Fyrra Kongabók 7
7
Sálomon byggir høll
1Kongshøll sína bygdi Sálomon í trettan ár, áðrenn hann fekk hana alla lidna. 2Og hann bygdi Libanonsskógarhúsið, ið var hundrað alnir langt, fimmti alnir breitt og tríati alnir hátt, á trimum røðum av sedrissúlum vóru bjálkar úr sedrisviði. 3Tað var takt við sedrisviði uppi yvir hølunum, ið hvíldu á fjøruti og fimm sedrissúlum, fimtan í hvørjum raði. 4Og gluggarøðini vóru trý; og ljósgluggi áraka ljósglugga tríggjar ferðir. 5Fýrhyrntur karmur var um allar hurðar og gluggar; ljósgluggi var áraka ljósglugga tríggjar ferðir. 6Og hann bygdi súlnahøll, ið var fimmti alnir long, tríati alnir breið, og fyri framman var forsalur við súlum og taki. 7Síðan bygdi hann hásætissalin, har hann feldi dómar – dómshøllina; hon var bróstað við sedrisviði frá gólvi undir loft. 8Á sama hátt bygdi hann kongshøll sína, sum hann sjálvur búði í, í ytra forgarðinum inn av dómshøllini. Sálomon bygdi eisini dóttur Fárao, sum hann hevði tikið til konu, hús álíkt hesi høll. 9Alt hetta var bygt við dýrmettum steinum, ið vóru høgdir eftir máti og sagaðir við sag bæði innan og uttan, frá grundini og alt upp undir syllarnar. Á sama hátt var forgarðurin mikli bygdur. 10Grundin var bygd við dýrmettum, stórum steinum, summir tíggju alnir ummáls og aðrir átta. 11Omaná vóru lagdir dýrmettir steinar, høgdir eftir máti, og sedrisviður. 12Og múrurin um forgarðin mikla var gjørdur alt íkring úr trimum jaðurum av høgdum steinum og einum jaðuri av sedrisbjálkum; á sama hátt var bæði forgarður tempuls Harrans, hin innari, og forgarðurin um súlnasal kongshallarinnar gjørdur.
Reiði tempulsins: Hagleiksmaðurin
13Sálomon kongur sendi boð til Týrus eftir Hirami. 14Hann var sonur einkju av ættargrein Naftali; men faðir hansara var ættaður úr Týrus og var koparsmiður; hann var fullur av vitsku og skynsemi og alkønur í øllum koparsmíði; hann kom til Sálomons kongs og gjørdi øll smíði hansara.
Koparsúlurnar tvær
15Hann stoypti úr kopari báðar súlurnar fyri framman forsal tempulsins; onnur súlan var átjan alnir høg, og tráður tólv alnir langur røkk kring um hana; koparið var fýra fingrar tjúkt; hon var holað innan. Á sama hátt gjørdi hann hina súluna. 16Og hann gjørdi tvey súlnahøvur, stoypt úr kopari, til at seta oman á súlurnar; hvørt súlnahøvdið var fimm alnir hátt. 17Á hvørjum súlnahøvdi var eins og rutt net, flættur gjørdar úr festum, sjey fyri hvørt høvdið. 18Og hann gjørdi granatepli, tvey røð, kring um netini, ið huldu bæði súlnahøvdini. 19Og súlnahøvdini høvdu liljuskap. 20Á hvørjum súlnahøvdi vóru tvey hundrað granatepli, ið hingu í tveimum røðum. 21Síðan reisti hann súlurnar fyri framman forsali tempulsins; og ta súluna, sum hann reisti høgrumegin, kallaði hann Jákin, og súluna vinstrumegin kallaði hann Bóaz. 22Ovast vóru súlurnar liljumyndaðar. Soleiðis varð súlnasmíðið lokið.
Koparhavið
23Somuleiðis gjørdi hann tað stoypta havið; tvørturum vóru tíggju alnir; tað var runt fimm alnir djúpt og tromin tríati alnir ummáls. 24Niðanvert við tromina tríati alnir vegin kring um havið vóru blómumyndir, tvey røð av blómumyndum, stoyptar saman við havinum. 25Tað stóð á tólv oksum, tríggir horvdu í norður, tríggir í vestur, tríggir í suður og tríggir í eystur; á teimum hvíldi havið; og allir snúðu afturpartar sínar inneftir. 26Tað var eina løgd til tjúktar; og tromin var gjørd eins og tromin á bikari, álíkt liljublómu. Tað tók tvey túsund bat.
Kervagnarnir tíggju
27Hann gjørdi eisini tíggju kervagnar av kopari; hvør kervagnurin var fýra alnir langur, fýra alnir breiður og tríggjar alnir háur. 28Hesir kervagnar vóru gjørdir á henda hátt: Teir høvdu brúnaborð, og millum brúnaborðanna vóru tvørborð. 29Á tvørborðunum millum brúnaborðanna vóru ljón, oksar og kerúbar eins og á brúnaborðunum; og bæði fyri oman og fyri niðan ljónini og oksarnar vóru gjørdir hangandi blómukransar. 30Undir hvørjum kervagni vóru fýra hjól av kopari og akslar av kopari; í hvørjum horni vóru stokkar stoyptir saman við kerið í neðra, og áraka hvønn teirra vóru blómukransar. 31Tromin á kerinum var eina alin høg, rund og hálva aðru alin víð; uttan á tromini vóru myndir ristar; tvørborðini vóru fýrhyrnt, ikki rund. 32Tey fýra hjólini vóru undir tvørborðunum, og hjólhaldini vóru føst í kervagninum; hvørt hjólið var hálva aðru alin hátt. 33Hjólini vóru gjørd eins og vagnhjól, hjólhald teirra, gjarðir, snældur og hjarta var alt samalt stoypt. 34Í teim fýra hornunum á hvørjum kervagni vóru fýra stabbar áfastir við kervagnin. 35Í erva á kervagninum vóru eisini áshald og tvørborð hálva alin há alt íkring og áføst við kervagnin. 36Á liðarborðum og tvørborðum gjørdi hann skurðverk av kerúbum, ljónum og pálmum og blómukransar alt íkring. 37Á henda hátt gjørdi hann hinar tíggju kervagnarnar allar eins stoyptar, javnstórar og við sama sniði. 38Síðan gjørdi hann tíggju ker úr kopari; hvørt kerið tók fjøruti bat, og hvørt kerið var fýra alnir í tvørmáti; eitt ker var í hvørjum kervagni. 39Fimm kervagnar setti hann sunnanvert við templið og fimm norðanvert við templið; havið setti hann sunnanvert við templið við landsynningshornið.
Smærri lutir
40Somuleiðis gjørdi Hiram pottarnar og eldspakarnar og offurbollarnar. Soleiðis greiddi Hiram úr hondum øll tey smíði, sum hann gjørdi fyri Sálomon kong við tempul Harrans:
Yvirlit
41Báðar súlurnar og bæði tey knøttmyndaðu súlnahøvdini og bæði tey ruddu netini, ið hylja skuldu bæði tey knøttmyndaðu súlnahøvdini, 42tey fýra hundrað granateplini á báðum netunum, tvey røð av granateplum á hvørjum netinum til at hylja bæði tey knøttmyndaðu súlnahøvdini, 43kervagnarnir tíggju og tey tíggju kerini á teimum, 44havið við teimum tíggju oksunum undir sær, 45pottarnir, eldspakarnir og offurbollarnir, allir hesir lutir, sum Hiram gjørdi fyri Sálomon kong í húsi Harrans, vóru av skygdum kopari. 46Kongur læt stoypa teir á Jórdanslættanum við Ádama vaðið millum Sukkot og Záretan.
Lutir úr gulli
47Fyri nøgdar sakir beyð Sálomon ikki til at viga allar hesar lutir ella at kanna um tyngd koparsins. 48Og Sálomon læt gera allar hesar lutir í húsi Harrans: gullaltarið og gullborðið, ið sýnisbreyðini skuldu liggja á, 49ljósastakarnar av skygdum gulli, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin, frammanvert við innhúsið, blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli 50og køskirnar, knívarnar, offurbollarnar og bollaskálirnar og eldpannurnar av skygdum gulli; leikindini á veingjahurðum innhúsins, hins alraheilagasta, og á veingjahurðum tempulsins inn í aðalhúsið vóru somuleiðis av gulli.
Halgigáva Dávids
51Tá ið Sálomon hevði lokið øllum smíðum, sum hann læt gera í templi Harrans, flutti hann hagar halgigávur Dávids, faðirs síns, silvurið og gullið, og legði allar lutirnar inn í fæhirðslurnar í templi Harrans.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 7: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society