Fyrra Sámuelsbók 8
8
Synir Sámuels
1Men tá ið Sámuel var vorðin gamal, setti hann synir sínar sum dómarar yvir Ísrael. 2Frumgitni sonur hansara æt Jóel, og annar sonur hansara Ábia; teir dømdu í Beersjebu. 3Men synir hansara stigu ikki í fótaspor hansara; teir høvdu lyndi til at fremja egið gagn og taka við mutri, og teir gjørdu mismun í rættinum.
Ísraelsmenn krevja kong
4Tá savnaðust saman allir Ísraels elstu og fóru á fund Sámuels í Ráma 5og søgdu við hann: «Sí, tú ert vorðin gamal, og synir tínir stíga ikki í fótaspor tíni; set tí kong yvir okkum til at døma okkum, eins og allar aðrar tjóðir hava.» 6Men tað dámdi ikki Sámueli, at teir søgdu: «Gev okkum kong til at døma okkum.» Og Sámuel fór at biðja til Harrans. 7Tá segði Harrin við Sámuel: «Laga teg eftir fólkinum í øllum, sum teir biðja teg um, tí at ikki tær hava teir havnað; men mær hava teir havnað, so at eg má ikki vera kongur teirra. 8Og soleiðis hava teir gjørt frá tí degi, eg leiddi teir út úr Egyptalandi og fram at hesum degi; teir hava givið meg yvir og tæna øðrum gudum; á sama hátt bera teir seg nú at ímóti tær. 9Men laga teg nú eftir teimum; tó skalt tú leggja teimum eina við og kunngera teimum rættindi kongsins, ið ráða skal yvir teimum.»
10Og Sámuel flutti fólkinum, ið bað hann um kong, øll orð Harrans 11og mælti: «Hetta munnu vera rættindi kongsins, ið yvir tykkum skal ráða: Synir tykkara man hann taka og seta teir við vagn sín og ross síni, og teir munnu renna fyri framman vagni hansara, 12og skila teimum til at verða høvdingar yvir túsund og høvdingar yvir fimti og seta teir til at pløga akurlendi sítt og til at bera inn undir lonir og til at smíða hernaðaramboð og aktól. 13Og hann man seta døtur tykkara at búgva til salvur og til at kóka og baka. 14Og bø tykkara og víngarðar tykkara og tey bestu oljutrø tykkara man hann taka og geva tænarum sínum. 15Av sáðjørð og víngørðum tykkara man hann taka tíggjund og geva hirðmonnum og tænarum sínum. 16Trælir og trælkonur tykkara og tey bestu neytini og asnar tykkara man hann taka og nýta í vinnu síni. 17Av smalum tykkara man hann taka tíggjund, og sjálvir verða tit trælir hansara. 18Tá munnu tit fara at rópa um hjálp undan kongi tykkara, ið tit sjálvir hava kosið tykkum; men tá man Harrin ikki svara tykkum.»
19Men fólkið vildi ikki lýða Sámuel, men segði: «Nei, kongur skal vera yvir okkum; 20tí vit vilja vera eins og allar aðrar tjóðir; og kongur okkara skal døma okkum og vera oddamaður okkara og ganga undan í bardaga.» 21Sámuel lýddi á orð fólksins og segði Harranum frá teim. 22Men Harrin segði við Sámuel: «Laga teg eftir teimum og set kong at ráða yvir teimum.» Tá segði Sámuel við Ísraelsmenn: «Farið tit heim hvør í heimbygd sína.»
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 8: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society