1
Fyrra Sámuelsbók 17:45
BÍBLIA
FB
Tá mælti Dávid við Filistan: «Tú kemur móti mær við svørði og spjóti og skotteini; men eg komi móti tær í navni Harra herliðanna, Guð herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað.
Compare
Explore Fyrra Sámuelsbók 17:45
2
Fyrra Sámuelsbók 17:47
og til tess at allur hesin manngarður má sanna, at Harrin veitir ikki sigur við svørði ella spjóti; tí at orrustan er Harrans, og hann man geva tykkum upp í hendur okkara.»
Explore Fyrra Sámuelsbók 17:47
3
Fyrra Sámuelsbók 17:37
Og Dávid mælti uppaftur: «Harrin, ið hevur bjargað mær úr klóm ljónsins og úr klóm bjarnarinnar, man eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filista!» Tá segði Sául við Dávid: «Gakk, Harrin fylgi tær!»
Explore Fyrra Sámuelsbók 17:37
4
Fyrra Sámuelsbók 17:46
Men í dag man Harrin geva teg upp í mínar hendur, og eg skal jarðleggja teg og høgga høvdið av tær, og ræini av tær og herliði Filista man eg í dag geva fuglum himinsins og villdjórum jarðarinnar, so at øll jørðin viðurkennir, at Guð er til í Ísrael
Explore Fyrra Sámuelsbók 17:46
5
Fyrra Sámuelsbók 17:40
Men hann tók stav sín í hondina og valdi sær upp úr ánni fimm hálar steinar og legði teir í hirðapjøkan, sum hann hevði hjá sær í skreppuni; síðan tók hann sleingibandið í hondina og fór móti Filistanum.
Explore Fyrra Sámuelsbók 17:40
6
Fyrra Sámuelsbók 17:32
Tá segði Dávid við Sául: «Eingin eigur at falla í fátt; tænari tín skal fara at berjast móti hasum Filista.»
Explore Fyrra Sámuelsbók 17:32