Fyrra Sámuelsbók 13
13
Ófriður við Filistar. Sámuel fer illa við Sáuli
1Sául var ... ára gamal, tá ið hann varð kongur, og tey ár, sum hann ríkti yvir Ísrael, vóru ....
2Sául kjósaði sær trý túsund mans úr Ísrael; tvey túsund vóru hjá Sáuli í Mikmas og á Betels fjøllum, og eitt túsund var hjá Jónatani í Gibeu í Benjamins landi; tað, ið eftir var av herfólkinum, sendi hann heim aftur. 3Tá drap Jónatan landsstjóra Filista í Geba. Hetta frættu nú Filistar, og at Hebrear høvdu gjørt seg leysar. Men Sául hevði blást í herlúðurin um alt landið, 4og alt fólkið hoyrdi, at Sául hevði dripið landsstjóra Filista, og at Filistar tí vóru illa í øgn við Ísrael. Tá savnaðist fólkið og fylgdi Sáuli til Gilgal. 5Og Filistar savnaðust saman til bardaga móti Ísrael – trý túsund vagnar, seks túsund reiðmenn og gonguherlið, so mangir sum sandurin við sævarflóð. Og teir fóru og settu herbúðir sínar í Mikmas fyri eystan Bet-Áven. 6Men tá ið Ísraelsmenn sóu, at vegir teirra tóku at treingjast, fjaldi fólkið seg í hellum og holum, gjáum, giljum og gryvjum. 7Mangir fóru um Jórdans vað yvir í Gáds og Gileads land. Men Sául var enn í Gilgal, og fólkið alt fylgdi honum í miklum ótta. 8Hann bíðaði nú sjey dagar, ta tíð, ið Sámuel hevði ásett; men Sámuel kom ikki til Gilgal, og fólkið spjaddist og fór frá honum. 9Tá segði Sául: «Flýggið mær brenniofrið og takkarofrið!» Síðan ofraði hann brenniofrið. 10Men beint sum hann var liðugur at ofra brenniofrið, sí, tá kom Sámuel. Og Sául fór ímóti honum og heilsaði honum. 11Tá segði Sámuel: «Hvat hevur tú gjørt?» Sául svaraði: «Eg sá fólkið spjaðast og fara frá mær; men tú komst ikki ta ásettu tíðina. Og tá ið Filistar savnaðust saman í Mikmas, 12hugsaði eg: Nú koma Filistar oman til Gilgal og ráðast á meg, og eg havi enn ikki blíðkað Harran; tá herdi eg hugin og ofraði brenniofrið.» 13Tá segði Sámuel við Sául: «Býttliga hevur tú farið at! Hevði tú havt varðveitt boðorð Harrans, Guðs tíns, so sum hann beyð tær, tá hevði hann latið kongsvald títt yvir Ísrael staðið við um allar ævir. 14Men nú skal kongsdømi títt ikki standast. Harrin hevur funnið sær mann eftir hjarta sínum, og honum hevur Harrin boðið at vera høvdingi yvir fólki sínum, av tí at tú ikki hevur hildið tað, sum Harrin álegði tær!» 15Síðan fór Sámuel úr Gilgal og helt avstað; men leivdir av fólkinum fylgdu Sáuli í bardaga; og tá teir komu úr Gilgal til Gibeu í Benjamins landi, kannaði Sául herliðið, ið eftir var hjá honum, um seks hundrað mans. 16Sául og Jónatan, sonur hansara, og tað liðið, sum við teimum var, settust í Geba í Benjamins landi, meðan Filistar settu herbúðir sínar í Mikmas. 17Tá fór ránslið út úr herbúðum Filista í trimum flokkum, ein flokkurin helt ferðini til Ofra inn í Sjúal landið, 18annar flokkurin helt ferðini til Bet-Hóron, og triði flokkurin helt ferðini at heygnum, ið dagar oman fyri Zeboim slættan við oyðimørkina. 19Men eingir jarnsmiðir vóru eftir í øllum Ísraels landi, – tí sum Filistar søgdu: «Hebrear skulu ikki smíða sær svørð og spjót!» – 20Tí máttu allir Ísraelsmenn oman til Filista at brýna plógjørn og grev, øksir og broddar, 21hvørja ferð skørð komu í eggjar á plógjørnum og grevum, og tá ið øksir máttu brýnast, og broddar beinast. 22Tessvegna hevði í orrustuni við Mikmas eingin av herliði Sáuls og Jónatans svørð og spjót uttan Sául sjálvur og Jónatan, sonur hans.
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 13: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society