Fyrra Kongabók 14
14
Spádómur móti Jeróboami
1Um hetta mundið sjúklaðist Ábia, sonur Jeróboams. 2Tá segði Jeróboam við konu sína: «Far og lat teg í dulklæði, so eingin kann síggja, at tú ert kona Jeróboams, og gakk til Silo. Har býr Áhia profetur, hann, sum segði mær, at eg skuldi verða kongur yvir hesum fólki. 3Tak við tær tíggju breyð og køkur og krukku við hunangi og far til hansara; hann man siga tær, hvussu tað verður við sveininum.» 4Kona Jeróboams gjørdi soleiðis, helt avstað til Silo og fór inn hjá Áhia; men Áhia kundi ikki síggja hana, av tí at eygu hansara vóru farin av elli. 5Men Harrin hevði sagt við Áhia: «Sí, kona Jeróboams kemur til tess at leita ráð við teg um son sín, tí at hann er sjúkur; men tá ið hon kemur, letst hon vera onnur, enn hon er.» 6Tá ið hon nú kom inn í dyrnar, og Áhia hoyrdi fet hennara, rópaði hann: «Kom innum, tú kona Jeróboams! Hví roynir tú at látast onnur, enn tú ert? Eg havi tung boð at bera tær. 7Far nú og sig við Jeróboam: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Av tí at eg hevjaði teg upp úr almúguni og skipaði teg høvdinga yvir fólki mínum Ísrael 8og reiv kongsdømið frá Dávids ætt og gav tær tað, men tú hevur ikki verið eins og tænari mín Dávid, ið varðveitti boðorð míni og fylgdi mær av heilum huga til tess at inna eina tað, ið rætt er í mínum eygum, 9heldur hevur tú gjørt meira ilt enn allir, ið undan tær hava verið; aðrar gudar hevur tú gjørt tær, stoyptar myndir til tess at reita meg, og meg tveitti tú aftur um bak – 10tessvegna lati eg ógævu koma oman yvir hús Jeróboams og týni hjá Jeróboami alt kallkyn, bæði træl og frælsan í Ísrael, og avoyði hús Jeróboams eins og bos verður burtursópað, til einki er eftir av tí. 11Hvønn tann av Jeróboams ætt, ið doyr innanborgar, skulu hundarnir eta; og hvønn tann, ið doyr á víðavangi, skulu fuglar himinsins eta; tí at tað er Harrin, ið talað hevur. 12Rís nú og far heim aftur; og tá ið tú kemur heim aftur í borgina, man barnið doyggja; 13og allur Ísrael skal harma hann og fylgja honum til gravar; tí at av Jeróboams ætt skal eina hann fáa grøv; tí at í honum var tó nakað, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði tokka í hjá Jeróboams ætt. 14Men Harrin man skipa sær kong yvir Ísrael, sum skal avoyða hús Jeróboams, eins og nú er longu farið at koma til sjóndar. 15Og framvegis skal Harrin sláa Ísrael, so at teir titra eins og sevið í vatninum, og reka Ísrael burtur av teirri góðu jørð, sum hann gav fedrum teirra, og spjaða teir um fyri eystan Ánna, av tí at teir gjørdu sær Ásjerur til tess at reita Harran. 16Og hann skal geva Ísrael upp vegna tær syndir, ið Jeróboam hevur gjørt og fingið Ísrael til at gera.» 17Tá reis kona Jeróboams og helt ferð síni heim aftur í Tirza; men beint sum hon steig inn um gáttina, doyði drongurin. 18Hann varð síðan jarðaður, og allur Ísrael harmaði hann; og soleiðis sannaðust tey orð, ið Harrin hevði talað við tænara sínum Áhia profeti.
Deyði Jeróboams
19Tað, ið meira er at siga um Jeróboam, hvussu hann herjaði, og hvussu hann ráddi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. 20Jeróboam ráddi í tjúgu og tvey ár; tá legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Nádab tók ríkið eftir hann.
Rehábeam av Júda
21Rehábeam, sonur Sálomons, varð kongur í Júda; fjøruti og eitt ára gamal varð Rehábeam kongur í Júda; og í seytjan ár sat hann sum kongur í Jerúsalem, borgini, sum Harrin hevði útvalt av øllum ættum Ísraels til tess at lata navn sítt búgva har. Móðir hansara æt Náama; hon var ammonitisk. 22Og Júda gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans og vakti vandlæti hans, enn meira enn fedrar teirra høvdu gjørt við øllum syndum sínum. 23Teir gjørdu sær offurheyggjar og reistu merkissteinar og Ásjerustólpar á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træi. 24Ja, eisini kallskøkjur vóru í landinum! Teir framdu somu andstygdir sum tær tjóðir, ið Harrin hevði rikið undan Ísraelsmonnum.
25Men tá ið Rehábeam hevði verið kongur í fimm ár, fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem 26og rændi dýrgripirnar, sum vóru í húsi Harrans og kongshøllini; alt tók hann; eisini teir gullskildir, ið Sálomon hevði latið gera, tók hann. 27Men Rehábeam kongur læt í teirra stað gera skildir av kopari og gav teir í varðveitslu hjá høvdingum verndarliðsins, ið vóru duravørðir við kongshøllina. 28Og hvørja ferð kongur gekk inn í hús Harrans, tóku varðmenninir teir og fóru niðan aftur við teimum í herbergi verndarliðsins.
29Tað, ið meira er at siga um Rehábeam og alt tað, sum hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Júda konga. 30Bardagi var millum Rehábeams og Jeróboams alla tíðina. 31Síðan legðist Rehábeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Móðir hansara æt Náama; hon var ammonitisk. Ábia, sonur hansara, varð kongur eftir hann.
Currently Selected:
Fyrra Kongabók 14: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society