Bible App logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 27

27
Dávid hjá Ákisji í Gát
1Men Dávid hugsaði við sjálvum sær: «Einhvønn dag verði eg at lúta fyri Sáuli; tí er ikki annað til ráða at taka enn at bjarga sær inn í Filistaland; tá gevst Sául at elta meg um alt Ísraels land, og eg komist tá undan honum.» 2Síðan búðist Dávid til ferðar og fór við seks hundrað monnum yvir at gista Ákisj Máoksson, kongin í Gát. 3Og Dávid tók upp bústað sín hjá Ákisji í Gát, bæði hann og menn hansara hvør við sínum húski, Dávid við báðum konum sínum: Áhinoam úr Jizreel og Ábigáil, konu Nábals á Karmel. 4Tá ið Sául frætti, at Dávid var flýddur til Gáts, gavst hann at leita eftir honum.
Dávid í Ziklag
5Men Dávid segði við Ákisj: «Havi eg vunnið yndi títt, tá gev mær einahvørja avbygd at búgva í, tí at hví skal trælur tín búgva hjá tær í høvuðsborgini?» 6Ákisj fekk honum tá sama dag Ziklag; tí eiga Júdakongar Ziklag enn í dag. 7Og Dávid búði í Filistalandi í eitt ár og fýra mánaðir. 8Men Dávid og menn hansara fóru herferð og gjørdu áræsur á Gesjuritar og Gizritar og Ámalekitar; tí at hesir búðu har í landinum allan vegin frá Telam til Sjúr og Egyptalands. 9Og hvørja ferð Dávid gjørdi herferð í hesi lond, læt hann hvørki mann ella konu vera eftir á lívi, men smalur og stórdýr, asnar, kamelar og klæði tók hann við sær; og tá ið hann kom heim aftur til Ákisjar, var Ákisj vanur at spyrja hann: 10«Hvar hevur tú rænt í dag?» Tá svaraði Dávid: «Sunnantil í Júda; á suðurlandi Jerameelita, ella: á suðurlandi Kenita.» 11Dávid læt hvørki mann ella konu vera eftir á lívi, av tí at hann hugsaði við sær: Tey skulu ikki koma til Gáts og siga: Soleiðis og soleiðis hevur Dávid gjørt. Hetta var siður hansara alla ta tíð, sum hann búði í Filistalandi. 12Og Ákisj trúði Dávidi og hugsaði við sær: «Nú hevur hann so ringt ágiti hjá tjóð síni, Ísrael, at hann verður verandi í tænastu míni allar tíðir.»

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 27: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in