Fyrra Sámuelsbók 12
12
Skilnaðarrøða Sámuels
1Tá segði Sámuel við allan Ísrael: «Sí, eg havi lagað meg eftir tykkum í øllum, sum tit hava biðið meg um, og eg havi sett kong yvir tykkum. 2Og sí, nú gongur kongur tykkara millum; og eg eri vorðin gamal og gráur; men synir mínir eru hjá tykkum. Og eg havi ferðast tykkara millum frá barnaárum og alt at hesum degi. 3Her standi eg; svarið mær nú fyri Harranum og hinum salvaða hansara: Havi eg frá nøkrum manni tikið oksa hansara ella asna? Havi eg kúgað nakran, ella havi eg framt yvirgangsverk móti nøkrum? Havi eg tikið við mutri av nøkrum og latið eyguni aftur? Um so er, vil eg bøta tað aftur.» 4Teir svaraðu: «Tú hevur ongan okkara kúgað og ikki framt yvirgangsverk móti nøkrum; og einki hevur tú tikið frá nøkrum.» 5Tá segði hann við teir: «Harrin og salvaði hansara veri vitni móti tykkum á hesum degi, at tit einki hava funnið í míni hond!» Og teir svaraðu: «Ja, teir skulu vera vitni.»
6Síðan segði Sámuel við fólkið: «Harrin veri vitni, hann, ið læt Móses og Áron stíga fram, og sum leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi. 7Og gangið nú fram, so skal eg døma tykkum fyri ásjón Harrans, og eg skal minna tykkum á allar tær vælgerðir, sum Harrin í miskunn síni hevur sýnt tykkum og fedrum tykkara. 8Tá ið Jákup og synir hansara vóru komnir til Egyptalands, fóru Egyptar illa við teimum; tá rópaðu fedrar tykkara til Harrans; og Harrin sendi Móses og Áron, ið leiddu fedrar tykkara út úr Egyptalandi og fekk teimum bústað her. 9Men teir gloymdu Harran, Guð sín; tí gav hann teir upp í hendur Sisera, herhøvdinga hjá Jábin kongi í Házor, og í hendur Filista og í hendur Móabs kongs, so at teir herjaðu á teir. 10Tá rópaðu teir til Harrans og søgdu: «Vit hava syndað, tí at vit hava givið Harran yvir, og vit hava tænað Báalunum og Ástartunum; men bjarga okkum nú undan valdi fígginda vára, so skulu vit tæna tær.» 11So sendi Harrin Jerubbáal, Bárak, Jefta og Sámuel og bjargaði tykkum undan valdi fígginda tykkara, sum uttan um tykkum búgva, so at tit fingu búð óttaleysir. 12Men tá sóu tit Náhasj, kong Ammonita, koma móti tykkum til bardaga, tá søgdu tit við meg: «Nei, kongur skal ráða yvir okkum!» tó at Guð tykkara var kongur yvir tykkum. 13Og her er nú kongurin, sum tit hava kosið og biðið um; Guð hevur nú skipað kong yvir tykkum. 14Um tit óttast Harran og tæna honum og lýða rødd hansara og eru ikki boðum Harrans ólýdnir, og um bæði tit og tann kongur, ið settur er yvir tykkum, fylgja Harranum, Guði tykkara, tá man fara at gangast tykkum væl. 15Men lýða tit ikki rødd Harrans, og eru tit boðum hansara ólýdnir, tá verður hond Harrans móti tykkum og kongi tykkara til tess at týna tykkum. 16So gangið nú fram og lítið at tí mikla verki, ið Harrin man gera fyri eygum tykkara! 17Man ikki hveitiskurðartíðin vera komin? Nú ætli eg at biðja Harran senda toruslátt og áarføri, so at tit mega sanna og síggja, hvussu mikla illgerð tit hava gjørt í eygum Harrans, tá tit bóðu um kong!»
18Og Sámuel rópaði til Harrans, og Harrin sendi á sama degi toruslátt og áarføri; tá kom yvir alt fólkið mikil ótti fyri Harranum og Sámueli. 19Tá segði alt fólkið við Sámuel: «Gakk nú fram fyri Harran, Guð tín, í bøn fyri trælir tínar, so at vit ikki doyggja; tí at vit hava lagt aftur at øllum syndum okkara hesa misgerð at biðja um kong.» 20Og Sámuel svaraði fólkinum: «Óttist ikki! Víst hava tit gjørt alla hesa illgerð; men víkið nú ikki frá Harranum og tænið honum av øllum hjarta tykkara; 21og eltið ikki hinar fánýtu gudar, ið ikki kunnu hjálpa ella bjarga, av tí at teir eru fáfongd. 22Tí at vegna mikla navns síns man Harrin ikki reka burtur fólk sítt, av tí at tað hevur toknast honum at gera tykkum til fólk sítt. 23Og fjar veri mær tann synd móti Harranum, at eg haldi uppat at biðja til Harrans fyri tykkum og beina tykkum inn á hina góðu og rættu leiðina! 24Óttist einans Harran og tænið honum trúliga av øllum hjarta tykkara; tí síggið, hvussu nógv hann hevur gjørt fyri tykkum! 25Men fara tit kortini illa at, so skulu tit og kongur tykkara týnast.»
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 12: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society