Bible App logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 17

17
Dávid og Góliat
1Filistar drógu nú aftur lið saman til orrustu og savnaðust í Sóko, sum er í Júda; og teir settu herbúðir sínar við Efes-Dammim ímillum Sóko og Ázeka. 2Og eisini Sául og Ísraelsmenn savnaðust saman og settu herbúðir sínar í Eikidalinum og búðust til bardaga móti Filistum. 3Filistar stóðu á fjallinum øðrumegin, og Ísraelsmenn stóðu á fjallinum hinumegin, so at dalurin var ímillum teirra. 4Tá gekk hólmgongumaður fram úr fylkingum Filista, Góliat nevndur at navni, ættaður úr Gát; hann var seks alnir og sponn høgur. 5Hann hevði hjálm úr kopari á høvdi og var í spangabrynju, sum fimm túsund siklar av kopari vóru í. 6Á leggjunum hevði hann spengur av kopari og hevði skotspjót úr kopari um herðarnar. 7Og spjótstong hansara var eins og rivur á vevi, og spjótsoddurin var úr jarni og vá seks hundrað siklar. Undan honum gekk skjaldarsveinur hansara. 8Hann steig nú fram og rópaði yvir á fylkingar Ísraels og segði við teir: «Hví eru tit farnir út at búgvast í bardaga? Eri eg ikki Filisti og tit tænarar Sáuls? Kjósið tykkum nú mann og latið hann koma oman higar til mín. 9Er hann førur at berjast við meg og fella meg, tá skulu vit verða trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, tá skulu tit verða trælir okkara og tæna okkum!» 10Framvegis mælti Filistin: «Eg havi háðað fylkingar Ísraels í dag; fáið mær nú mann, so vit mega berjast!» 11Men tá ið Sául og allir Ísraelsmenn hoyrdu hesi orð Filistans, skulvu teir og vórðu ógvuliga ræddir.
12Dávid var sonur Efratita úr Betlehem í Júda, sum æt Ísai, og sum átti átta synir; hesin maður var á Sáuls døgum gamal og boygdur av elli. 13Tríggir hinir elstu av Ísai sonum vóru farnir í hernað við Sáuli, og av hesum trimum sonum hansara, sum í hernað vóru farnir, æt hin frumgitni Eliab, annar Ábinadab og hin triði Sjamma. 14Dávid var yngstur, og tríggir hinir elstu vóru farnir við Sáuli. 15Men Dávid fór við hvørt frá Sáuli til at goyma at smalum faðirs síns í Betlehem. 16Í fjøruti dagar gekk Filistin fram bæði morgun og kvøld til tess at bjóða av. 17Nú mælti Ísai við son sín Dávid: «Tak hesa efu við svidnum korni og hesar tíggju drýlarnar og skunda tær avstað við tí til brøður tínar í herbúðunum 18og fá herliðshøvdinganum hesar tíggju ostflísar og hygg eftir, hvussu brøðrum tínum veit við, og hav aftur við tær eitthvørt veð frá teimum. 19Sául og teir og allir Ísraelsmenn eru í Eikidalinum í bardaga við Filistar.»
20Snimma morgunin eftir fór Dávid upp, gav øðrum hirða seyðirnar í varðveitslu, og tók tað, hann skuldi hava við sær, og helt ferð síni, so sum Ísai hevði boðið honum. Tá ið hann kom at vagnborgini, gekk herurin fram í fylking og hevjaði herróp. 21Bæði Ísraelsmenn og Filistar búðust til bardaga og settu fylking móti fylking. 22Og Dávid tveitti tá lutir sínar av sær og flýggjaði manninum teir, ið goymdi at viðførinum; síðan skundaði hann ferð síni at fylkingini til tess at fregnast, hvussu brøðrum hansara visti við. 23Og meðan hann talaði við teir, sí, tá gekk hólmgongumaðurin – hann æt Góliat, Filisti úr Gát – fram úr fylkingum Filista og segði somu orð, sum hann var vanur; hetta hoyrdi Dávid. 24Tá ið Ísraelsmenn sóu mannin, flýddu teir undan honum og vórðu ógvuliga ræddir. 25Tá mælti ein av Ísraelsmonnum: «Síggja tit handa mannin, ið har kemur? Hann kemur til tess at háða Ísrael; men tí manni, ið fellir hann, man kongur veita miklan eyð og geva honum dóttur sína og lata ætt faðirs hans sleppa undan skatti í Ísrael.» 26Tá spurdi Dávid teir menn, ið næstir honum stóðu: «Hvat fær maður, ið fellir handa Filistan og rekur hesa vanvirðing burtur av Ísrael? Tí at hvør er hasin óumskorni Filisti, at hann torir at háða herfylkingar hins livandi Guðs?» 27Og fólk segði honum við somu orðum, hvat ið tann skuldi fáa, sum feldi hann. 28Men tá ið Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi hann tala við menninar, varð hann illur við Dávid og mælti: «Hví kemur tú oman higar, og hvørjum hevur tú givið í varðveitslu hinar neyðar seyðir á oyðimørkini? Eg kenni nasadirvi tína og títt vánda hjarta, tí at tú ert higar komin til tess at hyggja at bardaganum.» 29Dávid svaraði: «Hvat havi eg nú gjørt? Havi eg ikki loyvi at spyrja?» 30Og hann snúðist frá honum og spurdi uppaftur ein annan á sama hátt; men fólkið gav honum sama svar.
31Men tá ið Sául frætti, hvat ið Dávid hevði mælt, sendi hann boð eftir honum. 32Tá segði Dávid við Sául: «Eingin eigur at falla í fátt; tænari tín skal fara at berjast móti hasum Filista.» 33Men Sául segði við Dávid: «Tú kanst ikki fara móti hasum Filista og berjast við hann, tí at tú ert ungur, meðan hann hevur verið bardagamaður frá ungum árum.» 34Tá segði Dávid við Sául: «Tænari tín hevur verið smaludrongur hjá faðir sínum, og um ljón ella bjørn kom og tók lamb úr fylginum, 35tá helt eg aftan á hana og feldi hana og bjargaði tí úr gapi hennara; og um hon legði á meg, tá treiv eg um kampar hennara og bardi hana til deyða. 36Bæði ljón og bjørn hevur tænari tín dripið; og tað man fara at gangast hesum óumskorna Filista eins og teimum; tí at hann hevur háðað herfylkingar hins livandi Guðs.» 37Og Dávid mælti uppaftur: «Harrin, ið hevur bjargað mær úr klóm ljónsins og úr klóm bjarnarinnar, man eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filista!» Tá segði Sául við Dávid: «Gakk, Harrin fylgi tær!»
38Síðan læt Sául Dávid í herklæði síni, setti honum koparhjálm á høvur og læt hann í brynju 39og gyrdi hann svørði sínum uttan um herklæðini; men tá fekk hann ikki gingið, av tí at hann ongantíð hevði roynt hetta áður; og Dávid mælti við Sául: «Eg fái ikki gingið í hesum, av tí at eg ongantíð havi roynt hetta.» Tá lótu teir hann úr tí. 40Men hann tók stav sín í hondina og valdi sær upp úr ánni fimm hálar steinar og legði teir í hirðapjøkan, sum hann hevði hjá sær í skreppuni; síðan tók hann sleingibandið í hondina og fór móti Filistanum. 41Filistin nærkaðist nú í hvørjum Dávidi, og skjaldsveinur hansara gekk undan honum. 42Og tá ið Filistin leit seg um og bar eyga við Dávid, tók hann at speireka hann, av tí at hann var ungmenni, væl dæmdur og fríður í ásjón. 43Og hann segði við Dávid: «Eri eg tá hundur, at tú kemur móti mær við stavi?» Og Filistin tók at biðja ilt yvir Dávid við gud sín. 44Og Filistin segði við Dávid: «Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himinsins og villdjórunum kjøtið á tær.» 45Tá mælti Dávid við Filistan: «Tú kemur móti mær við svørði og spjóti og skotteini; men eg komi móti tær í navni Harra herliðanna, Guð herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað. 46Men í dag man Harrin geva teg upp í mínar hendur, og eg skal jarðleggja teg og høgga høvdið av tær, og ræini av tær og herliði Filista man eg í dag geva fuglum himinsins og villdjórum jarðarinnar, so at øll jørðin viðurkennir, at Guð er til í Ísrael, 47og til tess at allur hesin manngarður má sanna, at Harrin veitir ikki sigur við svørði ella spjóti; tí at orrustan er Harrans, og hann man geva tykkum upp í hendur okkara.»
48Tá ið nú Filistin gekk fram og nærkaðist Dávidi, skundaði Dávid sær og fór rennandi yvir at fylkingini móti Filistanum. 49Og Dávid tók hondina niður í pjøkan eftir steini og slongdi hann, og hann rakti Filistan beint í ennið, so steinurin fór inn í enni hans, og hann small í jørðina fram eftir rommum. 50Soleiðis vann Dávid sigur á Filistanum við sleingibandi og steini og feldi Filistan og drap hann, tó at hann einki svørð hevði í hendi. 51Síðan gjørdi Dávid sær renningarlop yvir at Filistanum, treiv um svørð hansara og dró tað úr slíðrunum og drap hann og høgdi høvdið av honum við tí. Tá ið Filistar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir. 52Ísraelsmenn og Júdamenn hildu nú aftan á Filistar, hevjaðu herróp og eltu teir alt at Gát og Ekrons borgarliði, so at Filistar lógu vignir eftir vegnum frá Sjáaráim til Gát og Ekron. 53Síðan vendu Ísraelsmenn aftur og eltu ikki longur Filistar, men fóru at ræna herbúðir teirra. 54Dávid tók høvur Filistans og flutti tað til Jerúsalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt.
55Tá ið Sául sá Dávid fara ímóti Filistanum, mælti hann við Ábner, herhøvdinga sín: «Hvørs sonur er hasin ungi maður?» Og Ábner svaraði: «So satt sum tú livir, kongur, eg veit tað ikki.» 56Tá mælti kongur: «Fregnast tú eftir, hvør hasin ungi maður er.» 57Men tá ið Dávid hevði felt Filistan og kom aftur, tók Ábner hann og leiddi hann fyri Sául; og hann hevði høvur Filistans í hendi. 58Og Sául spurdi hann: «Hvørs sonur ert tú, ungi maður?» Dávid svaraði: «Eg eri sonur tænara tíns, Ísai Betlehemita.»

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 17: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in