Tá segði Sámuel við Sául: «Býttliga hevur tú farið at! Hevði tú havt varðveitt boðorð Harrans, Guðs tíns, so sum hann beyð tær, tá hevði hann latið kongsvald títt yvir Ísrael staðið við um allar ævir. Men nú skal kongsdømi títt ikki standast. Harrin hevur funnið sær mann eftir hjarta sínum, og honum hevur Harrin boðið at vera høvdingi yvir fólki sínum, av tí at tú ikki hevur hildið tað, sum Harrin álegði tær!»