Fyrra Kongabók 15
15
Ábia av Júda
1Á átjanda ríkisári Jeróboams Nebátssonar, varð Ábia kongur í Júda. 2Í trý ár var hann kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Máaka, dóttir Absalons. 3Hann fylgdi faðir sínum í øllum teimum syndum, ið hann hevði gjørt undan honum; og ikki tænti hann Harranum, Guði sínum, av heilum huga, eins og Dávid, forfaðir hansara, hevði gjørt. 4Men einans fyri Dávids sakir gav Harrin, Guð hansara, honum lampu í Jerúsalem við at hevja synir hansara í hásætið eftir hann og lata Jerúsalem standa, 5av tí at Dávid hevði gjørt tað, ið rætt var í eygum Harrans og alla ævi sína á ongum sinni vikið frá nøkrum av tí, sum hann hevði lagt fyri hann, uttan í tí, sum hann hevði gjørt móti Uria Hetita. 6Millum Rehábeams og Jeróboams var ófriður, so leingi sum hann livdi.
7Tað, ið meira er at siga um Ábia, og um alt tað, sum hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Júda konga. Eisini millum Ábia og Jeróboams var bardagi. 8Síðan legðist Ábia til hvíldar hjá fedrum sínum; hann varð jarðaður í Dávidsborgini. Og Ása, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Ása av Júda
9Á tjúgunda ríkisári Jeróboams kongs í Ísrael, varð Ása kongur í Júda. 10Hann sat sum kongur í Jerúsalem í fjøruti og eitt ár. Móðir hans æt Máaka, dóttir Absalons. 11Ása gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, eins og Dávid forfaðir hans. 12Hann rak kallskøkjurnar út úr landinum og týndi allar skurðgudar, ið fedrar hansara høvdu latið gera. 13Eisini tók hann drotningartignina frá Máaku, móður síni, fyri at hon hevði gjørt andstyggiliga Ásjerumynd. Ása høgdi sundur hesa andstyggiligu mynd og brendi hana í Kedrons dali. 14Men offurheyggjarnar tók Ása ikki av; tó fylgdi hann Harranum av heilum huga alla ævi sína. 15Og halgigávur faðir síns eins og sínar egnu flutti hann inn í hús Harrans, silvur og gull og aðrar lutir.
16Ása og Básja, Ísraels kongur, áttu ófrið saman alla ævi sína. 17Básja, kongur í Ísrael, fór herferð móti Júda og víggirdi Ráma, so at eingin maður kundi sleppa út ella inn hjá Ása, Júda kongi. 18Tá tók Ása alt silvurið og gullið, ið eftir var í fæhirðslum tempulsins og kongshallarinnar, og fekk tænarum sínum tað og sendi teir til Benhádads Tabrimmonssonar, Hezjonssonar, kongs í Áram, ið búði í Dámaskus, við hesum boðum: 19«Sáttmáli er jú okkara millum og millum faðirs míns og faðirs tíns; nú sendi eg tær gávur í silvuri og gulli, til tess at tú skalt slíta sáttmála tín við Básja, Ísraels kong, so at hann steðgar bardaganum móti mær.» 20Benhádad eftirlíkaði Ása kongi í hesum og sendi herhøvdingar sínar móti borgum Ísraels og hertók Ijjon, Dán, Ábel-Bet-Máaka og alt Kinnerot eins og alt Naftali land. 21Tá ið Básja frætti hetta, lætti hann av at víggirða Ráma og snúðist heim aftur í Tirza. 22Men Ása kongur beyð út øllum Júdamonnum, og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Básja hevði víggirt Ráma við; við hesum víggirdi nú Ása kongur Geba í Benjamin og Mizpa.
23Tað, ið meira er at siga um Ása, um brøgd hans og alt tað, sum hann gjørdi, og tær borgir, ið hann víggirdi, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Tó er at siga, at hann á gamalsaldri varð sjúkur í fótum sínum. 24Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í borg Dávids, forfaðirs síns. Og Jósafat, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Nádab
25Nádab, sonur Jeróboams, varð kongur yvir Ísrael í øðrum ríkisári Ása, Júda kongs; og tvey ár var hann kongur yvir Ísrael. 26Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor faðirs síns og gjørdi somu syndir, sum hann hevði tølað Ísrael at gera. 27Men Básja, sonur Áhia, av ætt Issakars fekk í lag samansvørjing móti honum og drap hann við Gibbeton, ið Filistar áttu, meðan Nádab og allir Ísraelsmenn tókust við at kringseta Gibbeton. 28Básja drap hann á triðja ríkisári Ása, Júda kongs, og tók ríki eftir hann. 29Og tá ið hann var vorðin kongur, drap hann alla ætt Jeróboams og læt ikki livandi mannkyn vera eftir hjá Jeróboami, men avoyddi tað alt samalt; og soleiðis sannaðust tey orð Harrans, ið hann hevði talað við tænara sínum, Áhia úr Silo, 30aftur fyri tær syndir, ið Jeróboam hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, og at hann hevði reitt Harran, Ísraels Guð.
31Tað, ið meira er at siga um Nádab og alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. 32Ása og Básja, Ísraels kongur, lógu í stríði alla ævi sína.
Básja av Ísrael
33Á triðja ríkisári Ása, Júda kongs, varð Básja, sonur Áhia, kongur yvir øllum Ísrael, og hann sat sum kongur í Tirza tjúgu og fýra ár. 34Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og gekk í fótasporum Jeróboams og í syndum hansara, sum hann eisini hevði fingið Ísrael at gera.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society