teir søgdu: «Ætla tit at senda ørk Ísraels Guðs aftur, so sendið hana ikki tóma aftur; veitið henni heldur sektaroffur. Tá munnu tit verða grøddir og skilja, hví hond hansara ikki veik frá tykkum.» 4«Hvat sektaroffur eiga vit at veita henni?» Og teir svaraðu: «Fimm kýli úr gulli og fimm mýs úr gulli eins og talið á høvdingum Filista, tí at sama plága nívir tykkum og høvdingar tykkara. 5Og gerið myndir av kýlum tykkara og myndir av músum tykkara, ið oytt hava landið; og gevið Ísraels Guði dýrdina; kanska lættir hann tá hendi síni av tykkum og gudi tykkara og landi tykkara. 6Hví vilja tit herða hjørtu tykkara, eins og Egyptar og Fárao herdu hjørtu síni! Var ikki so, at tá ið hann hevði plágað teir illa, tá noyddust teir at sleppa teimum, so teir fóru heim? 7Farið nú og gerið nýggjan vagn og takið tvær kýr, ið kálvar ganga undir, og ok ongantíð hevur verið á, og setið tær fyri vagnin; men rekið kálvar teirra heim aftur. 8Takið síðan ørk Harrans og setið hana á vagnin; og gullgripir teir, ið tit veita henni sum sektaroffur, skulu tit leggja í kistil við lið hennara og latið hana so halda leið sína. 9Og hyggið eftir, um hon tekur leiðina heim til Bet-Sjemesj, tí at tá er tað hann, ið hevur elvt okkum hesa miklu ógævu; men fer hon ikki ta leiðina, so vita vit, at tað ikki er hond hansara, ið hevur nívt okkum, men nakað, sum hevur borist okkum á av tilvild.»
10Menninir so gjørdu; teir tóku tvær kýr, ið kálvar gingu undir, og settu tær fyri vagnin, men kálvar teirra byrgdu teir í fjósinum. 11Síðan settu teir ørk Harrans upp á vagnin og eisini kistilin við gullmúsunum og kýlamyndunum. 12Men kýrnar hildu beina leið til Bet-Sjemesj; uttan steðg gingu tær beljandi eftir breytini og viku hvørki til høgru ella vinstru; og høvdingar Filista gingu aftan á tær alt at landamarkinum í Bet-Sjemesj. 13Men Bet-Sjemesjverjar vóru og skóru hveiti í dalinum, og tá teir hugdu upp og sóu ørkina, gleddust teir um at síggja hana aftur. 14Og vagnurin kom inn á bøin hjá Jehósjua Bet-Sjemesjverja og steðgaði har; men har var stórur steinur, og teir kluvu sundur viðin, ið vagnurin var gjørdur úr, og ofraðu Harranum kýrnar sum brennioffur. 15Og Levisynir tóku ørk Harrans niður og kistilin við lið hennara, sum gullgripirnir vóru í, og settu hana á hin stóra steinin; og Bet-Sjemesjbúgvar ofraðu Harranum á tí degi brennioffur og slátraðu sláturoffur. 16Tá ið hinir fimm høvdingar Filistanna høvdu sæð hetta, vendu teir sama dag aftur til Ekron.
17Og hesi eru tey gullkýli, ið Filistar greiddu Harranum í sektarofri: eitt fyri Ásdod, eitt fyri Gaza, eitt fyri Askalon, eitt fyri Gát og eitt fyri Ekron. 18Og gullmýsnar samsvaraðu talinum á øllum borgum teimum, ið hinir fimm høvdingar Filista áttu, bæði hinum víggirdu borgunum og bygdunum. Hin stóri steinurin, sum teir settu ørkina á í bønum hjá Jehósjua í Bet-Sjemesj, er enn í dag váttur um hetta. 19Men ættargrein Jekonja hevði ikki tikið lut í gleðini yvir at síggja ørk Harrans aftur; tessvegna drap hann teirra millum sjeyti mans. Og fólkið syrgdi, av tí at Harrin hevði elvt so mikið mannfall teirra millum. 20Tá søgdu Bet-Sjemesjbúgvar: «Hvør kann standast fyri Harranum, hesum heilaga Guði? Og til hvørs man hann fara frá okkum?» 21Og teir sendu hesi boð til teirra, sum búðu í Kirjat-Jearim: «Filistar hava borið ørk Harrans aftur; komið nú oman og flytið hana niðan til tykkara.» 7,1 Tá komu menninir í Kirjat-Jearim og fluttu ørk Harrans niðan og settu hana inn í húsið hjá Ábinadabi á heygnum; og teir vígdu son hansara Eleazar til at varðveita ørk Harrans.

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 6: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fyrra Sámuelsbók 6