Bible App logo
Search Icon

Fyrra Sámuelsbók 18

18
Jónatan og Dávid gerast vinir
1Tá ið Dávid hevði endað samrøðu sína við Sául, legði Jónatan mikla ást við hann; og Jónatan elskaði Dávid eins og sjálvan seg. 2Og Sául tók hann til sín henda sama dag og loyvdi honum ikki at fara heim aftur til faðirs síns. 3Jónatan gjørdi fostbrøðralag við Dávid, av tí at hann unti honum eins og sjálvum sær. 4Og hann læt seg úr skikkju síni og gav Dávidi hana, ja, eisini herbúnað sín og svørð sítt og boga og belti.
Øvundsjúka Sáuls
5Og hvar Sául sendi hann í hernað, var hann happadrúgvur, tí setti Sául hann á odda fyri hermonnunum, og hann var væl umtóktur bæði av fólkinum og tænarum Sáuls. 6Men tá ið teir vóru á heimferð, eftir at Dávid hevði felt Filistan, komu konur úr øllum bygdum Ísraels syngjandi og dansandi út at fagna Sáuli kongi við glymskálum og fagnaðarrópum og søltrum. 7Og meðan tær tróðu dansin, sungu tær: «Sául vá síni túsund, men Dávid síni tíggju túsund!» 8Tá varð Sául ógvuliga vreiður, og hesi orð hugaðu honum illa, og hann mælti: «Dávidi geva tær tíggju túsund, men mær geva tær bert túsund; nú vantar honum einans kongsdømið.» 9Og frá teirri stund hevði Sául ringt eyga á Dávidi. 10Dagin eftir kom illur andi frá Guði yvir Sául, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid sló streingirnar, so sum hann var vanur á hvørjum degi. Men Sául hevði spjót í hendi; 11og hann reiggjaði tí í teirri ætlan at renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið; men Dávid brá sær tvær reisur undan honum. 12Tá fór Sául at ræðast Dávid, av tí at Harrin var við honum, men var vikin frá Sáuli. 13Tessvegna fekk hann hann burtur frá sær og setti hann til høvdinga yvir túsund; og hann fór í hernað og kom heim aftur á odda fyri herliðinum. 14Dávid var eydnuríkur í øllum, sum hann tók sær fyri, av tí at Harrin var við honum. 15Og tá ið Sául sá, hvussu eydnan fylgdi honum, varð hann ógvuliga ræddur fyri honum. 16Og allur Ísrael og Júda unti Dávid, tí at hann fór í hernað og kom heim aftur á odda fyri teimum. 17Sául mælti nú við Dávid: «Sí, her er Merab, elsta dóttir mín, hana vil eg geva tær til konu, um tú vilt roynast reystur maður og ganga undan í bardøgum Harrans.» Men Sául hugsaði: «Ikki eg vil leggja hond á hann; men Filistar skulu leggja hond á hann.» 18Tá mælti Dávid við Sául: «Hvør eri eg, hvat er ættargrein mín og faðirs míns í Ísrael, at eg skal verða mágur kongs?» 19Men tá ið tann stundin kom, at Dávid skuldi giftast Merab, dóttur Sáuls, varð hon givin Ádriel úr Mehóla til konu.
Dávid fær Mikal til konu
20Nú fekk Mikal, dóttir Sáuls, hug á Dávidi; og tá ið Sául frætti tað, dámdi honum tað væl. 21Tí at hann hugsaði: «Eg vil geva honum hana, til tess at hon kann verða honum snerra, so at hann fellur fyri Filistum.» Og Sául mælti við Dávid: «Á øðrum sinni verður tú í dag mágur mín.» 22Og Sául beyð tænarum sínum loyniliga at siga við Dávid: «Kongi dámar teg væl, og allir tænarar hansara unna tær; lat tær tí líka at verða mágur hansara.» 23Tænarar Sáuls bóru Dávidi hesi tíðindi; men Dávid svaraði: «Eru tað smámunir í eygum tykkara at verða mágur kongs? Eg eri jú fátækur og lítilsverdur maður.» 24Og tænarar Sáuls bóru honum boð um, hvat Dávid hevði svarað. 25Tá beyð Sául at mæla hesum orðum við Dávid: «Ikki leggur kongur í annan mund enn hundrað yvirhúðir av Filistum, so kongur á tann hátt má fáa hevnd yvir fíggindar sínar.» Men Sául hevði í kvittanum at lata Dávid falla fyri Filistahond. 26Tænarar hansara bóru nú Dávidi hesi orð, og Dávidi líkaði væl at verða mágur kongs. 27Síðan fór Dávid út við monnum sínum og drap tvey hundrað Filistar, og hann tók yvirhúðir teirra og flutti kongi tær allar samlar, til tess at hann kundi vera mágur hansara. Tá gav Sául honum Mikal, dóttur sína, til konu. 28Men tá ið Sául sá og skilti, at Harrin var við Dávidi, og at allur Ísrael unti honum, 29øktist ótti hansara fyri Dávidi. Og Sául hevði allar dagar ilt eyga á Dávidi. 30Men høvdingar Filistanna fóru út í hernað; og hvørja ferð teir fóru út, var Dávid happadrúgvari enn allir tænarar Sáuls, so at ágiti hansara frættist víða.

Currently Selected:

Fyrra Sámuelsbók 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in