Fyrra Sámuelsbók 25
25
Deyði Sámuels
1Tá ið Sámuel var deyður, savnaðist allur Ísrael og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í húsi hansara í Ráma.
Nábal og Ábigáil
Síðan fór Dávid oman í Máonoyðimørk. 2Men í Máon var maður, ið hevði búgv sítt á Karmel; hann var ógvuliga ríkur og átti trý túsund seyðir og túsund geitir. Um tað leitið var hann á várfjalli á Karmel. 3Hesin maður æt Nábal og kona hansara Ábigáil; hon var vitug kona og fríð í ásjón; men maðurin var harður og illur í sær. Hann var av Kálebs ætt. 4Tá ið Dávid úti í oyðimørkini fekk fregn um, at Nábal var á várfjalli, 5sendi hann tíggju av sveinum sínum avstað og segði við teir: «Farið niðan á Karmel á fund Nábals og berið honum kvøðu mína; 6og soleiðis skulu tit siga við hann: Heilur og sælur veri tú, og heilt og sælt veri alt, sum tú eigur! 7Eg havi hoyrt, at tú ert á fjalli í áseyðaroyting. Og seyðamenn tínir hava verið við okkum, og ikki hava vit gjørt teimum nakað mein, og ikki hava teir saknað nakað alla ta tíð, sum teir hava verið á Karmel 8– spyr tú sveinar tínar, og munnu teir siga tær tað sama – tí vóni eg, at sveinarnir verða væl fagnaðir av tær. Vit koma jú á fagnaðardegi; gev tí trælum tínum og Dávidi, syni tínum, tað, ið er tær fyri hendi.»
9Tá ið sveinar Dávids komu á fund Nábals, søgdu teir honum øll hesi orð í navni Dávids og bíðaðu síðan kvirrir. 10Men Nábal svaraði sveinum Dávids og mælti: «Hvør er Dávid, og hvør er sonur Ísai? Mangir eru trælirnir nú á døgum, ið fara millum mála. 11Eigi eg at taka breyð mítt og vín mítt og sláturfæ mítt, sum eg havi slátrað fjallmonnum mínum, og geva tað monnum, ið eg ikki kenni so mikið, at eg veit, hvaðan teir eru?» 12Tá hildu sveinar Dávids ferðini heim aftur og komu og bóru honum øll hesi tíðindi. 13Men Dávid mælti við menn sínar: «Gyrðið tykkum nú allir svørði!» Og teir gyrdu seg hvør sínum svørði, og eisini Dávid gyrdi seg svørði sínum. Síðan fóru teir niðan við Dávidi á odda, um fýra hundrað mans, meðan tvey hundrað vórðu eftir hjá viðførinum.
14Men ein av sveinum Nábals segði Ábigáil, konu hansara, frá hesum og mælti: «Sí, Dávid sendi úr oyðimørkini ørindasveinar við kvøðu til húsbónda okkara; men hann háðaði teir, 15tó at hesir menn hava roynst okkum góðir í ávikum og ikki sýnt okkum nakrar ósømdir; og einki vit saknaðu alla ta tíð, vit vóru í námindu teirra, meðan vit fjakkaðu um hagarnar. 16Ein verndargarður hava teir verið okkum bæði um nætur og dagar alla ta tíð, vit goymdu at smalum í námindu teirra. 17Nú mást tú vera skilagóð og hyggja væl eftir, hvat tú eigur at gera; tí at nú er húsbónda okkara og øllum húsi hansara ógæva búgvin; men hann er tílíkt bølmenni, sum ikki talast við.»
18Ábigáil tók tá skundisliga tvey hundrað breyð og tveir bjølgar við víni, fimm tilgjørdar seyðir og fimm seur av svidnum korni, eitt hundrað vínberjakøkur og tvey hundrað fikukøkur og legði tað á asnarnar. 19Og hon mælti við sveinar sínar: «Farið undan mær, eg komi aftan á tykkum.» Men Nábali, manni sínum, segði hon einki um hetta. 20Og sum hon nú á asna sínum reið oman líðina í lívd av fjallinum, komu Dávid og menn hansara oman ímóti henni, so at hon kom beint á teir. 21Men Dávid hevði sagt: «Til einkis havi eg varðveitt alt tað, sum hasin maðurin átti í oyðimørkini, so at einki av øllum hansara fórst; men hann hevur lønt mær tað góða við illum. 22Guð lati Dávid gjalda tess bæði nú og framvegis, um eg av øllum tí, sum hann eigur, lati nakað livandi mannkyn verða eftir, tá ið roðar fyri sól!»
23Tá ið Ábigáil bar eyga við Dávid, fór hon skundisliga niður av asnanum, fell fram eftir grúgvu fyri Dávidi og neig til jarðar; 24og hon fell honum til kníggja og mælti: «Harri mín, á mær eina hvílir søkin; men loyv mær, trælkonu tíni, at tala til tín og lýð á orð trælkonu tínar! 25Harri mín má ikki leggja lag í hatta bølmennið Nábal; tí at av rættum ber hann navn sítt: Nábal eitur hann, og dári er hann; men eg, trælkona tín, sá ikki sveinarnar, ið tú, harri mín, sendi higar. 26Og nú, harri mín, so satt sum Harrin livir, og so satt sum tú livir, ið Harrin hevur aftrað frá at hella út blóð og sjálvur hevna tín, so satt munnu farast eins og Nábal allir fíggindar tínir og allir, ið eru vándir í ráðum móti harra mínum. 27Men fá nú sveinunum, ið við tær eru, hesa vinargávu, ið trælkona tín er komin við til harra sín. 28Og fyrigev nú trælkonu tíni hesa misgerð; tí at Harrin man vissuliga reisa harra mínum hús, ið ikki skal vikast, av tí at harri mín gongur undan í bardøgum Harrans, og ilskuráð ikki hava verið funnin í tær alla ævi tína. 29Og reisir onkur seg til tess at søkja at tær og taka teg av lívi, gævi at lív harra míns tá má vera bundið upp í bundi hinna livandi hjá Harranum, Guði tínum; men lív fígginda tína sleingi hann burtur við sleingibandinum. 30Og tá ið Harrin eina ferð fær veitt tær alt tað góða, ið hann hevur heitt tær, og hevur skipað teg til høvdinga yvir Ísrael, 31tá verður hetta tær ikki til iðranar og harra mínum til samvitskuófriðar, at hann fyri onga søk helti út blóð, og sjálvur hevndi sín. Og tá ið Harrin ger væl móti tær, tá minst tú trælkonu tína.»
32Tá mælti Dávid við Ábigáil: «Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, 33og signað veri hyggja tín, og signað veri tú sjálv, sum henda dag hevur aftrað meg frá at úthella blóð og sjálvur hevna mín. 34Men so satt sum Harrin, Guð Ísraels, livir, ið hevur aftrað meg frá at gera tær ilt: Vart tú ikki komin so skjótt á fund mín, skuldi fyri sólarris ikki mannkyn verið eftir hjá Nábali!» 35Dávid tók nú við tí, sum hon hevði við til hansara og mælti við hana: «Far nú heim aftur í friði; eg havi lýtt á teg og veiti tær bøn tína.»
36Tá ið Ábigáil kom heim aftur til Nábals, tá helt hann veitslu í húsi sínum, eins og var tað kongaveitsla; og hann var kátur og væl hýrdur og illa drukkin; tessvegna segði hon honum ongum frá, fyrr enn í lýsingini morgunin eftir. 37Og um morgunin, tá ið runnið var av Nábali, segði kona hansara honum øll hesi tíðindi; tá doyði hjartað í brósti hansara, og hann varð sum steinurin. 38Og okkurt um tíggju dagar seinni sló Harrin Nábal, so at hann doyði. 39Tá ið Dávid frætti, at Nábal var deyður, mælti hann: «Lovaður veri Harrin, ið hevur hevnt misbjóðing mína aftur á Nábal og aftrað hevur tænara sín frá illum! Ilsku Nábals hevur Harrin latið koma yvir hann sjálvan.» Síðan sendi Dávid bønarorð til Ábigáilar um at fáa hana til konu. 40Og tá ið tænarar Dávids komu til Ábigáilar í Karmel, mæltu teir hesum orðum við hana: «Dávid hevur sent okkum til tín at bera upp bønarorð.» 41Tá reis hon og neig til jarðar og mælti: «Trælkona tín er albúgvin at gerast tænastukona tín til tess at tváa føturnar á tænara harra míns.» 42Og Ábigáil brá sær skundisliga á asnabak og fylgismoyggjar hennara fimm, ið við henni skuldu fara; og hon fór avstað við ørindasveinum Dávids og varð kona hansara.
Konur Dávids
43Dávid hevði eisini fingið sær Áhinoam úr Jizreel til konu, og soleiðis vórðu tær báðar konur hansara. 44Men Mikal, dóttur sína – konu Dávids – hevði Sául givið Palti Lájisjsyni úr Gallim.
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 25: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society