Fyrra Kongabók 16
16
Framhald
1Men orð Harrans um Básja kom til Jehu Hánanisonar soljóðandi: 2«Eg hevjaði teg upp úr dustinum og skipaði teg høvdinga yvir fólki mínum Ísrael, men tú hevur stigið í fótaspor Jeróboams og tølað Ísrael til at synda, so at teir hava vakt vreiði mína við syndum sínum; 3tí skal eg sópa burtur Básja og ætt hansara og fara við ætt tíni, eins og eg fór við ætt Jeróboams Nebatssonar; 4hvønn tann av ætt Básja, ið doyr innanborgar, skulu hundarnir eta, og hvønn tann, ið doyr á víðavangi, skulu fuglar himinsins eta!»
5Tað, ið meira er at siga um Básja, tað, sum hann gjørdi, og brøgd hansara, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. 6Síðan legðist Básja til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Tirza; og Ela, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
7Men við Jehu profeti Hánanisyni kom dómsorð Harrans yvir Básja og ætt hansara, bæði fyri alt tað illa, ið hann hevði gjørt í eygum Harrans, til tess at reita hann við handaverkum sínum, so at hann var líkur Jeróboams ætt, og fyri tað at hann hevði avoytt ætt Jeróboams.
Ela
8Á tjúgunda og sætta ríkisári Ása, Júda kongs, varð Ela, sonur Básja, kongur yvir Ísrael; hann sat sum kongur í Tirza í tvey ár. 9Men Zimri, hirðmaður hansara, ið var oddamaður fyri helmingi vagnliðsins, íbirti samansvørjing móti honum; og tá ið hann eina ferð í Tirza sat drukkin í veitslu heima hjá Arza, drottseta sínum, 10kom Zimri inn, legði á hann og drap hann, á tjúgunda og sjeynda ríkisári Ása, Júda kongs, og tók ríkið eftir hann. 11Og tá ið hann var vorðin kongur og setstur í hásætið, tók hann av lívi allar ættarmenn Básja og læt ikki livandi kallkyn verða eftir hjá honum, hvørki av frændum ella vinum hans. 12Soleiðis avoyddi Zimri alla ætt Básja eftir tí orði, sum Harrin hevði talað við Jehu profeti móti Básja 13vegna tær syndir, Básja og Ela, sonur hansara, høvdu gjørt og tølað Ísrael við til tess at reita Harran, Ísraels Guð, við fánýtu gudum sínum.
14Tað, ið meira er at siga um Ela og alt tað, ið hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Ísraels konga.
Zimri av Ísrael
15Á tjúgunda og sjeynda ríkisári Ása, Júda kongs, tók Zimri ríkið og sat í sjey dagar sum kongur í Tirza; herliðið tókst tá við at kringseta Gibbeton, ið Filistar áttu. 16Men meðan kringsetingin fór fram, frættist, at Zimri hevði íbirt samansvørjing og dripið kongin; tá tók allur Ísrael tann dagin í herbúðunum Omri, herhøvdinga Ísraels, til kong. 17Síðan fóru Omri og allur Ísrael við honum frá Gibbeton og tóku at kringseta Tirza. 18Men tá ið Zimri sá, at borgin var tikin, gekk hann inn í kongshøllina og setti eld á hana, og soleiðis doyði hann 19vegna tær syndir, sum hann hevði gjørt við at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans, og ganga í fótasporum Jeróboams og í teimum syndum, sum hann hevði gjørt og tølað Ísrael til at gera.
20Tað, ið meira er at siga um Zimri og um samansvørjing hansara, er jú ritað í árbókum Ísraels konga.
Stríð um kongsdømið
21Um tað mundið fór Ísraels fólk sundur í tvinnanda flokkar; annar fylgdu Tibni Ginatssyni og tók hann til kong, meðan hin fylgdi Omri. 22Men teir, ið fylgdu Omri, fingu yvirlutan yvir teimum, ið fylgdu Tibni Ginatssyni. Og tá ið Tibni var deyður, varð Omri kongur.
Omri av Ísrael
23Á tríatiunda og fyrsta ríkisári Ása, Júda kongs, varð Omri kongur yvir Ísrael; hann sat sum kongur í tólv ár; fyrst seks ár í Tirza; 24men seinni keypti hann Sámáriufjall frá Semer fyri tvær talentir í silvuri; og hann bygdi har uppi á fjallinum borg, sum hann nevndi Sámáriu eftir Semer, sum átt hevði fjallið. 25Omri gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og háttaði sær verri enn allir teir, ið undan honum høvdu verið. 26Hann gekk støðugt í fótasporum Jeróboams Nebatssonar og teimum syndum, sum hann hevði tølað Ísrael við til tess at reita Harran, Ísraels Guð, við fánýtu gudum sínum.
27Tað, ið meira er at siga um Omri, um brøgd hansara og alt tað, sum hann útinti, er jú ritað í árbókum Ísraels konga. 28Og Omri legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu. Og Ákab, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Ákab og Jesabel. Báalsdýrkan. Jeriko verður endurreist
29Á tríatiunda og áttanda ríkisári Ása, Júda kongs, varð Ákab Omrison kongur yvir Ísrael, og hann sat í Sámáriu sum kongur yvir Ísrael í tjúgu og tvey ár. 30Ákab Omrison gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og háttaði sær verri enn allir, ið undan honum høvdu verið; 31og tað var honum ikki nóg mikið at ganga í syndum Jeróboams Nebatssonar, men hann tók sær eisini Jesabel til konu, ið var dóttir Etbáals kongs í Zidon, og tók at tæna Báali og tilbiðja hann. 32Og hann reisti Báali altar í tí Báalstempli, sum hann hevði bygt í Sámáriu. 33Hann gjørdi eisini Ásjerustólpar og mangt annað ilt til tess at reita Harran, Ísraels Guð; hann var verri enn allir Ísraels kongar, ið undan honum høvdu verið.
34Á hansara døgum bygdi Hiel úr Betel Jeriko upp aftur; at leggja grundarsteinin kostaði honum frumgitna sonin Ábiram og at seta upp veingjahurðarnar kostaði honum yngsta sonin Segub samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Jósva Nunssyni.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 16: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society