Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 6

6
Bygging tempulsins
1Tá ið fýra hundrað og áttati ár vóru umliðin frá burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi, í ziv mánaði, tað er í øðrum mánaði, tá ið Sálomon hevði verið kongur í fýra ár, fór hann undir at byggja Harranum templið. 2Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. 3Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum. 4Og hann gjørdi á templinum rimagluggar við kørmum. 5Og upp við tempulvegginum bygdi hann liðarhús allan vegin kring um tempulveggin, kring um hitt heilaga og hitt alrahalgasta og gjørdi har í tvinnanda hæddum smáhøli allan vegin. 6Niðasta hæddin við smáhølum var fimm alnir breið, mittasta seks og triðja hædd sjey alnir breið; tí at hann hevði gjørt stallar uttan á tempulvegginum íkring, til tess at bitarnir úr smáhølunum ikki skuldu koma inn í tempulveggin.
7Og tá ið templið var í gerð, varð tað bygt av steinum, ið komu tilhøgdir úr grótholinum, so at hvørki hamar ella meitlar ella nakað jarnamboð hoyrdist í templinum, meðan tað var bygt. 8Hurðin inn í niðastu hædd á liðarhúsinum var á suðursíðu tempulsins, og haðan varð gingið á ringstiga upp á aðru hædd og av aðru upp á triðju. 9Soleiðis bygdi hann templið liðugt og bróstaði og takti tað við sedrisviði. 10Og hann bygdi liðarhúsið kring um alt templið, hvørja hæddina fimm alnir høga; og hann tengdi tað at templinum við sedrisbjálkum.
11Tá kom frá Harranum hetta orð til Sálomons: 12«Húsið hetta, ið tú fæst við at byggja – um tú fylgir fyriskipanum mínum og heldur lógir mínar og varðveitir boðorð míni, so at tú fylgir teimum, so skal eg evna tær heiti tað, eg gav Dávidi, faðir tínum, 13og taka upp bústað hjá Ísraelsbørnum og ikki geva fólk mítt Ísrael yvir.» 14Síðan bygdi Sálomon templið liðugt. 15Hann bróstaði tempulveggirnar innan við sedrisviði; og frá gólvi tempulsins og alt upp undir loftsbjálkarnar tiljaði hann tað innan við viði og læt gólvið verða lagt við syprisborðum. 16Tjúgu alnir frá aftasta veggi tempulsins skilaði hann frá við sedrisborðum frá gólvi undir bjálkar og gjørdi á tann hátt innhúsið, tað er hitt alrahalgasta. 17Og aðalhúsið frammanvert við innhúsið var fjøruti alnir. 18Templið var innan bróstað við sedrisviði, útskorin við urtum og blómukransum; alt var sett við sedrisviði; steinur sást ikki. 19Hann búði til innhúsið innast í templinum til tess at lata sáttmálaørk Harrans standa her. 20Innhúsið var tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tjúgu alnir hátt, og hann legði tað við dýrum gulli. Síðan gjørdi hann altar 21av sedrisviði framman fyri innhúsinum og legði tað við gulli. Og Sálomon legði templið innan við dýrum gulli og dró afturfyri við gullfestum. 22Alt templið, sum tað var, legði Sálomon við gulli, og alt altarið framman fyri innhúsið legði hann við gulli.
23Í innhúsinum gjørdi hann tveir kerúbar úr oljuviði, tíggju alnir høgar. 24Hvør vongur á báðum kerúbum var fimm alnir, soleiðis at tíggju alnir vóru frá endanum á øðrum veinginum at endanum á hinum veinginum. 25Báðir kerúbar vóru javnstórir og høvdu sama skap. 26Báðir kerúbar vóru tíggju alnir høgir. 27Hann setti kerúbarnar innast í templinum; og teir breiddu út veingir sínar, so at annar vongurin á øðrum nart við bróstið øðrumegin, men annar vongurin á hinum nart við bróstið hinumegin; men hinir báðir veingir teirra nurtu hvør við annan í miðjum húsinum. 28Kerúbarnar legði hann við gulli. 29Og øll bróst innan í templinum skrýddi hann við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum bæði har innari og har uttari. 30Eisini gólvið í templinum legði hann við gulli bæði har innari og har uttari. 31Fyri durum innhúsins læt hann gera veingjahurðar úr villum oljuviði; umgjørðin yvir durunum og durastavirnir myndaðu fimmhyrning. 32Í báðar veingjahurðarnar, ið vóru úr oljuviði, læt hann gera skurðverk av kerúbum, pálmum og blómukransum og leggja við gulli, soleiðis at gullið varð lagt inn í kerúbar og pálmar. 33Somuleiðis læt hann í durum aðalhúsins gera fýrhyrntar durastavir úr oljuviði 34og tvær veingjahurðar úr syprisviði; hvør veingjahurðin var úr tveimum borðum, soleiðis at hvørt borðið hevði síni leikindi. 35Hann skrýddi tær við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum og legði skurðverkini við gulli. 36Og hann bygdi múrin kring innara forgarðin úr trimum jaðurum av høgdum steinum og einum jaðuri av sedrisbjálkum. 37Á fjórða ári varð farið undir at byggja hús Harrans í mánaðinum ziv; 38og á ellivta ári í mánaðinum bul, ið er áttandi mánaður, var tað liðugt út í odd og egg; sjey ár var hann um at byggja tað.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 6: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in