Bible App logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 26

26
Dávid ger alsamt væl við Sául
1Tá komu menn úr Zif til Sáuls í Gibeu og mæltu: «Man ikki Dávid krógva seg í Gibeat-Hákila eystantil á reyninum?» 2Sául búðist at fara oman í Zif oyðimørk, og við honum vóru trý túsund mans av valaliði úr Ísrael til tess at royna eftir Dávidi í Zif oyðimørk. 3Sául setti herbúðir sínar í Gibeat-Hákila, ið er við vegin eystantil á reyninum. Men Dávid hølaðist í oyðimørkini. Og tá ið hann frætti, at Sául var komin í oyðimørkina til tess at elta seg, 4sendi Dávid njósnarar og fekk at vita, at Sául var komin til Nákon. 5Tá fór Dávid á føtur og kom at tí staði, har Sául hevði sett herbúðir sínar; og tá ið Dávid bar eyga við staðin, har Sául og Ábner Nersson, herhøvdingi hansara, lógu, og sá, at Sául lá í vagnborgini, meðan herliðið lá í tjøldum kring um hann, 6tá mælti hann við Áhimelek Hetita og við Ábisjaj Zerujuson, bróður Jóabs, og segði: «Hvør vil fara við mær oman í herbúðir Sáuls?» Ábisjaj svaraði: «Eg vil fara við tær.» 7Og tá ið Dávid og Ábisjaj á nátt komu at herliðinum, tá lá Sául í fasta svøvni í vagnborgini, og spjót hansara stóð rent niður í vøllin við høvdalag hansara; men Ábner og hermenninir lógu kring um hann. 8Tá mælti Ábisjaj við Dávid: «Í dag hevur Harrin givið fígginda tín upp í hendur tínar; loyv mær nú at negla hann fastan í jørðina við spjóti hansara, so at mær ikki tørvar at gera tað tvær ferðir!» 9Men Dávid svaraði Ábisjaj: «Einki ilt skalt tú gera honum; tí at hvør leggur hond á salvaða Harrans og sleppur undan óskalaður?» 10Og Dávid mælti framvegis: «So satt sum Harrin livir, man annaðhvørt Harrin sjálvur raka hann, ella hann doyr á vanligan hátt, ella hann fær bana sín í bardaga. 11Harrin lati tað vera mær fjart at leggja hond á salvaða Harrans. Men tak tú nú spjótið, ið stendur við høvdalag hansara, og vatnkeraldið, og latum okkum fara.» 12Og Dávid tók spjótið og vatnkeraldið frá høvdalagi Sáuls, og fóru teir síðan leið sína; men eingin sá tað ella gav sær far um tað, og eingin vaknaði; so fast svóvu teir allir, av tí at tungur svøvnur frá Harranum var komin á teir.
13Síðan fór Dávid yvirum og upp á ein fjallatind, so at langt var ímillum teirra. 14Og Dávid rópaði á herliðið og á Ábner Nersson og mælti: «Svarar tú ikki, Ábner?» Tá svaraði Ábner: «Hvør ert tú, ið rópar á kong?» 15Men Dávid svaraði Ábneri: «Ert tú ikki kallmaður, og hvør er líki tín í Ísrael? Hví vakir tú ikki yvir kongi, harra tínum? Tí at maður úr herliðinum kom og ætlaði at týna kongi, harra tínum, av lívi. 16Her hevur tú farið illa at! So satt sum Harrin livir, eru tit deyðan verdir, av tí at tit ikki hava vakt yvir harra tykkara, hinum salvaða Harrans. Síggj nú spjót kongsins og vatnkeraldið, ið stóð við høvdalag hansara!» 17Tá kendi Sául málið í Dávidi og mælti: «Er hetta ikki rødd tín, Dávid, sonur mín?» Og Dávid svaraði: «Jú, hetta er rødd mín, kongur, harri mín!» 18Og hann segði uppaftur: «Hví søkir harri mín at tænara sínum? Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt er mær í huga? 19Gævi at kongur, harri mín, nú vil lýða á orð tænara síns! Hevur Harrin eggjað teg upp ímóti mær, tá lat hann fáa angan av offurroyki; men eru tað menn, tá veri teir bølbidnir fyri Harranum; av tí at teir hava rikið meg burtur frá arvaluti Harrans og sagt við meg: Far og tæn øðrum gudum! 20Lat nú ikki blóð mítt renna á jørð fjart frá ásjón Harrans; tí at Ísraels kongur er farin út at royna eftir lívi mínum, eins og ørnin eltir akurhønu um heiðarnar.» 21Tá mælti Sául: «Eg havi syndað! Kom aftur, Dávid, sonur mín! Eg skal ongantíð aftur gera tær nakað mein, tær, í hvørs eygum lív mítt hevur verið dýrmett í dag! Eg havi verið ein dári og eri farin langt av leið!» 22Tá svaraði Dávid og mælti: «Sí, her er spjót kongs; kom nú ein av sveinunum higar eftir tí. 23Men Harrin skal løna hvørjum manni rættvísi hansara og trúfesti; tí, tó at Harrin hevði givið teg upp í hendur mínar í dag, legði eg tó ikki hond á salvaða Harrans. 24Sí, eins og lív títt var dýrmett í mínum eygum – gævi at lív mítt á sama hátt má vera dýrmett í eygum Harrans, so at hann bjargar mær úr øllum vanda!» 25Tá mælti Sául við Dávid: «Signaður veri tú, Dávid, sonur mín, tú, sum í øllum verkum ert happadrúgvur!» Síðan fór Dávid leið sína, meðan Sául snúðist heim aftur til sín sjálvs.

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 26: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in