Fyrra Sámuelsbók 24
24
Dávid eirir Sáuli í En-Geddi
1Dávid rýmdi haðan og hølaðist í fjallavirkjunum í En-Geddi. 2Men tá ið Sául kom aftur av herferð móti Filistum, fekk hann hesi tíðindi: «Sí, Dávid er í En-Geddi oyðimørk.» 3Tá tók Sául trý túsund mans av valaliði úr øllum Ísrael og legði út at leita eftir Dávidi og monnum hansara eysturi í Steingeitahomrum. 4Og hann kom fram at seyðabyrgjunum við vegin; har var helli, sum Sául fór inn í at hylja føtur sínar. Men innast á botni í hellinum sat Dávid við monnum sínum. 5Tá søgdu menn Dávids við hann: «Nú er dagurin komin, ið Harrin talaði um við teg: Sí, eg man geva tær fígginda tín upp í hendur og far við honum, sum tær líkar best.» 6Men hann svaraði monnum sínum: «Harrin lati tað vera mær fjart at gera tílíka gerð; nei, eg leggi ikki hond á hann, ið Harrin hevur salvað; tí at Harrans salvaði er hann.» Og hann hevði harðliga at monnum sínum og loyvdi teimum ikki at gera seg inn á Sául. 7Tá reis Dávid upp og skar loyniliga skeyt av skikkju Sáuls; men aftaná tók samvitskan at órógva hann, vegna tess at hann hevði skorið skeyt av skikkju Sáuls.
8Men tá ið Sául var farin út úr hellinum og var farin avstað, 9fór Dávid eisini út úr hellinum aftan á hann og rópaði á Sául: «Harra kongur!» Og tá ið Sául leit aftur um seg, bendi Dávid andlit sítt til jarðar og lútaði honum. 10Og Dávid mælti við Sául: «Hví fert tú eftir illmælisorðum teirra, ið siga: Dávid leggur upp ilskuráð ímóti tær? 11Í dag hevur tú sæð við egnum eygum, at Harrin gav teg upp í hendur mínar í hellinum; kortini vildi eg ikki taka teg av lívi, men várkunnaði tær og hugsaði við mær: Ikki skal eg leggja hond á harra mín; tí at Harrans salvaði er hann. 12Hygg her, faðir! hygg at skeytinum av skikkju tíni í hond míni! Tí at av tí, at eg skar hetta skeyt av skikkju tíni og drap teg ikki, mást tú duga at skyna á og skilja, at mær býr ikki ilska og svik í huga, og at eg havi ikki syndað móti tær. Men tú stundar á at taka meg av lívi. 13Harrin dømi millum mín og tín, og Harrin hevni meg á teg; ikki skal eg leggja hond á teg. 14Eins og hitt forna orðafellið sigur: Ilt nýtst av illum. – Nei, ikki skal eg leggja hond á teg. 15Hvønn eltir Ísraels kongur, hvørjum søkir tú at? Deyðum hundi! Einari loppu! 16Harrin veri dómari og dømi okkara millum; hann gæti og verji mál mítt og veiti mær sigur á tær í rættinum!»
17Men tá ið Dávid hevði mælt hesi orð, tá rópaði Sául: «Dávid, sonur mín, er hetta ikki rødd tín?» og Sául skar í grát; 18og hann segði við Dávid: «Tú ert rættvísari enn eg; tí at tú hevur gjørt mær gott; men eg havi gjørt tær ilt. 19Í dag hevur tú økt mikið um alt tað góða, ið tú hevur gjørt mær, við tað at tú ikki drapst meg, tá ið Harrin hevði givið meg upp í hendur tínar, 20tí at hvør hittir fígginda sín og letur hann fara leið sína í friði? Harrin samsýni tær tað góða, ið tú hevur gjørt ímóti mær í dag! 21Og nú veit eg, at tú verður kongur, og at kongsdømi Ísraels verður trygt í tínum hondum. 22Tí skalt tú svørja mær við Harran, at tú ikki oyðir út eftirkomarar mínar og ikki strikar út navn mítt úr ætt faðirs míns!» 23Tá ið Dávid hevði gjørt Sáuli henda eið, fór Sául heim til sín sjálvs, meðan Dávid og menn hansara fóru niðan aftur í fjallavirkið.
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 24: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society